hósdagur 6. desember 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
12
TEMA
- Tað sum hevur stóran týdning fyri brekøkið
er, at tey sum bera brek, seta orð á viðurskiftini.
Tí tað eru tey, meira enn nakar annar, ið veit
hvat manglar. Vit hava tørv á at hoyra teirra
rødd. Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í
meginfelagnum MEGD, um arbeiðið í Føroyum
at betra umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
3
. desember er á hvørjum
ári dagurin, tá lond kring
allan heimin hátíðarhalda
altjóða dag teirra, ið bera
brek. Í Føroyum varð dagurin
hátíðarhildin í Norðurlandahús
inum, har ein serstøk mynda
framsýning lat upp.
Tað er meginfelagið MEGD, ið
umboðar 24 ymisk feløg, sum
skipaði fyri degnum, ið varpar
ljós á umstøðurnar og lívini hjá
teimum føroyingum, ið bera
brek. Og tey eru fleiri, enn man
vanliga ger sær far um. Tóra við
Keldu, forkvinna í MEGD, vísir
nevniliga á, at mett verður, at
tíggjundi hvør føroyingur ber
eitt brek.
- Vit hava ikki nøkur endalig
hagtøl fyri Føroyar, men vanliga
verður sagt, at 10 prosent av
íbúgvunum í einum landi bera
eitt brek. Tað siga vit úr frá teim
um
tølum,
ið
grannalondini
brúka. Tað er ein stórur partur av
føroyingum og tað verður eisini
mangan sagt í ST-høpi, at tey
sum bera brek, er tann størsti
minnilutabólkurin í einum sam
felag, sigur Tóra við Keldu.
Fevnir um nógv
Forkvinnan vísir á, at ein av
orsøkunum til stóra talið er, at
hugtakið fevnir um eina ør
grynnu av persónligum viður
skiftum.
- Bara í MEGD eru vit 24 lima
feløg, so tað er ein breið defini
tión av hvat eitt brek er. Tað er
heldur ikki øll, ið eru so glað fyri
at brúka hugtakið. Ein breið vifta
av feløgum eru limafeløg hjá
okkum, men tað er kortini ikki øll
hesi, ið identifisera seg við orðið
brek, sigur hon.
Tá tíggju prosent av føroying
um bera brek merkir tað, at allar
helst allir føroyingar eru í familju
við ella kenna onkran, ið ber
brek. Kanska enntá uttan at man
heilt veit av tí ella hugsar um tað.
Tí er tað eisini so týdningarmikið,
at tey sum bera eitt brek, eru við
til at varpa ljós á hetta.
- Tað sum hevur stóran týdn
ing fyri brekøkið er, at tey sum
bera brek, seta orð á viðurskiftini.
Tí tað eru tey, meira enn nakar
annar, ið veit hvat manglar. Vit
hava tørv á at hoyra teirra rødd,
sigur Tóra við Keldu og leggur
afturat.
- Tað sum vit uppliva í okkara
arbeiði er, at tá onkur kennir ein,
ið ber eitt brek, so skilja tey betri
umstøðurnar og tað, ið skal til. Tí
er tað okkara ynski, at fólk verða
meira opin um avbjóðingina og
sjálvi seta orð á hvat tað er, ið
skal til.
Politiska røddin
MEGD er eitt meginfelag fyri tey
feløg, ið virka innan brekøkið.
Tað merkir, at arbeiðið hjá MEGD
er avmarkað til at vera tann pol
itiska røddin hjá limafeløgunum.
At saman hoyrast tey betri, enn
um tey 24 limafeløgini í hvør sín
um lag skuldu stríðst fyri sínum
málum.
Grundarlagið fyri alt arbeiðið
hjá MEGD er ST-sáttmálin um
rættindi hjá einstaklingum, ið
bera brek frá 13. desember 2006
og sum Føroya løgting samtykti
13. mai 2009. Sáttmálin inniber
millum annað, at ST regluliga
kannar hvussu støðan er á brek
økinum í Føroyum og hvussu
gongst við at betra um umstøð
urnar. Og tað er ymiskt, ið føroy
ingar mugu arbeiða við sambært
ST.
- Summar viðmerkingar eru
rættiliga tyngjandi fyri Føroyar.
Fleiri hundrað føroyingar eru
tunghoyrdir ella deyvir. Tað talið
einans veksur, tí í dag eru vit
áhaldandi umgird av larmi, ið ger
at hoyrnin viknar, sigur Tóra við
Keldu og leggur afturat.
- Men fyri tey er Kringvarpið
bara atkomiligt í dokumentar
sendingum. Tað er heilt óal
mindiliga keðiligt fyri teir borg
arar,
tí
øll
kirkjugongd,
øll
ólavsøka, øll møtir, allar 25 min
uttir sendingar, tíðindasendingar
og annað er slett ikki atkomiligt
fyri tey.
Tað er kortini ikki bara Kring
varpið, ið hevur trupulleikar við
at veita eina góða tænastu til tey,
ið eru tunghoyrd ella deyv.
- Tá deyv fara undir útbúgving
leggja tey skjótt merki til, at
tørvurin á tímum verður ikki
nøktaður, tí eftirspurningurin er
ov stórur. Tað løgdu vit sum meg
infelag eisini merki til í samband
við tiltakið á altjóða brekdegn
um, tá eingin teknmálstolkur var
tøkur. Tað sigur eitt sindur um
støðuna, tá eingin teknmálstulk
ing er á sjálvum altjóða brek
degnum,
staðfestir
Tóra
við
Keldu.
Fjallalandið
Fyri nøkur teirra, ið bera brek,
kann sjálvt føroyska landslagið
verður ein forðan í gerandis
degnum, vísir forkvinnan á.
- Vit eru eitt fjallaland, og tað
merkir, at her eru so ótrúliga
nógvar gáttir, trappur og kantar.
Tað er ein stór avbjóðing á kaffi
stovum, matstovum, biografum
og har sum fólk annars koma.
Tað sum er alment fyri øllum,
vilja vit so gjarna, skal vera at
komiligt fyri øll, sigur hon.
Sami ger seg galdandi í sam
ferðsluni, har tey sum sita í rulli
stóli, ikki hava somu møguleikar
at ferðast kring landið sum onn
ur.
- Um eg arbeiddi í Havn og sat
í rullistóli, so kundi eg ikki ferð
ast við bygdaleiðum. Tað harm
ast vit um, tí vit ynskja eitt sam
felag, har tey tilboð landið bjóðar
borgarum, skulu vera atkomilig
fyri øll. At tey, ið bera brek,
merkja so fáa múrar sum gjørligt,
sigur forkvinnan.
Fleiri batar
Meðan tað er lætt at finnast at
og vísa á nakrar av teimum
manglum, ið eru í samfelagnum,
At bera brek í Føroyum
TEMA
TANN STØRSTI
MINNILUTIN
- Tað er ein
stórur partur av
føroyingum og
tað verður eisini
mangan sagt í
ST-høpi, at tey
sum bera brek,
er tann størsti
minniluta
bólkurin í einum
samfelag
- Tað sum
vit uppliva í
okkara arbeiði
er, at tá onkur
kennir ein, ið
ber eitt brek, so
skilja tey betri
umstøðurnar og
tað, ið skal til.
Tí er tað okkara
ynski, at fólk
verða meira
opin um avbjóð
ingina og sjálvi
seta orð á hvat
tað er, ið skal til