hósdagur 6. desember 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
5
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Poul Hentze: Føddur 09.07.56
Starv: Lærari í fólkaskúlanum síð
an 1984.
Giftur og havi tvey børn.
Serliga áhuga í list og tónleiki.
Eitt av mínum hjartamálum er
fólka skúlin. Tað sær út sum menn
ing arlæran verður tikin inn í und
ir vísingartilfarið. Tann flokkurin,
sum best gevur eitt mótspæl á
hes um økinum er miðflokkurin.
Sekulariseringin sum heild er ein tragiskur veruleiki. Í hesum landi,
sum hevur Kristi Kross sum sítt Merki, er neyðugt at koma aftur til
tey virðini, sum skaptu hetta samfelagið, nevniliga virðingin fyri
Guðs orð og fyri hvørjum øðrum.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Trúgvandi í politikki
Í farnu viku var ein ung, skilagóð kvinna, sum arbeiðir við høvuðs upp
gávu um religión og politik, á vitjan hjá formanni Miðfloksins. Nakað
av tí, vit tosaðu um, var, hví so mong meta trúgvandi at hoyra til á
høgra vonginum í politikki, og um sosialisman kann sameinast við at
verða kristin.
Sosialistur ella sosialur?
Viðvíkjandi tí seinna er at siga, at avgerðandi er at skilja ímillum tað at
vera sosialur og tað at vera sosialistur! Sosialistar kunnu vera, og
summ ir elska at halda seg vera, sosialir, meðan dagsins mest sosialu
eld sálir neyvan hava tíð at hugsa um á hvørjum politiskum vongi, tey
eru.
At siga, at tey fyrstu kristnu, tey, sum høvdu alt í felag og gingu á odda
at taka sær av teimum veiku, at tey vóru sosialistar, er høpisleyst!
Or søkin til at tey gingu á odda á sosiala umsorganarøkinum var kristna
trúgv teirra. Hendan dreiv tey at elska næstan og at vísa kærleikin í
verki. Tey vístu teirra sosiala sinnalag í verki, sama síggja vit eisini runt
heimin allan í dag.
Og tað eigur at verða drívmegi okkara og ikki mannaskaptar ideologiir,
sum mangan seta hin sterka í tað sæti, sum kristintrúgvin setur hin
veika og treingjandi.
Høgravíðgongdur og Kristin?
Rætt hevði hon í sínari undran yvir, hví mong meta tað vera sjálvsagt
at trúgvandi Kristin hoyra til á høgraveinginum politiskt. Tí eins harð
rendar mangar vinstravendar rørslur eru móti kristnu borgarum sínum,
eins kalt og kensleyst fer høgrarákið tíverri mangan fram móti teimum,
ið mest treingja!
"Tey kunnu taka seg saman", " hví fara tey ikki til arbeiðis", " hví skulu
vit, ið stríðast, føða tey" flestu okkara mugu kennast við útalilsi hes
um lík, útalilsi, ið verða vend móti teimum, ið mest trongja. Her er jú
talan um úttalilsir, sum bera boð um ein kærleiksboðskap, sum ikki er
skiltur rætt.
Tó merkist væl í dagsins ríka samfelag, at sosiala hjarta hjá teimum
før oyingum, sum eru væl fyri, er virkið,
teim um illa staddu til hjálpar. Tað sæst
tíðuliga runt alt landið, at hesi, uttan
mun til politiskan lit, geva aftur av tí
for rætti teimum untist bæði innan
vinnu á landi og sjógvi.
Vangamynd
CITAT
ikki ein segði um nakað
av tí, sum hann átti, at tað
var hansara egna; nei, tey
høvdu alt í felagsskapi
(áposlasøgan kap. 4, 32
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á