Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 18 GLASIR GLASIR FYLLI POLITISKU SK Byggingin av Glasi fyllir alla politisku skipanina, sjálvt um nógv mál eru eftir at avgreiða í ár ÁRNI GREGERSEN N ýggi miðnámsskúlin í Markna­ gili í Havn, Glasir, fyllir í løt­ uni alt tað almenna polit­iska rúmið. Skulin er vorðin nógv dýrari enn upp­runaliga ætlað og harafturat er pen­ ing­ur brúktur til onnur endamál enn tað, hann var játtaður til. Fíggjarnevndin var sinnað at játta pening til tað, sum skúlin kostar eyka, men kortini ikki tann peningin, sum er brúktur til annað enn tað, sum hann var játtaður til. Men tá ið málini um eykajáttanir vóru viðgjørd í tinginum, tók stríð seg upp millum samgongu og andstøða. And­støðan kravdi, at onkur skal ábyrgd­ ast fyri meirnýtsluna og fyri tann pen­ ing, sum er brúktur uttan heimild. Undir orðaskiftinum í Løgtinginum var kjakast um, hvat landsstýrisfólk kann ábyrgdast fyri tað, sum er hent. Samgongufólk royndu at vísa á, at fleiri av landsstýrisfólkunum áttu ábyrgd, meðan partur av andstøðuni, Sam­bands­flokkurin og Fólkaflokkurin, hildu, at tað er rættuliga greitt, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum, hevur fingið pengarnar til skúlan.