Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 10 - KANSKA VIT RÓPA NÓG HA At bera brek í Føroyum TEMA - Vit blindu og sjónveiku verða viðhvørt gloymd, tá tað verður bygt nýtt. Mann hugsar ikki, at vit hava ein tørv, líka sum onnur hava, sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag, sum eisini fortelur um tiltøkini í myrkri, sum Sjóndepilin skipar fyri PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO T ey blindu og sjónveiku í Føroyum hava sum heild góðar umstøður, og serliga er tað Sjón­ depl­inum at takka, at trivnaðurin í dag er so góður. Hetta heldur Ruth Thomsen, forkvinna í Før­ oya Blindafelag, sum vísir á, at Sjón­depilin hevur stóran týdning fyri blindar og sjónveikar før­oy­ ingar. - Eg haldi, at blind og sjónveik hava tað sera gott í Føroyum. Vit hava jú tann fantastiska Sjón­ depil­in, sum er staðið, vit kunnu fara til, tá sjónin fer at bila. Tað er ein fantastisk hjálp, ráðgeving og vegleiðing, mann fær har. Her kann mann fáa hjálp til at fáa ein gerandisdag so vanligan sum møgu­ligt, fortelur Ruth Thom­ sen. Ruth Thomsen hevur altíð verið sjónveik, og tey síðstu 20 árini hevur hon verið heilt blind. Hon ferðast ikki einsamøll í ferðsl­uni longur, tí hon hevur ikki førarahund. Men hon hevur havt førarahund, og hon heldur, at føroyingar eru sera raskir til at vera uppmerksamir uppá blind í ferðsluni. - Eg var yvirraskað av, hvussu væl fólk halda eyga við einum blind­um úti á gøtuni. Um mann kemur eitt sindur skeivt fyri, er onk­ur beinanvegin til reiðar at hjálpa. Fólk eru komin út úr hús­ un­um fyri at bjóða mær sína hjálp, tí tey hava sæð meg og hund­in gjøgnum vindeygað. Eg haldi veruliga, at føroyingar eru fant­astiska góðir til at hjálpa. Hon gleðist eisini um relativt nýggja fylgjarakortið hjá MEGD, sum gevur teimum, ið hava tørv á fylgjara, rætt til at taka fylgj­ar­ an við sær, uttan at goldið verður fyri fylgjaran. - Eg haldi, tað er fantastiskt, at tað er komið. Tað kemur veruliga okk­ara limum til góðar, so mann slepp­ur frá at gjalda dupultan prís, tá mann gjarna vil sleppa til okk­urt tiltak. Tað er ordiliga gott, sig­ur Ruth Thomsen. Atkomumøguleikarnir kunnu gerast betri Sjálvt um umstøðurnar hjá blind­ um og sjónveikum í Før­oy­um eru góðar, dylir forkvinnan í Blinda­ felagnum ikki fyri, at tað altíð er pláss fyri betringum. Her hugs­ar hon serliga um atkomu­møgu­ leikarnar, sum ikki eru nóg góðir. - Tað er ynskiligt, at atkomu­ møgu­leikar hjá blindum og sjón­ veik­um verða tiknir meira við, tá tað verður bygt nýtt, og tá ábøtur verða gjørdar ymsastaðni. Eg vóni, at mann fer at hugsa eitt sind­ur meira um tey, sum hava trupul­leikar við sjónini, sigur hon. Glas verður brúkt meira og meira í bygningum í dag, og hetta halda arkitektarnir vera øgiliga flott. Men fyri tey blindu og sjónveiku er hetta glasið hvørki flott ella brúkaravinarligt, og ser­ liga er hetta ein stór avbjóðing hjá teimum, sum eru sjónveik. Tey síggja eitt lítið sindur, og tí er avgerandi fyri tey at verða áv­ arað um hesar stóru glas­rút­ar­ nar-, hurðarnar ella veggirnar, so tey ikki ganga inn glasið, tá tey ferð­ast í býnum. - Øgiliga ofta gloymir mann at gera eina markering í glasið, so at tann, sum sær illa, hevur ein møgu­leika fyri at vita, at har er ein glashurð, sigur Ruth Thom­ sen. Hon vísir eisini á, at tað er ein stórur fyrimunur, um kontr­ ast­ur og avmerkingar eru í trapp­ um, so mann betur sær, at har er ein trappa. Tað hevur eisini týdn­ ing, at gelendarar til trappuna eru heilt til endan av trappuni. - Hatta eru smáting, sum í roynd og veru ikki kosta so nógv, men sum gera stóran mun fyri sjón­veik, sigur Ruth Thomsen. Sjóndepilin verður ofta tikin við uppá ráð, tá nýtt skal byggj­ ast. Men tað er sambært Ruth Thom­sen ikki altíð, at ráðini verða fylgd. Tí heldur hon, tað hevði verið gott, um tey, ið standa fyri byggjaríum, hugsaðu meira um hesi tingini. - Tað kann vera, at vit eru ov still og ikki rópa nóg hart. Kanska vit blindu og sjónveiku verða gloymd viðhvørt, tá tað verð­ur bygt nýtt. Mann hugsar ikki, at blind og sjónveik hava ein tørv líka so væl sum onnur. At­ komu­møguleikarnir hjá okkum drukna í so nógvum øðrum mál­ um, sigur hon. Eitt av høvuðsmálunum hjá Før­oya Blindafelag er at arbeiða fyri einum samfelag, sum er at­ komu­ligt hjá blindum og sjón­ veik­um Vísa sín veruleika við tiltøkum í myrkri Fyri ein, ið sær væl, kann tað vera ringt at ímynda sær, hvussu tað man vera at missa sjónina. Hjá nógv­um er tað ein avbjóðing bara at ganga við bindi fyri eyg­ uni. Men hvussu er tað at eta, drekka og fáa sær uppá tallerkin Um blind og sjónveik: Sjóndepilin er á Traðarbrekku í Havn. Her eru ymisk tilboð og tænastur til blind og sjónveik og til teirra avvarðandi