Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 19 ábyrgd­in er hjá landsstýriskvinnuni við menta­málum. Grundgevingin er rættuliga greið: pen­ing­urin er játtaður á grein sjey í fíggj­ar­lógini, sum er greinin, sum lands­ stýris­kvinnan við mentamálum varar av. - Í mínari verð er ongin ivi: tann lands­stýrismaður, sum hevur fingið pen­ing játtaðan frá Løgtinginum hevur evstu ábyrgd av, at peningurin verður brúkt­ur til tað, sum hann er játtaður til, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sam­ bands­flokkinum og limur í fíggj­ar­ nevnd­ini. Kanningin Ein kanning er sett í verk. Tað er lands­ stýris­maðurin við samferðslumálum, Heðin Morteensen, sum hevur sent Lands­verk 52 spurningar um verk­ætl­ an­ina higartil. Landsverk hevur fingið freist til miku­dagin at svara spurningunum, sum samferðslumálaráðið hevur sent. Undir kjakinum í tingsalinum fyrr í vikuni, royndi løgmaður alla tíðina at mæla tinginum til at bíða við at taka enda­liga støðu í málinum, til svarini frá Landsverk fyriliggja. - Krossfest, krossfest rópa nógv, men tá ið eg spyrji hvør skal krossfestast, fái eg ymisk svar, segði løgmaður. Tí mælir hann til at bíða eftir kann­ ing­in, sum landsstýrismaðurin við sam­ ferðslu­málum er í ferð við at gera. Í tinginum hendi tað undir 3.viðgerð av málinum, at semja var um at beina málið aftur í fíggjarnevndina. Ein spurn­ingur, sum tók seg upp, var, at ógreitt er um fíggjarnevndin kann gera ein játtan so greiða, at pengarnir skulu brúk­ast júst til tað, sum fíggjarnevndin sig­ur. Hesum er fíggjarmálaráðið ikki samt í, men sigur, at tað avgerð játtanarlógin. Hetta eru tekniskir spurningar, sum fíggj­arnevndin eisini fer at viðgera, men hon hevur ikki gjørt tað enn. Fund­ ur var hósmorgunin, men málið var ikki á skrá. Kortini tosaði fíggjarnevndin óform­liga um málið. Nær málið verður tikið upp í fíggj­ar­ nevndini er óvist, tí forkvinnan ivaðist í skrivandi stund í um nevndin eisini eig­ ur at bíða eftir frágreiðingini hjá lands­ stýrismanninum. Ábyrgdin Semja er í tinginum um, at skúlin í Markna­gili skal gerast liðugur, men nógv tingfólk eru eisini samd um, at ein ábyrgd fyri tí, sum er hent skal stað­fest­ ast. Meðan málið varvbiðgjørt søgdu fleiri tingfólk, at tað eru minst tvey lands­stýrisfólk, sum hava ábyrgd av tí sum er hent. Tað sama segði Bjørn á Heygum, advok­atur, í sendingini Radrin útvarp­ in­um. Talan er tá bæði um lands­stýris­ kvinn­una við mentamálum og lands­ stýris­mannin við samferðslumálum. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sam­bandsflokkinum, er als ikki samdur í tí niðurstøðuni. - Tað er sjálvandi tann lands­stýris­ mað­urin, sum hevur fingið pengarnar játt­aðar frá Løgtinginum, sum eisini hev­ur ábyrgd av at pengarnir verða brúkt­ir og at játtanin verður hildin. Í hes­um føri er tað landsstýriskvinnan við mentamálum, Rigmor Dam, sigur Bárð­ur Nielsen. Samferðslumálaráðið fær svar uppá sín­ar 52 spurningar í seinasta lagi miku­ dag­in. IR NÚ ALLA KIPANINA Umbønin um meira pengar Her er seinasta umbønin frá landsstýriskvinnuni við mentamálum um meira pengar til Glasir ÁRNI GREGERSEN Í oktober 2018 hevur Landsverk boðað Menta­ mála­ráðnum frá, at byggingin av Skúladeplinum við Marknagil verður 18,7 mió. kr. dýrari enn væntað. Meirútreiðslan er staðfest undir liðuggerð av byggi­arbeiði og veiting av maskinum og innbúgvi. Undir liðuggerð eru veitingar hjá arbeiðstakarunum gjørdar upp, og hevur tað tá víst seg, at nógvir mangl­ ar eru í verkætlanini. Samsvar hevur ikki verið millum ar­beiðstekningar, arbeiðsfrágreiðingar og til­boðs­list­ ar, ið ráðgevin hevur framleitt, og sum eru grundarlag und­ir sáttmálunum, sum Landsverk hevur gjørt við arbeiðs­takararnar. Hetta hevur havt við sær meirveitingar og meir­ kostnað. Eisini hevur Landsverk í sambandi við og eftir av­ hending av skúlanum staðfest, at fleiri feilir skuldu rætt­ast, áðrenn skúlin kundi takast í nýtslu. Talan hev­ur m.a. verið um krøv, sum byggimyndugleikarnir hava sett aftaná at arbeiðið varð liðugt, og sum tískil skuldu rættast, tí samsvar ikki hevur verið millum myndug­leikakrøv og verkætlanina hjá ráðgevanum. Hartil hevur talan verið um veitingar, sum ikki vóru í verkætlanini, men sum eru ein fortreyt fyri at kunna nýta skúlan. Við støði í fráboðanini frá Lands­ verki verður við hesum biðið um at hækka verk­lags­ lóg­ina fyri byggingina av Skúladeplinum við Markna­ gil við tilsamans 18,7 mió. kr., ið skulu brúkast til øktu byggi­útreiðslurnar. Leggjast skal afturat, at Landsverk hevur upplýst, at í verandi løtu er sera trupult at siga, um fleiri ókend­ar og ikki fráboðaðar útreiðslur verða staðfestar í sam­bandi við byggiverkætlanina, tí endalig uppgerð er ikki fingin frá øllum arbeiðstakarum. Talan er tí um ta best møguligu metingina í verandi støðu. Ásetingin um gildistíð verður eisini longd við ein­um ári, t.v.s. til 31. desember 2019. Byggivirksemi fer í ávís­an mun framvegis at verða í 2019, og er gildistíðin tí sett at verða alt fíggjarárið. Óvist er um gerðarrættarmálið verður liðugt áðr­ enn hetta. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, er ikki í iva um, at tað er landsstýriskvinnan við mentamálum, sum hevur ábyrgdina. Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt lítið um, at tingfólk kravdu ábyrgdina staðfesta áðrenn kanningin hjá samferðslumálaráðnum er liðug.