Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 14 TEMA At bera brek í Føroyum TEMA - Granskingin hevur sett gomlu fatanina um orðblindni skákmát, og nú er tað umráðandi, at vit útbreiða ta nýggju vitanina um alt skúlaverkið, sigur Maybritt við Strond, lærari á Glasi, sum týsdagin fekk ársins fyrstu Kærleikskúlu handaða fyri sítt stóra arbeiði fyri næmingum við serligum avbjóðingum PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO T ýsdagin varð Kærleiks­ kúlan 2018 hjá Dugna av­dúkað í Listasavni Før­oya í Havn. Í sam­ bandi við avdúkingina av Kær­ leiks­kúluni skuldi ein heiður lat­ ast einum persóni, ið hevur víst seg sum eina fyrimynd fyri fólk við serligum tørvi. Ársins heiður varð latin Maybritt við Strond fyri hennara stóra arbeiði á Glasi fyri næmingum við avbjóðingum sum eitt nú orðblindni og ADHD. Næmingurin, ið hevur skotið hana upp til viðurkenningina, sig­ur í grundgevingunum, at May­britt við Strond hevur altíð tíð til næmingarnar – eisini um mann er innlagdur, tí tá kemur hon at vitja, og ger tað lættari hjá einum at koma á skúlan aftur. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld nú um jóltíðir. Kúlan er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar, júst sum vit menniskju eru tað. Tað er Ole Wich, sum hevur sniðgivið nýggju kúluna, sum hevur tríggj­ ar gulllittar toskar inni í sær og tekstin “Hommage à Fiskurin” tvørt­ur um miðjuna. Altíð havt áhuga fyri logopedi Sum útbúgvin logopedur er May­ britt við Strond serlærari í at und­irvísa fólki við ymsum tali- og máltrupulleikum. Hon hevur altíð havt hug at hjálpa fólki at sleppa at úttrykkja seg. Alt frá børn­um, ið einki verbalt mál hava og til børn við málsligum trupul­leikum. Hon hevur fyrr starvast á dagstovnaøkinum hjá Tórs­havnar kommunu og var við í málmenningartoymi, sum komm­ unan fyriskipaði. Hetta kveikti áhugan at fara til Danmarkar at taka PD í logo­ pedi, sum síðani opnaði hennara dyr fyri m.a. orðblindni. - Eg bleiv so fasinerað av, at heil­in kundi avkoda so ymiskt í les­ingini, og eg var gripin av teim­um gerandistrupulleikum, sum hesi fólk hava at stríðast við. Við sosialu miðlunum og teirra krøvum um skriviførleikar er trupulleikin vorðin alsamt meira útstillandi, og tað er sjón­ ligt, hvussu nógv hesi fólk hava at stríðast við av sálarligum forð­ ing­um, umframt sínum orð­ blindni, sigur Maybritt við Strond. Hon byrjaði at arbeiða við orð­ blindni í Hoydølum í 2014, og tá var økið púra nýtt. Tað var tá­ver­ andi rektarin, Herleif Hammer, sum tók stig til at gera nakað við trupul­leikan, tí lærararnir vóru frustr­eraðir yvir ikki at fáa hjálpt hesum næmingum, sam­ stundis sum næmingarnir í sín­ um lagi vóru keddir um, at dag­ ur­in var so tungur. - Tað vóru ikki nógv amboð, sum man fekk at starta upp við. Eina teldu og eitt borð. Men eg fekk alla ta fríheit, sum eg vildi, til at byggja økið upp, fortelur May­britt við Strond. Í dag er økið flutt á Glasir, har felags stev og leistir verða funnin fyri næmingar við avbjóðingum í ger­andisdegnum. Tað eru 1500 næm­ingar á Glasi, og av teimum eru 150 knýttir at logopediini. Hetta eru næmingar við orð­ blindni, ADHD ella Aspergers og nakr­ir næmingar, sum eisini hava ilt í sálini. Avbjóðingar og fórdómar um orðblindni Maybritt við Strond sigur, at tað hevur stóran týdning at geva næm­ingunum so skjóta og góða hjálp, sum gjørligt. - Tað er eisini avgerandi at gera næmingarnar sjálvbjargnar við hjálparamboðum og at fáa teir at vaksa og fáa eina góða sjálvs­mynd. Fyri meg er tað eisini um­ráðandi at hoyra og síggja mín­ar næmingar hvønn dag. Eitt vink, eitt herðaklapp og onkuntíð eitt klemm ella eitt lurtandi oyra, tá ið á stendur. Hurðin hjá mær er altíð opin, og næmingarnir kunnu altíð koma inn, sigur hon. Maybritt við Strond fortelur, at avbjóðingarnar hjá fólki við orð­blindni í dag ofta eru, at tey fáa trupulleikan staðfestan so seint í lívinum, og tey eru ikki so køn í hjálparamboðunum. - Eitt gott stig á leiðini at bøta um hetta kundi verið, at Setrið skipar undirvísing í orðblindni til komandi fólkaskúlalærarar, tí Maybritt fekk Kærleikskúluna - HURÐIN HJÁ MÆR ER ALTÍÐ OPIN Maybritt við Strond heldur, at Setrið skal skipa undirvísing í orðblindni til komandi fólkaskúlalærarar