hósdagur 6. desember 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
17
spektiv, eru nýggju hotellini á
Staravegnum og Oknarvegnum
ávikavist 130 og 126 kømur til
støddar.
Gomul verkætlan
Meðan útbyggingarnar av Hotel
Føroyum fyrst og fremst miða
eftir at fáa til vega fleiri hotell
kømur, so hevur eitt skitsuupp
skot av ætlaðu útbyggingini av
Hotel Tórshavn vakt ans síðstu
dagarnar. Í kortunum liggur ein
umfatandi um- og útbygging av
verandi hotellið, ið hevur keypt
grannaognina. Og talan er um
eina rættiliga gamla verkætlan,
ið man nú vónar kann gerast
veruleiki.
-
Vit
keyptu
upprunaliga
grundstykkið millum Hotel Tórs
havn og Posthúskjallaran í 2008.
Endamálið tá fyri 10 árum síðan
var at útbyggja Hotel Tórshavn
og høvdu vit eitt uppskot frá
MAP arkitektum, ið lá sum
grundarlag fyri tí, sigur Johannes
Jensen.
Tann ætlanin dró út og gjørd
ist til einki og tá farið var aftur at
arbeiða við verkætlanini, valdi
man at bjóða ymiskum arkitekt
um at senda inn skitsuuppskot
til hvussu tey ímynda sær eitt
slíkt hotell. Tann kappingin bleiv
avgreidd fyrst í februar og gjørd
ist tað Ósbjørn Jacobsen arkit
ektar, ið átti vinnandi hugskotið.
Og orsøkin til, at man nú loks
ins er farin at útbyggja Hotel
Tórshavn, er tí man nú metir, at
eitt grundarlag er skapt fyri fleiri
gestum. Eitt grundarlag, ið sam
takið sjálvt hevur verið við til at
bygt upp.
- Vit hava útbygt matstovu
virksemið hjá okkum seinastu 10-
15 árini, har vit hava tíggjufaldað
kapasitetin á matstovum okkara
í Havn. Men vit hava onki kamar
ella song keypt øll hesi nógvu
árini. Tað er tí, at vit ikki hava
mett at íløgan í víðkan av hotel
kømurum fór at geva avkast ella
verða burðardygg. Ikki fyrr enn í
2017 síggja vit ein veruligan
vøkstur í gistingum í Føroyum
og setti vit tá gongd á okkara út
byggingarætlan, sigur Johannes
Jensen.
Liggur hjá kommununi
Skitsuuppskotið er handað Tórs
havnar kommunu, so umsitingin
kann gera viðmerkingar til upp
skotið, áðrenn arbeitt verður víð
ari við tí.
- Vit hava ikki sent kommun
uni eina byggiumsókn, tí tað
hevði kravt fleiri hundrað síður
við nágreiniligum upplýsingum
um byggingina. Hetta er ein
skitsa, ið vísir hvussu stórur
bygningurin verður, tal av køm
urum, hvar byggingin fer fram,
nøkur lyklatøl, hvussu stórt økið
er, hvat byggiprosentið er og
hvussu nógvar hæddir eru. Á
tann hátt fær man víst tær stóru
linjurnar, sigur Johannes Jensen.
Orsøkin til, at man ger tað á
hendan hátt, áðrenn arbeitt verð
ur víðari við verkætlanini, eru
tvinnar. Eitt er, at man ikki ynsk
ir at koyra óneyðugar nógvar
pengar og orku í eina verkætlan,
um kommunan ikki vil kennast
við hana, men harumframt ásann
ar man, at talan er um eitt ser
stakt øki í høvuðsstaðnum.
- Tað er eingin ivi um, at hetta
er eitt serligt øki vit byggja á. Tað
er jú mitt á Vaglinum. So eins og í
øllum øðrum býum og londum,
má man taka hædd fyri hvar
man byggir. Tað eru nøkur atlit,
ið gera seg galdandi í økinum, og
ynskja vit at halda okkum til tað.
Nú liggur uppskotið hjá komm
ununi og um tey meta, at broyt
ingar skulu gerast, so gera vit tær
og koma við einari nýggjari
skitsu, sigur stjórin í samtakin
um.
Vilja skapa virksemi
Tað er eingin loyna, at ein bygn
ingur, ið kemur í staðin fyri park
eringsøkið í Tórsgøtu og lonina á
Vaglinum við handilshølum, fer
at umskapa miðbýin, ið vit kenna
hann í dag. Spurningurin er bara,
um tað verður til tað verra ella
betra.
Johannes Jensen er eisini væl
greiður yvir, at øll bygging í mið
býnum kann elva til eitt heitt
kjak, men vísir á, at man við um
bygda bygninginum ynskir at
skapa lív og virksemi á Vaglinum,
Tórsgøtu og Vágsbotni.
- Arkitektar plaga at taka til,
at hetta øki er eitt hol í Vaglinum,
ið eigur at fyllast. Okkara ynski
er, at fylla hetta tómrúmið mill
um Posthúskjallaran, Snarskiv
una og Hotel Tórshavn við einum
bygningin, ið gevur meira til úti
rúmi og skapar ein hugna, sigur
stjórin og leggur afturat.
- Vit fara at byggja eitt hotell,
har tríggjar tær ovastu hæddirn
ar eru kømur, og tríggjar tær nið
astu eru lutvíst virksemi, ið
vendir út móti Vaglinum, Tórs
gøtu og Vágsbotni. Eftir mínum
tykki verður hetta eitt aktiv fyri
býin. Og við sínari staðseting
verður hetta eitt kappingarført
hotell, sigur Johannes Jensen.
200 NÝGGJ
ØVUÐSSTAÐNUM
Nýggja Hotel Tórshavn sæð frá Vaglinum av
Vallarheimið Kerjalon er nú umbygt til hotellkømur
Ein modelmynd av einum av nýggju lonunum hjá Hotel Føroyum