hósdagur 6. desember 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
8
verandi retorikkin um ferða
vinnuna í Føroyum, sum var
merktur av ónøgd.
- Mann loysir øgiliga fáar
trupulleikar við at brokka seg í
fjølmiðlum og sosialum miðlum.
Mann loysir trupulleikar við
konkretum arbeiði, sum krevur
eldhuga og nógva tíð og orku,
sigur Guðrið Højgaard.
Útlendsk ferðaráð
eru imponerað
Sigast má, at arbeiðið hjá Visit
Faroe Islands hevur verið effek
tivt, tí ferð eftir ferð vinna tey
altjóða virðirslønir fyri síni
átøk, sum eru í heimklassa. Fíni
heiðurin í Politico 28 til Guðrið
Højgaard er í øllum førum ein
staðfesting av, at hon og Visit
Faroe Islands hava gjørt okkurt
rætt.
Ein av grundgevingunum til
heiðurin er, at Guðrið Højgaard
hevur eina størri avbjóðing
enn aðrir stjórar í øðrum ferða
ráðum. Hon skal ikki bara
fáa ferðafólk til Føroya – hon
hevur fyrst skulað sett Føroyar
á heimskortið. At hetta arbeiðið
hjá Visit Faroe Islands hevur
borið á mál, upplivdi Guðrið á
tiltakinum í Brússel í vikuni, har
makt-elitan í Evropa var samlað
til avdúkingina av Politico 28
listanum.
- Har vóru 150 fólk bjóðað til
tiltakið, og eg tosaði ikki við ein
einasta persón, sum ikki visti,
hvat Føroyar var. Eg haldi ikki,
eg yvirdrívi, um eg sigi, at eini 20
av teimum høvdu antin akkur
át verið í Føroyum, ella ætlaðu
tey sær, ella høvdu tey vinfólk,
sum júst høvdu verið í Føroyum,
fortelur Guðrið Højgaard, sum
eisini sigur, at hetta er ein stór
broyting í mun til fyri fáum ár
um síðan. Hetta er beinleiðis
effekt av arbeiðnum hjá Visit
Faroe Islands á sosialu miðlun
um.
Ferðaráð í øðrum londum
seta seg ofta í samband við Visit
Faroe Islands, og spyrja, hvussu
mann í Føroyum við so fáum
fólkum megnar at bera eina so
positiva ferðavinnu.
- Vit hoyra dagliga frá fólki,
sum eru imponerað av, at vit eru
so smá og hava tann kvalitetin á
tí, sum vit gera. Í dag er tað ikki so,
at vit seta okkum í samband við
ferðaráð sum Visit Copenhagen
ella Visit Denmark fyri at spyrja,
hvussu tey gera. Tað er umvent.
Tey spyrja okkum, hvussu vit
gera fyri at vera so sjónlig á
sosialum miðlum og vinna allar
hesar virðislønirnar, fortelur ný
útnevndi oyggja-evangelisturin.
- Tað er rættiliga paradoksalt,
at lítlibeiggi knappliga hevur
fingið eina sovorðna positión,
sigur hon.
Ferðavinnan heldur vinnuni
og fólkatalinum uppi
Guðrið Højgaard sigur, at stóra
uppmerksemið um Føroyar í út
lendskum miðlum hevur gjørt
Føroyar til eitt kul stað – bæði
fyri ferðafólk og føroyingar.
Ferðavinnan skapar ein eftir
spurning úti frá, sum ger, at tað
verður eitt størri grundarlag hjá
føroyskum vinnufyritøkum at
vera til.
- Vøksturin ger, at tað kunnu
vera nógv fleiri veitarar, sum
kunnu bjóða ymsar vørur út.
Hetta veri seg eitt nú matstovur,
kaféir, upplivingar og listafólk.
Í fleiri av teimum fínaru mat
stovunum í Føroyum eru millum
40 og 80 prosent av gestunum
ferðafólk. Um mann ikki hevði
eina ferðavinnu, so høvdu allar
hesar matstovurnar ikki klárað
seg, og mann hevði ið hvussu er
havt nógv færri, sigur Guðrið
Højgaard.
Tann globali trendurin er, at
fólk flyta frá útjaðaranum og
inn til býirnar, og áðrenn Visit
Faroe Islands varð sett á stovn,
var fólkafráflytingin stóri dis
kursurin í Føroyum. Men nú
er gongdin av álvara broytt, og
hetta er sambært Guðrið m.a.
orsakað av ferðavinnuni.
- Við ferðavinnuni kunnu vit
skapa nøkur onnur størv enn
størv í fiski- og alivinnuni, og
hetta eru fortreytir fyri, at ungir
føroyingar vilja flyta heimaftur
eftir loknan lestur. Tað er meira
hugaligt at búgva í einum staði,
har ferðavinnan blómar. Mann
fær eitt størri útboð til tey
lokalu, og tað er tað, vit síggja í
Føroyum, sigur hon.
- Tað er einki, sum ger meg
glaðari, enn at hoyra positivar
søgur frá ungdóminum, sum
velir Føroyar til, ella frá t.d.
listafólkum, sum selja sína list
til ferðafólk.
Góðar vónir um framtíðina
Guðrið Højgaard hevur góðar
vónir um føroysku ferðavinnu
na, og serliga gleðist hon um, at
Visit Faroe Islands í 2018 hevur
fingið eina nýggja menningar
deild, har tvey fólk eru sett í
starv, sum hava ábyrgd fyri inn
lendis ferðavinnumenningini.
- Vit arbeiða full drøn á
kassan við at gera eina menn
ingarstrategi, sum verður liðug
í februar. Har koma vit at gera
nógv innlendis fyri at fáa eina
so burðardygga ferðavinnu sum
møguligt, soleiðis at so nógv
fólk, sum gjørligt, kunnu tjena
uppá ferðavinnuna í Føroyum,
sigur Visit Faroe Islands stjórin.
Tey 28 fólkini á listanum hjá
Politico verða sum sagt mett at
“skapa, rista og førka” Evropa í
næsta ár. So er spurningurin -
hvussu kemur Guðrið Højgaard
at gera hetta?
- Tað er ein góður spurningur,
flennir hon. Eg ynski, at Føroyar
skal vera livandi og eitt gott stað
at vera og fari at halda fram við
at gera mítt besta fyri at fáa
so nógv sum møguligt burtur
úr ferðavinnuni, sigur Guðr
ið Højgaard, sum væntar, at
vaksandi uppmerksemið um
Føroyar fer at lata fleiri hurðar
upp, so nýggir útlendskir aktør
ar fara at seta sjóneykuna á Før
oyar innan heilt stutta tíð.
PATURE@SOSIALURIN.FO
Guðrið Højgaard er á Politico 28 í selskapi við fólk sum Jeremy Corbin, formanni í bretska Labour, Niklas Zennström, sum stovnaði
Skype og Pedro Sánchez, forsætisráðharranum í Spania. Nummar 1 á listanum er Matteo Salvini, varðaforseti í Italia
MYND: TRÓNDUR DALSGARÐ
PERSÓNSSØGA: Guðrið Højgaard