Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 16 - Tað vóru 106 kømur á Hotel Føroyum, og tá allar útbyggingarnar eru lidnar á Hotel Føroyum verða tað 223 kømur. Á Hotel Tórshavn eru í dag 43 kømur, men tá tað nýggja stendur liðugt eru vit uppi á 122 kømurum. Tað sigur Johannes Jensen, stjóri í Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, um stóru útbyggingarætlanirnar hjá Gist&Vist samtakinum, sum í hesum døgum byggir 196 nýggj hotellkømur í høvuðsstaðnum. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO F erðavinnan setur síni sjón­ligi spor í føroyska høv­uðs­staðin í hesum døg­um, nú eftirspurn­ ing­urin eftir gistingarplássum hev­ur ført til, at tvey nýggj hotell verða bygd innanfyri Ringvegin. Atlantic Airways og LÍV eru farin í samstarv um at byggja eitt nýtt hotell við Staravegin í Havn, ið verður partur av Hilton Gard­ en Inn samtakinum, meðan ikki langt haðani er Smyril Line, ið framm­anundan eigur Hotel Hafnia og Depilin í Skálavík, eis­ ini farið undir at byggja eitt nýtt hotell. Nýggja hotellið hjá sam­ tak­inum verður bygt við Okn­ar­ vegin. Stórar útbyggingar Tey nýggju hotellini taka sostatt av álvara kappingina upp við Gist­&Vist samtakið, ið seinastu árini hevur verið nógv tað størsta felagið innan gistingar­ hús í Føroyum. Felagið umfatar eyð­kenda Hotel Føroyar, Hotel Tórs­havn og Hotel Vágar. Og meðan nógv verður skrivað um nýggju gist­ingar­hús­ ini í høvuðsstaðnum, so hevur minni verið at sæð til ætlanirnar hjá Gist&Vist samtakinum. Tí með­an avbjóðararnir á markn­að­ in­um byggja nýtt, svarar gamli risin við umfatandi útbyggingum, ið vaksa alsamt um virksemið hjá Hotel Føroyar og Hotel Tórs­ havn. - Í 2017 gjørdu vit eina útbygg­ ing­arætlanir í fýra stigum. Tað fyrstu er longu avgreitt. Tað er vall­araheimið Kerjalon, ið er gjørt um til kømur. Har lækkaður vit talið av songum á Vallara­ heim­inum úr 98 seingjum til 46 seng­ur. Síðan eru vit farin í holt við tað, ið vit kalla fyri Hotel Før­ oyar Vestur, har vit útbyggja Hotel Føroyar og fáa 66 nýggj køm­ur vestureftir, greiðir Jo­ hannes Jensen, stjóri í sam­tak­in­ um frá. Hini bæði stigini eru eisini út­ byggingar av verandi bygningum. Triðja byggistigið er Hotel Før­ oyar Eystur, har ætlanin er at byggja eina nýggja lon eyst­ur­ eftir frá verandi hotelli. Seinasta stigið er ein um- og útbygging av Hotel Tórshavn í miðbýnum. - So vit byggja einki nýtt hotell, men útbyggja tey bæði ver­andi hotellini, ið vit hava í Havn, sigur Johannes Jensen, ið upp­lýsir, at man hevur lagt seg eftir, at útbyggingarnar eru av­ greiddar í 2023. 196 nýggj kømur Áðrenn farið var í holt við stóru útbyggingarverkætlanini hevði samtakið tilsamans 149 kømur á teimum báðum hotellunum í høv­uðsstaðnum, umframt Vall­ ara­heimið við 98 seingjaplássum og Hotel Vágar við 25 kømurum. Tá útbyggingin er liðug verður samlaða talið av kømurum í høv­ uðs­staðnum 345, umframt tey 25 kømrini á Hotel Vágum. - Tað vóru 106 kømur á Hotel Føroyum, og tá allar útbygg­ing­ arnar eru lidnar á Hotel Føroyum verða tað 223 kømur. Á Hotel Tórs­havn eru í dag 43 kømur, men tá tað nýggja stendur liðugt eru vit uppi á 122 kømurum, greið­ir stjórin í samtakinum frá. Talan er sostatt um 196 nýggj hotellkømur og fyri at seta stødd­ina av útbyggingina í per­ BYGGJA NÆRUM 2 HOTELKØMUR Í HØ Glasveggir eru millum súlurnar, so man situr bæði inni og úti á trappuni, sum bindur Vaglið og Tórsgøtu saman