hósdagur 6. desember 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
20
SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR
V
it mugu vit endurhug
sa okkara búskapar-
og forbrúkarament
an, so vit taka atlit
til avmarkaða náttúrugivna
tilfeingið og vistskipanina –
bæði á lofti, sjógvi og landi.
Snøgt sagt mugu vit menna
skipanir og lívsvirðir, har vit ikki
taka meira, enn vit hava brúk
fyri, og fáa endur- og nýnýtslu
inn í alla framleiðslu. Hetta sigur
Rigmor Dam, landsstýriskvinna
í mentamálum, nú talan hevur
verið um nýggja orðið hjá mál
ráðnum, nýnýtslu, ella upcycling
sum tað eisini verður nevnt á
enskum.
Elin Hendriksen var í útvarpi
num fyri stuttum og greiddi frá
um enska orðið »upcycling«,
orðið, sum í grundini merkir ný
nýtsla á føroyskum, er tá gomul
ting fáa nýggjan týdning ella
eitt nýtt endamál. Til dømis um
tú hevur eitt gamalt dankort,
og tú manglar plektarar, so ber
til at klippa sær ein plektara úr
kortinum. Kortið fær tá nýggjan
týdning, nú er tað ikki eitt kort
meira, men fleiri plektarir, og
sostatt gerðst hetta nýnýtsla.
Í staðin fyri at tveita kortið
burtur, broytir ein tørvin soleiðis
at kortið ikki bara verður tveitt
burtur. Nýnýtsla er sostatt ein
grein í endurnýtslu høpi.
Ein lívsstílur sum
vindur uppá seg
Tá talan er um yvirforbrúk, mein
ar Rigmor Dam at tað er um
ráðandi at man skilur hvat kann
endurnýtast, hvat kann brúkast,
og hvat reint sagt er burturkast av
øllum ognunum ein hevur.
- Yvirforbrúk kunna vit koma
til lívs um vit bara leggja dent á
tað í okkara hugsunarhátti. Hví
blakað okkurt burtur um tað
riggar? Tað kann gevast víðari,
ella tú gevur tí eitt nýtt endamál
enn tað, sum upprunaliga var
ætlanin, sigur Rigmor Dam.
- Tað er sera umráðandi, at
Føroyar verða meira upplýstar
tá tað kemur til burðardygd, og
ikki bara til ein part av lívinum,
men innan øll lívsins viðurskifti,
sigur Rigmor Dam. Alt lív er
partur av æviga gonguverkinum,
tað er ein »cirkulér« skipan, har
okkara vanar og atburðir ávirka
møguleikarnar hjá komandi
ættaliðum, greiðir hon frá. Vit
í framkomna heiminum muga
ganga á odda, tí vit sita á peng
unum og vitanini sum skal til,
fyri at broyta gongdina sum vit
eru á nú. Vit hava møguleikan
til at vera heimsmeistarar innan
varandi orku, nýnýtslu, endur
nýtslu o.s.fr.
Sjálv metir Rigmor Dam at
hon altíð hevur havt ein minni
materialistiskan lívsstíl, hon
hevur altíð hildið at endurnýtsla
er kul, stuttlig og neyðug. Tað er
bæði kreativt og persónligt at
øll ikki hava tað sama, og so er
tað eisini gott fyri samvitskuna,
heldur Rigmor Dam.
- Um eg telji eftir, so er meira
enn helvtin av okkara innbúgvi
endurnýtsla, sum eg havi
funnið til dømis í Tinghúsinum
á Hjalla, sum eg eisini haldi
er besta umhvørvistiltakið í
áravís, sigur Rigmor Dam. Eg
havi funnið nógv virðismikið á
Tinghúsinum á Hjalla, millum
annað ein lekkran Norell safari
leðurstól, fyri nógvum árum
síðan, og eitt stórt vitrinuskáp
við glashurðum, tað havi eg mála
og gjørt eitt sindur við. Eg haldi
veruliga at endurnýtsla og ný
nýtsla er spennandi og persón
ligt, tí man broytir og stílar sum
man sjálvur vil. Tíbetur er hetta
ein lívsstílur fleiri velja sær, ein
lívsstílur sum vindur uppá seg,
sigur Rigmor Dam.
Ein massapsykotisk
forbrúksfest
- Nógv orka verður brúkt upp
á at venda gongdini við veður
lagsbroytingum, framleiðslu av
plasti, at tryggja biodiversitet og
burðardygga veiðu og so fram
vegis. Men tá vit hava tiltøk,
sum beinleiðis arbeiða móti
hesum, sum eitt nú Black Friday,
gerst tað trupult, sigur Rigmor
Dam. Slík tiltøk eru als ikki í
trá við tað vit royna at arbeiða
við í umhvørvismálum, tí er
tað helst neyðugt at tiltøk sum
Black Friday fáa grønt mótspæl,
sum eg vænti at serliga tey ungu
ættarliðini fara at taka til sín.
Tey eru ofta nógv meira tilvitað
um materiella ørðskapin enn tey
eldru, haldi eg, tey eru jú vaksin
upp tilvitað um umhvørvismál
og óhepnu gongdina í veðurlags
broytingunum, greiðir Rigmor
Dam frá.
- Um eg sjálv skal siga mína
egnu hugsan um tiltøk sum
Black Friday, haldi eg at tað
er tað ljótasta av ótálmaðari
forbrúkarismu, ein massapsy
kotisk forbrúksfest, sum tað
býr mær grundleggjandi ímóti
at luttaka í, sigur Rigmor Dam.
Heldur skuldu handlarnir
ásett prísstøðið á eina javna
og gjøgnumskygna legu, tí vit
fáa so onki fyri onki, so til
boðini skulu bara rindast inn
allar hinar dagarnar í árinum
og gjøgnum aðrar vørur og
tænastu. Marknaðarføringin er
so aggressiv, at mong sjálvandi
lata seg tøla – eisini til at keypa
slíkt, sum tey kanska longu eiga,
til dømis eitt størri sjónvarp, ella
slíkt, sum tey í veruleikanum
ikki hava tørv á. Tað er ikki í trá
við tað vit arbeiða við og als ikki
við míni persónligu virðir held
ur, sigur Rigmor Dam.
Jólagávurnar í ár
verða burðardyggar
- Eg havi ongantíð verið serliga
materialistisk, men eg eri sjálv
andi ein partur av modernaða
samfelagnum, og tað er trupult
í einum modernaðum samfelag
at liva heilt burðardygt. Men eg
líti á, at um vit hvør í sær byrja
við okkum sjálvum, umframt
MENNISKJAN
STØRSTI
TAPARIN VIÐ
VERANDI GONGD
UMHVØRVI
- Óendaligur vøkstur ber ikki til. Náttúran, ella jørðin, skal
nokk yvirliva uppá sikt, um enn í einum broyttum líki. Men
við verandi gongd, verður menniskjan sjálv størsti taparin,
sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum