Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 11 utt­an yvirhøvur at síggja? Hetta er gerandisdagur hjá nógvum, og hetta pettið av gerandisdegnum vil Sjóndepilin vísa fólki í Før­oy­ um við at skipa fyri tiltøkum í myrkri. Fyri tveimum vikum síðani varð nevniliga bjóðað inn til myrka­kafé á Sjóndeplinum í Havn. Skipað varð fyri tveimum kafé­um hvønn dag í tríggjar dagar, og undirtøkan var stak góð. Umleið 30 fólk komu til hvørja kafé, og kaféin var full hvørja ferð. Endamálið við kaféini var at bjóða síggjandi inn í heimin hjá teim­um blindu fyri at uppliva, hvussu tað er, ikki at hava sjón. Ruth Thomsen heldur, at øll kunnu fáa eina gevandi løtu í bøla­myrkri. - Tankin er at geva fólki størri forstáðilsi fyri tí at antin vera blindur ella síggja illa. Vit vilja uppá ein positivan máta vísa, hvussu veruleikin hjá okkum, sum eru blind og sjónveik, er, so­ leiðis at fólk fáa eina positiva upp­living, samstundis sum tað er álvar­s­ligt, sigur Ruth Thomsen. Fingið nýggja útgerð Umframt myrkakafé hevur Sjón­ depil­in eisini skipað fyri øðrum tiltøk­um í myrkri sum eitt nú trý og fimm rættaðar máltíðir í myrkri. Royndirnar hava verið so mikið góðar, at stovnurin nú hev­ur fingið nýggja útgerð, so tey uppá fáar minuttir kunnu myrka­leggja alla høllina í Sjón­ deplinum, har tiltøkini eru. Her fara tey framhaldandi at skipa fyri kafé, máltíðum o.a., sum tey hava gjørt seinastu árini. Vanligvís er tað eitt stórt arbeiði at myrkaleggja, og tí hev­ ur tað serliga verið ein avbjóðing, tá fyrireikararnir hava skipað fyri tiltøkum í øðrum hølum utt­ an fyri Sjóndepilin. Men við nýggju útgerðini og serligu myrka­leggingsgardinunum, sum verða stýrdar við fjarstýring, fer tað í framtíðini at verða nógv lætt­ari og skjótari at gera klárt til tiltøk í myrkri. Men gardinurnar eru ikki nokk til at fáa tað heilt myrkt. Tí eru serligir vind­eyga­ karm­ar gjørdir, soleiðis at einki ljós kemur inn nakrastaðni frá. Tá tað so verður myrkalagt, fara gard­inurnar niður fyri vind­eyg­ uni, hurðarnar og allastaðni, har ljós kann koma inn frá. Ringt at seta seg inn í Ruth Thomsen fortelur, at sjónin stendur fyri 86 prosentum av øll­ um inntrykkum, mann sum síggj­andi fær. Hinir sansirnir standa bara fyri 14 prosentum, so tað sigur nokkso nógv um, hvussu ógvusligt upplivilsi tað kann vera knappliga at missa sjón­ina, tá mann verður leiddur inn í myrkrið. Tá Sjóndepilin skipar fyri myrka­kafé, skulu fólk, sum eru von við at síggja, royna at skeinkja sær kaffi, fáa sær kaku uppá tall­ erk­in og práta við fólk­ini rundan um borðið – uttan at síggja nakað yvirhøvur. - Tað er ikki bara bara. Alt er ein avbjóðing hjá fólki, sum ikki eru von at vera blind, sigur Ruth Thom­sen. Tiltøkini í myrkri kunnu tó ikki samanberast við veruliga lívið uttan sjón. - Mann kann ongantíð seta seg ordiligt inn í, hvussu tað er at vera blindur, uppá ein tíma. Men mann kann skilja støðuna við at missa sjónina í ein tíma, har mann ikki hevur eygnakontakt og alt annað, sum spælir eina so stóra rollu í samskiftinum við onn­ur fólk, sigur Ruth Thomsen. Føddur blindur ella ikki Ruth Thomsen fortelur, at tað er tað sama, um mann er føddur blind­ur, ella um mann er blivin blind­ur. Men kortini er tað stórur munur á hesum báðum, tí mann upplivir heimin á hvør sín máta. - Tá mann er føddur blindur, hevur mann ikki tann longsulin, sum t.d. eg havi, tí eg havi jú sæð sum ung. Mann kemur altíð at bera uppá ein sakn av at hava mist sjónina. Tann saknin hevur ein, sum er føddur blindur, ikki, tí viðkomandi kennir ikki til annað enn at vera blindur, greiðir Ruth Thomsen frá. Sambandið til litir, ting o.s.fr. er í hesum báðum førunum heilt hvør sítt. - Eg veit jú, hvat litir er fyri nakað. Eg veit, hvat náttúra er, og eg veit, hvussu fjøll og dalar síggja út. Tað veit ein, sum er fødd­ur blindur, ikki. Uppá hend­ an mátan er tað heilt hvør sítt at vera føddur blindur ella vera bliv­in blindur, sigur Ruth Thom­ sen. T IKKI ART Føroya Blindafelag varð stovnað í 1972. Umleið 50 limir eru í felagnum í dag. Limir í blindafelagnum eru fólk, sum síggja 10 prosent ella undir 10 prosent. Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag, heldur, at hóast blind og sjónveik trívast væl í Føroyum í dag, kundu atkomumøguleikarnir blivið munandi betri