hósdagur 6. desember 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
M
ann skal halda
eyga við Guðrið
Højgaard næsta
ár, tí hon fer at
skapa, rista og førka Evropa í
2019. Hetta væntar viðurkenda
amerikanska blaðið, Politico,
sum hevur gjørt ein lista við 28
persónum, sum mann metir fara
at seta sín dám á Evropa í 2019.
Listin, sum kemur út á hvørj
um ári, eitur Politico 28, og her
er Guðrið Højgaard í tignarligum
selskapi við m.ø. svenska Skype-
stovnaranum, Niklas Zenn
ström, og Pedro Sánchez, for
sætisráðharra í Spania.
Guðrið Højgaard, sum er stjóri
í Visit Faroe Islands, hevur fingið
heiðurin fyri sítt imponerandi
arbeiði at seta smáu og ókendu
Føroyar á altjóða breddan við
átøkum sum Google Sheep View
og Faroe Islands Translate. Hon
er við hesum fyrsti føroyingurin
á Politico 28.
Allir 28 persónarnir á lista
num hava fingið hvør sítt
serkenda heiti, og heitið hjá
Guðrið Højgaard er “The Island
Evangelist” – ella á føroyskum:
Oyggja-evangelisturin.
Helt tað var ein feilur
Fyri tveimum mánaðum síðani
fekk Guðrið Højgaard ein teldu
post frá kreativa stjóranum í
Politico. Hann skrivaði, at Poli
tico hevði avgjørt, at hon skuldi
vera millum tey 28 á ársins lista.
- Eg hugsaði, at antin var
hetta spamm, ella var tað ein
feilur. Eg dugdi ikki at síggja, at
eg skuldi koma á hendan listan.
Eg skrivaði aftur og segði, at eg
roknaði við, hann tók feil við
mín íslendska starvsfelaga, tí ís
lendska ferðavinnan hevur havt
40 prosent vøkstur, og vit hava
bara havt 10 prosent, fortelur
Guðrið Højgaard.
Tað gingu minni enn fimm
minuttir, og so skrivaði hann
aftur til hennara, at hann hevði
absolutt ikki tikið feil. Hann
hevði verið í Føroyum tvær ferð
ir og sæð arbeiðið, sum Guðrið
Højgaard saman við restini av
Visit Faroe Islands toyminum
hevur gjørt fyri føroysku ferða
vinnuna, og hesum var hann
sera hugtikin av.
Guðrið Højgaard gleðist um
fínu viðurkenningina. Hon
vígir heiðurin til síni starvsfólk
á Visit Faroe Islands, til mongu
samstarvsfelagarnar, til polit
isku skipanina og til Føroyar.
- Tað er altíð gott at fáa eitt
herðaklapp fyri tað, mann ger.
Serliga frá fólkum, sum hava skil
fyri samskifti, miðlaheiminum
og marknaðarføring. Heiðurin
er ein eyka fyrimunur, tí enda
málið hjá okkum er altíð at
skapa úrslit. At halda seg til
kjarnuvirksemið og skapa úrslit
burturúr tí, er tað, sum liggur
mær nærmast á hjarta, sigur
hon.
Eitt bein í býnum
og eitt á bygd
Tá Guðrið Højgaard ikki situr á
kontórinum í Gongini í Havn,
dámar henni væl at stákast við
landbúnaði í heimbygdini, Ritu
vík. Gjøgnum uppvøksturin er
hon von við at ganga í gummi
stivlum, hoyggja, taka epli upp,
geva kríatúrum at eta og alt tað,
ið hoyrir til friðsæla men allíka
væl rokaliga bygdarlívið. Hetta
hevur givið henni eina góða
ballast og perspektiv uppá lívið.
- Tað er ein øgiliga góður mót
setningur til mítt vanliga lív. At
hava hendan partin í mínum lívi í
kombinatión við mítt arbeiðslív,
er við til, at mann heldur bæði
beinini niðri á jørðini.
Hennara uppruni er við til at
definera hana, og hesum er hon
stolt av.
- Eg eri veruliga stolt av at
hava eitt bein í býnum og eitt
bein úti á bygd. Eg haldi, tað
ger, at vit skilja hvønn annan
betur, sum vit annars ikki eru
serliga góð til í Føroyum. Tað
snýr seg ofta um “vit á bygd og
tit í Kontórshavn”, sum eg haldi
er spell, tí vit grava óneyðugar
gravir millum hvønn annan.
Hon heldur, at vit eiga øll at
vera stolt av, hvaðani vit koma,
óansæð hvar í landinum, tað er.
- Tað er ikki støddin á tín
um heimbýi, sum avger, hvat tú
megnar í lívinum – tað er breidd
in á tínum mentala horisonti,
sigur Guðrið Højgaard.
Droymdi ikki um
ferðavinnuna sum ung
Rituvíkingurin vildi síggja
heimin, og eftir fólkaskúlan
leitaði hon sær av landinum
sum AFS-skiftisnæmingur til
Spania. Aftaná lokið HF-prógv
var hon au pair í London í eitt
ár, og eftir hetta flutti hon til
Keypmannahavnar fyri at lesa
marknaðarføring og samskifti.
Um mann hevði spurt hana
tá, hvar hon hevði verið um 20
ár, hevði svarið í øllum førum
ikki verið í ferðavinnuni. Tá lá
tað nevniliga í kortunum, at
hon skuldi blíva management
consultant. Men tilvildin vildi
nakað annað.
Í 1998 fór hon til Stockholm at
taka síðsta árið av útbúgvingini.
Har helt kendi amerikanski
marknaðarføringurin, Philip
Kotler, ein fyrilestur, og hann
segði nakað, sum hevur fest seg
í minnið hjá Guðrið Højgaard.
- Hann byrjaði sín fyrilestur
- Tað er ikki støddin á tínum
heimbýi, sum avger, hvat tú
megnar í lívinum – tað er
breiddin á tínum mentala
horisonti, sigur rituvíkingurin
Guðrið Højgaard, sum hevur
fingið stóran altjóða heiður fyri
sítt arbeiði í Visit Faroe Islands
PERSÓNSSØGA: Guðrið Højgaard
Á lista við evropeisku elituni:
GUÐRIÐ ER OYGGJA-
EVANGELISTURIN
Politico 28 kom út sum eitt serblað. Heitið hjá Guðrið Højgaard er “The Islands Evangelist”, og hon er
bólkað sum nummar 9 í bólkinum “Dreamers”. Teir tríggir bólkarnir eru: doers, dreamers og disruptors