Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Bjarni Nielsen, Føroya sterkasti maður, takkar nú fyri seg í ítróttarhøpi. Veljarakanning vísir, at Fólkaflokkurin hevði verið størsti flokkur, um val var nú. Tveir mans vóru í vikuni tiknir fyri at hava hassj uppi á sær, tá ið teir komu í land úr fiskiskipi Tað varð Maybritt við Strond, lærari á Glasi, sum fekk Kærleikskúluna frá Dugna í ár, fyri hennara stóra arbeiði fyri næmingar við serligum tørvi. Formaðurin í B36 seinastu trý árini, Rúni Herup Olsen, hevur boðað nevndini frá, at hann nú gevst sum formaður.  Ábyrgd MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt spurningar eru sendir til Landsverk um Glasir? 53 Hvør eigur ábyrgdina av Glasi? Tað er spurningurin, sum tingfólk, politiskir viðmerkjarar og onnur hava kjakast um seinastu vikuna. Um orðið sigur Sprotin 1 tað at vera ábyrgur, ábyrgsla, andsvar, hava ábyrgd av e-m 2 (løgfr.) borgan [da. kaution] 3 (løgfr.) veð, trygd (t.d. seljara fyri at lutur er í lagi) [da. garant Skifta 2.300 listar fyri 500.000kr, tí teir detta niður. Hvat við at brúka 50.000kr, til at gera núverandi listar, orduliga fastar? Nei hvat veit eg, eg eri bara eitt bygdafrell Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, seinni av landnyrðingi, 5 - 10 m/s. Sól í støðum, men eisini einstøk æl ella vátakavaæl. Hitin um 6 stig um dagin, og millum frostmarkið og 5 stig um náttina.  eystur og landnyrðingur (sum er millum eystur og norðan Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av norði, 5 - 10 m/s, í støðum upp í 13 m/s. Um náttina niður í 2 - 7 m/s. Nakað av sól, men eisini einstøk kavaæl. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 - 13 m/s, sum um náttina minkar nakað. Nakað av sól, men eisini einstøk æl ella vátakavaæl. Hitin um dagin 4 stig, og um náttina millum frostmarkið og 4 kuldastig 5-10 m/s 5-10 m/s Føroyska samfelagið er aftur endað í einari gølu, sum leiðir tankarnar aftur til áttati-árini. Hesaferð er tað ein skúli, sum annars skuldi verða ein stoltleiki í føroysku menningini, sum er orsøkin til gøluna. Gølan er bæði búskaparlig og politisk. Skúlin er vorðin munandi dýrari enn ætlanin var.Fleiri góðar grundgevingar eru fyri hesum, men ttað sum vekir ans er, at tað blíva við at koma eykarokningar, sum Løgtingið skal játta eyka pening til. Politiska gølan er, at ongin vil standa við ábyrgdini. Onki alndsstýrisfólk hevur verið á tingsins røðarapalli og sagt, at viðkomandi ella tey sum landsstýrismaðurin varðar av, hevur gjørt eitt mistak, sum landsstýrismaðurin so tekur ábyrgdina av. Nei, higartil sær út, sum roynt verður at turka ábyrgdina uppá fleiri, sum stýrisskipanin annars hevur roynt at gjørt upp við. Nú hava vit lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Málið fyllir nógv og seinkar tí vanliga politiska arbeiðnum her móti ársenda. Ája! Og so til lutakastið til undankappingina til EM. Føroyar fingu eitt kanón lutakast við einum sera góðum bólki: Spania, Noreg, Svøríki, Rumenia og Malta. Eg sigi sera góðan bólk, tí verður hugt at øðrum bólkum, so høvdu teir so at siga allir verið verri. Eg veit væl, at vit ynskja okkum Ongland og Danmark, men soleiðis bleiv tað ikki. Tað spennandi er, at allir dystirnir verða spældir næsta ár og vit fáa altso fimm landsdystir á Tórsvølli. Eg nevni fótbóltin, tí hann fyllir mest í Føroyum, men samstundis eiga vit ikki at gloyma hondbóltin. Tað sær út sum Hondbóltssambandið veurliga er farið at gera um seg. Liðini luttaka kring alt Evropa og úrslitini síggja út til at gerast betri og betri. Ája! Størsta verkætlanin í Føroyum nakrrantíð – Eysturoyar- og Sandoyartunlarnir – eru á veg. Um eitt hálvt ár er hol millum Eysturoynna og Streymoynna og so er klárt at fara at bora til Sandoyar. Tað verður spennandi at síggja, hvussu hendan broytinginum í samferðslukervinum fer at broyta gerandisdagin í Føroyum. At vit megna at binda Føroyar saman, so tað er lætt at flyta seg ímillum, er fantastiskt. Í hesum sambandi bert tvey orð um íbúðarneyðina. Landsstýrið hevur sett sær fyri, at nú skal nakað henda og tað skal vera skjótt. Fólkatalið veksur, færri fólk hoyra til hvørja íbúð so vit mugu tørva fleiri íbúðir. At vit eru yvir 51.000 fólk í Føroyum í dag er ótrúligt. Hugsa vit um vánaligu tíðirnar fyrst í nítiárunum, so er hetta fólkatalið, sum vit hava í dag, helst munandi størri enn ankar hevði droymt um í níti-árunum. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? at Føroya fyrsti fótboltsskúli er stovnaður í Vági? 8-13 m/s Kanska er lívið eisini ein spurningur um nøgdsemi og at duga at síggja tað góða í teimum umstøðum ein ferðast í. Pápi plagda at spyrja meg tá eg var lítil, um eg fekk nokk at eta, hevði tak yvir høvdið, og klæði at fara í. Um ja, so skuldi eg fara nøgdur gjøgnum lívið