Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 13 so er Tóra við Keldu eisini skjót at vísa á, at tað eru framstig at fegn­ast um. - Vit merkja, at støðan broyt­ ist. Tað er eitt frambrot, at doku­ ment­ar­sendingarnar hjá Kring­ varp­inum eru tekstarar í dag. Tað er eisini eitt frambrot, at Dag­ur­ &Vika verður stroymt við tekn­ máls­tulking. Og nýggja byggi­ kunn­gerðin, ið áleggur teimum, sum byggja nýtt, at gera tað at­ komi­ligt fyri øll, er eitt stórt fram­brot, vísir hon á. Fólkini handan MEGD eru eis­ ini ómetaliga fegin fyri tær góða um­støður, ið ítróttarfeløg og festi­val­ar hava veitt teimum áskoð­arum, ið sita í rullistóli. - Við fótbóltsvøllir hevur nógv verið gjørt burturúr at geva pláss til áskoðarar við rullistóli og vit hava góðar royndir við festival­ unum kring landið. Fylgj­ara­ kortið er eisini eitt stórt fram­ brot, tí tað gevur møguleikan til eina rúgvu av upplivingum, sigur Tóra við Keldu. Menningin er lykilin Eitt øki í føroyska samfelagnum, har vísast kann á bæði batar og manglar, er skúlaverkið. Fyri tey í MEGD er tað týdningarmikið, at man sær møguleikarnar fyri menn­ing í øllum børnum. - Tilboðini eru ymisk frá skúla til skúla, men vit leggja dent á, at børn, ungdómar og vaksin skulu ikki ansast, men mennast. Øll kunnu mennast á teirra støði. Vit trúgva, at tað ber til at flyta øll ung og børn so mikið, at tey til dømis fáa eina útbúgving, sigur forkvinnan. Eingin tøl eru fyri hvussu nógv­ir persónar, ið bera brek, gjøgn­umføra eina útbúgving í Føroy­um, men donsku tølini eru ikki serliga pen, vísir forkvinnan í MEGD á. - Tey vísa, at færri og færri, ið bera brek, fáa eina útbúgving. Tað er álvarsamt í okkara sam­ felag, har útbúgving hevur nógv at siga fyri framtíðarmøguleikar og dreymar, sigur Tóra við Keldu. Hon er kortini skjót at vísa á, at man í Føroyum hevur sæð fleiri batar innan skúlaverkið seinnu árini. - Síðan 2014 havt vit havt eitt serligt skipað miðnám á mið­ náms­skúl­unum, ið tryggjar, at fólk kunnu koma á miðnám, utt­ an at skulu taka eitt full­fíggjað prógv. Tað hevur verið eitt ordi­ ligt frambrot fyri ungdómar, ið bera brek, tí tey sleppa at vera í somu karmum sum onnur, ið eru und­ir útbúgving, men gera tað á teirra egna støði. Harumframt hava vit Rásina í Runavík og flokk­ar fyri ung við autismu á mið­nám. So vit kunnu fegnast um ymiskar batar, men høvdu ynskt, at tað kortini gekk skjót­ ari, sigur Tóra við Keldu. - Tey vísa, at færri og færri, ið bera brek, fáa eina útbúgving. Tað er álvarsamt í okkara samfelag, har útbúgving hevur nógv at siga fyri framtíðar­ møguleikar og dreymar