Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 7 við at siga: “Well... Eg haldi, at øll fólkini, ið arbeiða við ferða­ vinnu í Stockholm, eiga at verða koyrd til hús. Eg havi ongantíð verið her fyrr, og hetta er eitt av vakrastu støðunum, eg havi sæð – men eingin hevur nakran­tíð fortalt mær tað,” sig­ur Guðrið Højgaard hermandi eftir amerikansku dialektini hjá Philip Kotler. - Tað var fyrstu ferð, eg hugs­ aði um, at tað kundi verið spenn­ andi at arbeitt við ferða­vinnu í Stock­holm. Seks ár seinni sat hon í stjóra­ stólinum í mark­ naðar­deild­ini hjá Visit Stockholm. G a m l i s t j ó r i hennara frá Visit Denmark, har hon hevði arbeitt í fimm ár, bleiv ferðavinnustjóri fyri Visit Stockholm, og hann headhuntaði Guðrið við sær, so hon gjørdist nýggjur mark­nað­ar­stjóri. Har hevði hon heims­um­fat­andi ábyrgd av mark­nað­ar­før­ingini av svenska høvuðs­staðnum í sjey ár. - Eg kundi ikki sita hendur í favn Tá Ferðaráð Føroya, sum seinni bleiv til Visit Faroe Islands, varð endurstovnað í 2011, var Guðrið Højgaard í Føroyum í privat­um ørindum. Hon ætlaði sær aftur til krevjandi starvið í Visit Stock­ holm, sum hon treivst væl í, men gjørdi av at søkja starvið sum nýggjur stjóri í Ferðaráðnum og flyta heim saman við familjuni. Tá var lítil og eingin vøkstur í før­oysku ferðavinnuni, og við sín­um drúgvu royndum føldi hon eina ábyrgd at geva sítt íkast til at fáa ferðavinnuna á rætta kós, eftir at hava verið úti­seti í 20 ár. - Tað var týdningarmikið fyri meg at geva okkurt aftur til Før­ oyar. Eg kundi sum útiseti ikki bara sita hendur í favn og bíða eftir, at onkur annar tók ábyrgd. Úti­setar mugu eisini koma heim aftur og skapa fyritreytir til land­ið. Eg valdi so sjálv at vera tann, sum gjørdi tað, greiðir Guðr­ið Højgaard frá, sum tók við starvinum í apríl 2012. Tá hevði Ferðaráð Føroya fáar ressoursir, og hon helt ikki, at samstarvið millum tað al­ menna og privata var nóg gott. Hon sá tað sum sína uppgávu at útbúgva politikararnar til at taka tær røttu avgerðirnar fyri at menna ferðavinnuna í Før­ oyum á best møguligan hátt. - Eg hevði roynt líknandi til­ gongdir fyrr og visti, hvat tað kravdi, og tí lurtaðu politikar­ar­ nir eftir, hvussu eg helt, mann skuldi gera, fortelur Guðr­ið Høj­ gaard, sum var glað fyri álitið og vælvildina hjá Lands­stýri­num. Eftir tveir mánaðir megnaðu tey at tvífalda játtanina til Visit Faroe Islands frá 6,5 milliónum til 14 milliónir. Guðrið Højgaard helt, at ferðavinnan í Føroyum hevði nógv størri potentiali, enn hvat mann áður hevði megnað at fingið fram. Hendan játtanin skapti grundarlag fyri nýggjum arbeiðsstrategium við eitt nú brand­ing á sosialu miðlunum og kreativum átøkum. Henni dámdi heldur ikki tá­ Guðrið Højgaard elskar at arbeiða og síggja úrslit. Hon hevur verið stjóri í Visit Faroe Islands síðan 2012 MYND: BÁRÐUR EKLUND Guðrið Højgaard saman við Mary Loud McDonald, leiðara í írska tjóð­skapar­ flokkinum, Sinn Féin