hósdagur 6. desember 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
9
EIRIKUR LINDENSKOV
– Hetta er fyrsti bátur, sum er
bygdur til læknabát í Føroyum.
Hetta er ein partur av hospitals
søguni, og tí eigur báturin á
onkran hátt at verða knýttur til
savnið í Gamla Hospitali.
Tað sigur Birgar Johannesen í
Havn. Hann hevur funnið fram
til, at gamli Reyði Krossur – tann
fyrri, sum Lias í Rættará í Havn
bygdi í 1919 til læknabát, stend
ur uppi á landi í Hósvík. Hann
hevur spurt seg fyri, og báturin
fer burtur, um eingin áhugi er
at fáa hann til Havnar, hevur
Birgar Johannesen fingið at vita
frá eigarunum.
Hann hevur tí skotið upp fyri
Tórshavnar býráð, at báturin
verður fluttur til Havnar, so
hann kann bjargast.
– Tað er eitt gylt høvi at gera
tað nú. Tá hann er farin burtur,
tá er ov seint, sigur Birgar
Johannesen.
Gamli Reyði Krossur sigldi
sum læknabátur frá 1919-1950.
Eftir tað høvdu skótarnir í Havn
bátin, til Dánjal Hermansen í
Hósvík keypti hann í 1957 til at
flyta ferðafólk við. Hann kundi
tá taka 25 ferðafólk.
Tíðliga í sekstiárunum keypti
Jógvan Hermansen bátin og
umbygdi hann til fiskiskap. Í
2009 keyptu Árni og Christian
Hansen í Hósvík bátin. Tvey
tey seinastu árini hevur Reyði
Krossur staðið uppi á turrum í
Hósvík.
– Hann eigur sjálvandi at
vera varðveittur. Í sambandi
við at Gamla Hospital verður
sett í stand og verður savn, er
tað so innlýsandi, at gamli Reyði
Krossur eisini verður varðveitt
ur í hesum sambandi, heldur Bir
gar Johannesen.
Sigast skal, at tá hesin Reyði
Krossur varð bygdur, var Gamla
Hospital virkið sum sjúkrahús.
Tað var tað til 1924, tá nýggja
Alexandrines Hospital varð
bygt – tann parturin av Lands
sjúkrahúsinum, sum nú hýsir
føðideildini. So tað er eyðsæð,
sum Birgar Johannesen vísir á,
at báturin hevur havt fast til
knýti til Gamla Hospital, tá hann
varð bygdur.
– Havnin fær bátin fyri einki,
tað er bara at fara eftir honum,
sigur Birgar Johannesen, sum
heldur tað vera ómetaligt spell,
um báturin gleppur býnum av
hondum, bara tí at eingin áhugi
er hjá býráðnum at varðveita
bátin – sum umframt at vera
partur av Gamla Hospitali eisini
er ein partur av Havnar søgu
og bátabyggingini hjá Liasi í
Rættará.
Í
Jólaódnini 2016 sakk deks
báturin Toftafossur við
brúnna í Hósvík. Hann
fekk onkrar snuddir, men
varð skjótt tikin upp aftur og
hevur síðan staðið á landi á
havnarlagnum í Hósvík.
Hetta er søguligt far, gamli
læknabáturin, Reyði Krossur,
sum Lias í Rættará smíðaði í
1919 til sjúkrahúsverkið í Havn.
Vit kunnu sostatt staðfesta, at
hann fyllir hundrað komandi
ár. Hann hevði ein 30/36 hesta
hundested motor og sigldi
hampiliga skjótt.
Í 1950 gavst Reyði Krossur
við sjúkraflutningi og varð
árið eftir seldur Rovaraflokki
Sigmunds Brestissonar í Havn.
Brestir, sum báturin síðan
nevndist, hevði stórt ruff, var
rúmligur undir dekkinum og
væl egnaður til skótavirksemi.
Teir sigldu við honum kring
oyggjarnar. Tað var serliga í
sambandi við páska-, hvítusun
nu- og summarlegur.
Daniel Hermansen í Hósvík
keypti nøkur ár seinni, í 1957,
Brest frá skótunum í Havn
og ætlaði at umbyggja hann
til útróðrarbát, men gjørdist
sjúkur. Bróðursonur hansara,
Jógvan Hermansen, keypti
deksbátin eitt sindur seinni.
