Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141 Tróndur Arge Fyrsti fyrstu ferð í tíggju ár, er tað hvørki Cristiano Ronaldo ella Lionel Messi, sum vinna Ballon d’Or bóltin. Ein bóltur, sum verður latin til ársins spælarar í einum kalendaraári. Stóri sigursharrin er 33 ára gamli Luka Modric úr Kroatia. Í summar leiddi hann balkiska landið, við sínum beint yvir fýra milliónum íbúgvum, til HM-finaluna í Russlandi. Fyri Real Madrid var hann ein lyklaspælari, tá kongafelagið úr Spania vann Champions League triðja árið á rað. Cristiano Ronaldo bleov nummar tvey, meðan Lionel Messi endaði á einum fimta plássi. Millum vinnararnir seinastu tíggju árini endaði fraklendingarnir Antoine Griezmann og Kylian Mbappe. Hetta er fyri hinar Tað er ongin ivi um, at Cristiano Ronaldo og Lionel Messi hava verið teir bestu seinastu tíggju árini. Teir eiga hvør sínar fimm ballon d’Or bóltar. Tí hevur hesin sigurin eisini eyka stóran týdning fyri Luka Modric. -Fyrr hava spælarar sum Xavi Hernandez, Andrés Iniesta og Wesley Sneijder kunnað vunnið, men endiliga verður hugt eftir øðrum spælarum, sigur Luka Modric við BBC og leggur afturat: -Hetta er fyri allar spælar­ ar­nar, sum kundu havt vunnið hesi árini, men ikki vunnu. Tað torført at seta orð á kensluna. Hetta er heilt fantastiskt, sigur Luka Modric. Hann segði eisini fyrr­ver­ andi liðfelagin í Real Madrid, Cristiano Ronaldo, og Lionel Messi at teir eru fram­úr­skar­andi spælarar, og tí er tað heilt serligt at vinna ein slíkar heiður. Kylian Mbappe úr PSG bleiv kosin til besta unga spælaran. Tað er ein nýggjur heiður, ið hevur fingið navnið Kopa. Hetta er til spælarar, sum eru und­ir 21 ár. Eisini bleiv ballon d’Or bólturin latin í kvinnufótbólti á fyrsta sinni. Her bleiv vinnarin Ada Hegerberg. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR Kroatiski miðvallarin hevur nú vunnið bæði FIFA Best Player og Ballon d’Or 2018. Hann er fyrsti spælarin, sum hevur vunnið heiðurin frá Cristiano Ronaldo og Lionel Messi seinastu tíggju árini Ballon d’Or 2018: LUKA MODRIC ER HEIMSINS BESTI Ballon d’Or Tað er franska tíðarritið, France Football, sum skipar fyri Ballon d’Or. Heitið hevur verið til síðani 1956, tá Stanley Matthews vann. Fram til 1995 var tað bara til spælarar úr Evropa. Síðani bleiv tað til spælarar, sum spæla í Evropa, áðrenn tað í 2007 fór at umfata allan heimin. Frá 2010 til 2015 løgdu Ballon d’or og FIFA saman, men eru nú aftur hvør sær. Tað er ein journalistur úr hvørjum landi, sum atkvøður fyri Ballon d’Or. Ballon d’Or úrslitini: 1. Luka Modric (Real Madrid og Kroatia) 2. Cristiano Ronaldo (Juventus og Portugal) 3. Antoine Griezmann (Atletico Madrid og Frakland) 4. Kylian Mbappe (Paris St-Germain og Frakland) 5. Lionel Messi (Barcelona og Argentina) 6. Mohamed Salah (Liverpool og Egyptaland) 7. Raphael Varane (Real Madrid og Frakland) 8. Eden Hazard (Chelsea og Belgia) 9. Kevin de Bruyne (Manchester City og Belgia) 10. Harry Kane (Tottenham og Ongland) Ballon d’Or vinnarar síðani 2007: 2007: Kaka 2008: Cristiano Ronaldo 2009: Lionel Messi 2010: Lionel Messi 2011: Lionel Messi 2012: Lionel Messi 2013: Cristiano Ronaldo 2014: Cristiano Ronaldo 2015: Lionel Messi 2016: Cristiano Ronaldo 2017: Cristiano Ronaldo 2018: Luka Mordic Tróndur Arge Á hvørjum ári atkvøður undir­ ritaði og Sosialurin fyri ársins Ballon d’Or vinnarar. Hóast Luka Modric er ein góð­ur og siðiligur vinnari, so er undirritaði ikki samdur við megin­partinum av fót­bólt­heimi­num, sum seinastu tíðina hevur atkvøtt fyri kroatiska mið­vallaranum til bæði FIFA Player of the Year og Ballon d’Or. Her er enn ongin ivi um, at Lionel Messi og Cristiano Ronal­ do eru í einum flokki fyri seg. Sosialurin atkvøddi: 1: Lionel Messi 2: Cristiano Ronaldo 3: Luka Modric 4: Mo Salah 5: Kylian Mbappe Stigatalvan fyri Ballon d’Or 2018: 1 - Luka Modric (753 stig) 2 - Cristiano Ronaldo (476) 3 - Antoine Griezmann (414) 4 - Kylian Mbappe (347) 5 - Lionel Messi (280) 6 - Mohamed Salah (188) 7 - Raphael Varane (121) 8 - Eden Hazard (119) 9 - Kevin De Bruyne (29) 10 - Harry Kane (25) 11 - N'Golo Kante (24) 12 - Neymar (19) 13 - Luis Suarez (17) 14 - Thibaut Courtois (12) 15 - Paul Pogba (9) 16 - Sergio Aguero (7) 17 - Gareth Bale (6) = - Karim Benzema (6) 19 - Roberto Firmino (4) = - Ivan Rakitic (4) = - Sergio Ramos (4) 22 - Edinson Cavani (3) = - Sadio Mane (3) = - Marcelo (3) 25 - Alisson Becker (2) = - Mario Mandzukic (2) = - Jan Oblak (2) 28 - Diego Godin (1) 29 - Isco (0) = - Hugo Lloris (0) Messi og Ronaldo fingu atkvøðurnar frá Sosialinum Føroyska umboðið til Ballon d’Or atkvøðurnar er Sosialurin. Her verður ikki mett, at Luka Modric hevur verið besti spælarin í hesum árinum. Heldur er talan um tveir gamlar kenningar, Lionel Messi og Cristiano Ronaldo