Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 15 teir eru ofta millum tey fyrstu, sum kunnu fáa mistankan um, at eitt barn hevur orðblindni. Vit eiga eisini at fáa fleiri e- og ljóð­ bøkur til miðnám, og so eigur før­ oyskt mál at gerast 100% teldu­ tøkt, frá talu til tekst, sigur hon. Gamla fatanin sett skákmát Maybritt við Strond fegnast tó um, at tað mest grundleggjandi fram­stigið av øllum við orð­ blindni longu er við at henda. - Vit eru við at broyta okkara hugs­an um tað at hava trupul­ leik­ar við innlæring. Tað hevur mang­an verið at hoyrt, at orð­ blindni bara er okkurt heima­ bundið fjas, og næmingar, sum hava havt ilt við at lesa og skriva, hava verið sagdir at vera tvørir ella býttir. Helst hevur slíkt verið sagt í frustratión og av mangl­ andi vitan, men tað hevur ikki verið nøkrum at gagni, sigur eld­ sálin frá Glasi. Hon hevur eina vón um einar sterkari Føroyar. - Granskingin hevur tíbetur sett hesa gomlu fatanina skák­ mát, og nú er tað umráðandi, at vit útbreiða ta nýggju vitanina um alt skúlaverkið. Tí tess fleiri, vit eru, ið hava møguleikar fyri lær­ing og fyri at úttrykkja tank­ ar, meiningar og kenslur, tess sterk­ari verða Føroyar, sigur May­britt við Strond. Brot úr røðuni hjá Maybritt: Í sambandi við avdúkingina av Kærleikskúluni 2018 helt Maybritt við Strond eina røðu. Hon tók støði í Kim Larsen sanginum “De smukke unge mennesker”, har hon legði dent á týdningin av góðum umstøðum til ungar føroyingar við avbjóðingum at nema sær útbúgving. Her er eitt brot úr endanum av røðuni, sum hon kallaði fyri “Okkara vakri ungdómur”: - Felags fyri okkum øll er, at vit liva eitt samansett lív. Sorgin og gleðin fylgjast, og avbjóðingarnar eru nógvar. Sosialu miðlarnir og forbrúksmentanin fáa ofta vald á okkum og gera okkum ósikkur, sjálvupptikin og sárbær. Tað er umráðandi, at vit einfalda okkara lív. At vit duga at steðga á, finna friðin og føla tað týdningarmikla. Tað er umráðandi, at tit, góðu næmingar, læra tykkum at elska tykkara orðblindni og júst tað menniskja, sum tit eru. Tann løtan, tá tit standa við yrkispróvnum í hondini ella sum spildurnýggjar pisur, tann løtan er nakað heilt serligt og virðismikið. Eins og tit, góðu næmingar, eru nakað heilt serligt og virðismikið. Maybritt við Strond fekk fyrstu Kærleikskúluna í ár fyri sítt arbeiði fyri næmingum við serligum avbjóðingum á Glasi. (Mynd: Jens Kristian Vang) Ole Wich hevur sniðgivið ársins Kærleikskúlu