Hann og bróðirin Gutti fóru so
at rógva út við Toftafossi, sum
báturin tá kallaðist.
Í 2009 keyptu Kristian og
Árni Hansen í Hósvík Tofta
foss. Teir plagdu, sum skilst,
at vera á Norðhavinum við
snellu um várið og at seta línu
viðhvørt. Seinastu tíðina tyk
ist deksbáturin, sum hevur 165
hesta volvo penta, meir og meir
at hava ligið við bryggju.
Ikki er yvir at dylja, at nógv
orka - bæði so og so - krevst
at hava sovorðið hundrað ára
gamalt træskip siglandi. Og tað
er skiljandi, at hósvíkingar ætla
at sleppa av við bátin, sum vit
hava frætt.
Í hesum sambandi er við
komandi at spyrja: Er stundin
ikki komin at seta á stovn deks-
ella motorbátasavn í Føroyum?
Eldsálum okkara at takka
sigla hesir vøkru motorbátar
nir, ið líkjast smáum sluppum,
framvegis summarsigling. Men
eiga vit ikki at fáa deksbátarnar,
ið ikki longur sigla, undir tak?
Saman við fiskireiðskapi,
smíðiamboðum, myndum o. m.
ø. hevði slíkt savn varpað ljós á
eina hugfarsliga farna tíð, tíð
ina tá ið støði varð lagt undir
vælferðarsamfelagið.
Lias í Rættará flotaði annars
fyrsta skrásetta deksfar sítt á
vári 1901. Tað var Maria, eitt lítið
súðubygt seglskip, níggju tons
stórt. Olaf Finsen, apotekari, í
Havn átti tað.
Eli var annað deksfarið, sum
Lias og menn hansara smíðaðu.
Hetta fór fram á Høgukai í
Havn. Restorffs handil í Vágs
botni læt farið smíða at sigla
við farmi millum handilin í
Havn og úthandlarnar á bygd.
Eli fór av bakkastokki 26.
august 1901, var um 17 tons og
fekk í 1902 sum fyrsta føroyska
deksfarið motor.
Í 1905 fór Lias í Rættará út
í Álakersvík í Havn at smíða
undir taki. Tá ið mest var at
gera, flotaðu teir ein bát um
mánaðin. Sama árið fór fór
eisini Laurits í Mortansstovu
út í Álakersvík við skipasmíði
sínum. Teir smíðaðu eisini
vanligar árabátar umframt at
umvæla sluppir á Havnar vág.
Læknabáturin Reyði Krossur hundrað ár
Óli Olsen, skipakønur, greiðir
frá um gamla læknabátin, Reyða
Kross, sum komandi ár fyllir 100 ár
Toftafossur í Hósvík er gamli Reyði Krossur, tann
fyrri. Lias í Rættará í Havn bygdi bátin í 1919. Seinastu
61 árini hevur hann verið heimahoyrandi í Hósvík
FÁIÐ GAMLA REYÐA KROSS
AFTUR TIL HAVNAR!
Birgar Johannesen í Havn
heldur, at tann fyrsti Reyði
Krossur, sum næsta ár fyllir
100 ár, eigur at bjargast og
fáast til Havnar sum skjótast
Lias í Rættará bygdi
bátin í 1919
Bygdur í 1919 til læknabát
Læknabátur frá
1919 til 1950
Gulu skótarnir høvdu
hann frá 1950-1957.
Fyrstí 60'unum keypti
Jógvan Hermansen bátin.
Umbygdur til fiskiskap
Í 2009 keypa Árni
og Christian Hansen
í Hósvík bátin
Hevur staðið á landi
seinastu tvey árini
Fakta um
Reyða Kross:
Gamli Reyði Krossur, sum Lias í Rættará í Havn bygdi í 1919 til
læknabát, á Vestaruvág í Havn. Nú stendur hann og fúnar uppi
á landi í Hósvík. Birgar Johannesen, sum stovnaði býarsavnið
í Havn, heldur, at báturin skal bjargast og fáast til Havnar, har
hann kundi verið partur av savninum Gamla Hospitali