Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 21 einum felags innsatsi, so fer tað at eydnast. Her eru eitt nú Heims­málini fyri burðardygga menn­ing hjá ST og málini um varandi orku her á landi góð mál at miðja eftir, sigur Rigmor Dam. - Tey seinastu árini eri eg vorðin meira tilvitað um um­ hvørv­ið, eg ætli mær til dømis bara at geva burðardyggar jóla­gávur í ár. Og tá tað kemur til nýtslu og forbrúk annars, havi eg altíð hugsað, at tú skalt also arbeiða nógvar livitímar fyri at tjena pengar, so tú kanst keypa og keypa. Hesin hugsunar­hátturin hevur leitt meg til spurningin, um vit eru menniskju ella forbrúkarar? Er meiningin við okkara lívi at vit skula arbeiða okkum í hel fyri at kunna keypa, brúka, tveita og keypa meira? Eg veit at eg vil heldur brúka mínar pengar til nakað gott, eg vil rinda ein góð­an part til felagsskapin, sum skal tryggja okkara felags væl­ferð, heilsuverk, skúlaverk og hjálpa teimum veiku. Og so til upp­livingar, tónleik, sjónleik, bók­mentir o.s.fr. Tí hetta kennist meira virðismikið fyri meg enn materialistisk ting, greiðir Rig­ mor Dam frá. SOLVA@SOS.FO