hósdagur 6. desember 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
22
SIÐSØGAN
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
1.partur
F
yrst í árinum høvdu vit
eina ættarsøgu úr Ytsta
húsi á Skipanesi. Ein av
hesi ætt er Valdimar
Tómasson, sum er ein framúr
frásøgumaður. Vit hava fyrr
havt hansara søgu um pápan,
Tummas, sum fyri 100 árum síð
an arbeiddi á hvalastøð í Suður
Georgia í Suðuratlantshavinum.
Tann mest spennandi í hesi
frásøgn var um pólfararan Ern
est Shackleton, sum gjørdist
heimskendur fyri sínar ferðir til
Suðurpólin, og sum Tummas
kendi. Tá var hvørki útvarp ella
sjónvarp, so tey høvdu góða tíð
at lurta. Tað kendist næstan,
sum at Ernst Shackleton gjørd
ist húsfólk heima hjá teimum.
Skipið hjá Shackleton "End
urance" lá ein góðan mánað á
King Edvard Cove, sum Gryte
viken var kallað á enskum. Smið
urin á støðini og Tummas gjørdu
eitt tannhjól aftur umborð á
skipi hansara. Hetta tók sína tíð,
so Tummas kom tí at kenna allar
umborð, eisini Ernest Shackle
ton sjálvan.
Vit hava aftur eina frásøgn,
hesa ferð um kornvelting, sum
hann minnist hetta. Seinni hev
ur Valdimar frásøgn um smiðj
una hjá pápanum og um lívið á
bygd.
Fimm traðir á Skipanesi
Tey fimm húsini á Skipanesi
hava átt hvør sína trøð, sum var
grundarlagið fyri húsarhaldin
um. Hús og úthús stóðu á trøðni,
meðan neystini stóðu í fjøruni
undir trøðni. Her skuldi hoyggj
ast og her skuldi veltast. Traðir
nar vóru leigaðar frá bøndrun
um av teimum upprunaligu
niðursetumonnunum. Tað tykist
sum at upprunaliga leigan hevur
verið at skula arbeiða fyri bónd
an. Eitt skjal er sum sigur, at ár
liga leigan var fýra arbeiðsdagar.
Í dag vildu vit sagt, at hetta svar
aði til góðar kr. 4.000.
Kornvelting
Her fari eg at siga frá, hvussu vit
veltu korn á Skipanesi. Tað hava
verið misjavnar metingar um,
hvørji ið vóru bestu kornplássini
í Føroyum. Eg tosaði einaferð
við gamla djóralæknan Dánjal
Bærentsen úr Kvívík. Eg sigi við
hann, at eg eri føddur á Skipa
nesi. Hann segði seg hava hoyrt,
at Skipanes var besta kornpláss
í Føroyum.
Eg haldi, at góða vesturskinið
man hava gjørt sítt til, at lang
abbi og langomma fluttu úr
Sjóvartúni á Skála yvir á Skipa
nes.
Stríð at fáa tøð
Tað, sum eg minnist best, var tað
varandi stríðið at skaffa tøð.
Tað, sum kom undan kúnni, var
avmarkað.
Umframt
korn
skuldu epli eisini veltast. Nógv
epli vórðu velt. Tað mesta, sum
eg minnist at verða sett niður av
eplum, vóru seks tunnur.
Sum ískoyti til neytatøðini
fingu vit heilt fitt av tara, sum
vóru frálík tøð.
Smáir garðar vórðu gjørdir út
á sjógv at samla taran, sum rak
framvið, og ofta var gingið
gjøgnum fjøruna við leypi at
taka tara upp.
Á Skipanesi var tað ikki á
sama hátt sum í Gøtu,har pápi
búði eitt skifti, har ein øgilig
rúgva av tara kom upp á land
um heystið. Tá hann var land
nyrðingur í ættini, kom ramur
taraluktur yvir um Gøtueiðið
oman til okkara.
Tá tað ikki var nóg mikið av
tara úr fjøruni, varð tari ofta
skorin úr báti. Hetta varð gjørt
um morgunin, meðan tað var
logn, so tað kundi síggjast niður
á botn. Tummas, beiggi mín, tos
aði ofta um, hvussu kalt tað
kundi vera um morgunin. Tara
bløðini vóru so køld at nerta við.
Tað, sum eg var mest spentur
uppá, vóru rognkelsini, sum vit
eisini fingu, tí tey smáu slapp eg
at eiga.
Sáingin
Epli vórðu velt í trý ár, og fjórða
árið varð korn velt í somu veltu.
Hetta gjørdi, at longu árið eftir
var gras á stykkinum. Tað vóru
eisini nakrir teigar, sum mest
sum bara vórðu nýttir til korn
velting. Tað blivu loyst fløg ella
bøkkur um veturin. So varð
saksað og tari koyrdur undir.
Bøkkurin verður so lagdur aftur
við grasinum niðureftir. Um
várið varð saksað og so skuldi
kornið sáast. Alt skuldi lærast.
Var vindur mátti hondin, ein sá
aði við, haldast nærri veltuni, so
kornið ikki feyk út í gravirnar.
Tað kundi henda, at um summ
arið kundu øks koma upp úr
gravunum, og tá bleiv spurt,
hvør ið hevði sáað.
Kappaðist við Jóan Jakku í
Gerði
Tá eg var um seks sjey ára aldur,
var eg longu farin at velta korn
sjálvur. Eg og skyldmaðurin
Jóan Jakku í Gerði, kendi yrkjar
in, plagdu at kappast um, hvør ið
hevði tann besta akurin av havra
og bygg.
Jóan Jakku var 11 mánaðir
eldri enn eg. Mamma hansara,
Jóhanna, og eg vóru systkina
børn, páparnir vóru beiggjar.
Umframt hetta vóru eg og pápi
hansara Sámal úr Skálabotni trí
menningar, so vit vóru í ætt í
bæði borð.
Jóhanna, mamma "vina", sum
Jóan Jakku varð kallaður á
Skipanesi, og omma Óla Jacob
sen, Elspa Sofía, vóru systrar.
Hon giftist til Norðragøtu við
Óla Jákup í Tjørnustovu. Tískil
vóru eg og omma Óla systkina
børn. Elspa Sofía doyði 24 ára
gomul í 1917 frá tveimum smá
um synum.
Gud kundi ikki hava skapt
rottuna
Ein stórur óvinur í hesi velting
var rottan, sum kundi leggjast á
akurin. Vit høvdu altíð fýra kett
ur, og tær tóku væl rottur. Vit
lærdu tær longu sum kettlingar
at taka rottuungar.
Vit gjørdu ofta tað, at vit
Ein partur av okkara landbúnaðarsøgu hevur verið kornvelting. Tey eru ikki
mong ið minnast tað. Men 88 ára gamli Valdimar er ein teirra sum minnist.
KORNVELTING Á SKIPANESI
Valdimar Tómasson:
Valdimar við kvørnini í tí savni, hann hevði heima við hús.
Jóan Jakku í Gerði og Valdimar kappaðust um,
hvør ið hevði tann besta kornakurin.