hósdagur 6. desember 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
23
SIÐSØGAN
Komandi partur
Í komandi parti greiðir
Valdemar millum annað frá um
smiðjuna hjá pápa sínum.
gingu gjøgnum gravirnar við
síðuna av akrinum í langum
stivlum
og
róku
rotturnar
frammanfyri okkum. Tá vit so
komu undan, stóðu aðrir har og
slógu rotturnar til deyðis.
Rottan hevur ofta verið ring
fyri føroyingin. Hon man mang
an húðarskógvin hava beint fyri.
Pápi segði frá konu, sum las
lestur. Hon las, at "Gud så, at alt,
han havde gjort, var såre godt".
Tá leyp maðurin upp og langaði
nevan í borðið og segði, at tað
passaði ikki, tí rottan var eitt
óreint ting.
Skurður og tresking
Tá akurin var blivin gulur, ráddi
um at fáa hann skornan, tí um
ættin kom av útsynningi, kundi
kornið leggja seg niður, og tað
var ikki so gott.
So bleiv akurin skorin. Her
skuldu serliga teir yngru ansa
væl eftir, tí tá kundi man fáa eitt
aks stungið inn undir skjúrtuna
og tað stakk illa og skreið øgiligt.
Tað mátti bara fáa frið, tí
brotnaði aksið, so fekst tað ikki
úr aftur.
Kornið varð bundið saman í
bundir og bleiv borið inn og
ripað. Riparin stóð í kjallaranum.
Har blivu øksini slitin av og fylt í
leypar. Í mínari tíð fóru vit inn á
Toppafløtur, innasta húsið und
ir Gøtueiði. Gøtueiði og Skipanes
vóru sum ein bygd, men tær
vóru í hvør síni kommunu.
Á Toppafløtum búði Josefina,
sum
hevði
sornhús.
Maður
hennara, Rasmus, ættaður úr
Kunoy, var deyður tá.
Tá var eingin vegur norður
hagar, so tað var farið inn við
báti. Korn, torv og epli vóru við í
bátinum. So varð kornið borið
niðan og koyrt uppá sornið og
eldur kyndur undir korninum.
Vit
byrjaðu
beinanvegin
at
stinga epli inn í eldin. Hetta vóru
jóladagar hjá mær. Eg slapp frá
at hoyra rópini úr smiðjuni hjá
pápa, har tað jú gekk so nógv
fyri seg.
Mamma og eg fóru so út um
kvøldið, og Josefina passaði
kornið. Bæði við at venda og
ansa eftir, at ikki eldur kom í.
Hon helt vakt alla náttina.
Eg síggi enn fyri mær Jose
finu og mammu liggja á knæ og
treskja. Tær høvdu bundið turri
klæði um høvdið, so dumban
ikki festist í hárið.
Einaferð fingu hesir jóladagar
ein enda. Teir eldru beiggjarnir
komu so við báti inn eftir korn
inum. So varð borið oman í bát
in. Tá alt var komið í bátin, komu
Josefina og mamma spakuliga
gangandi og prátandi oman
gjøgnum bøin. Eingin mátti
hoyra, hvat tær tosaðu um.
Beiggjarnir róptu á mammu um
at skunda sær, tí báturin lá og
knilti í fjøruni. Men sama gjørdi,
tær hildu áfram við sínum práti.
Tá komið varð oman á bakka
steðgaðu tær. Tá fór Josefina
inn í bringuna og tók eina rullu
pylsu og gav mammu hana. Tað
má sigast at vera makaleyst.
Fyrst at liggja og stríðast fyri
okkum og síðan at geva okkum
eina gávu afturat!
Cecil, yngsti sonurin hjá
Josefinu, fortaldi mær, at pápi
altíð smíðaði teimum okkurt aft
urfyri.
Idyllurin burtur
Tá Josefina doyði í 1943 bleiv
tann idyllurin burtur. Dagarnar
inni á Toppafløtum hildu upp at,
og tá fór eisini royksmakkurin
úr mjølinum. Tá fór pápi at
turka kornið í hjallinum. Hann
gjørdi fleiri pallar, sum øksini
vórðu løgd á, so kornið varð
vindturkað. Ein treskimaskina
varð leigað inn til Søldarfjarðar
frá Royndarstøðini í Havn. Hon
bleiv drivin við einum lastbili,
sum Tummas á Fløtunum í
Lamba átti. Annað bakhjólið
bleiv lyft upp frá. So bleiv ein
reim løgd um og hetta dreiv
treskimaskinuna.
Vit veltu korn líka til kríggið
endaði í 1945 ella 1946.
Kornið verður malið
Kvørnin stóð í sunnara kjallara.
Tað varð malið tvær til tríggjar
ferðir um vikuna. Fyri at fáa
kornið at vara longur, keyptu vit
russiskan rug at mala upp í.
Hesin fekst í handlinum í Søld
arfirði. Tá helt eg, at tað føroyska
við kornveltingini var burtur.
Mammu
og
pápa
dámdu
betri, tá kornið var væl malið.
Varð ov nógv koyrt í eyga á
kvørnini, bleiv mjølið grovari. Tí
stoypti pápi oman á tann ovara
kvarnarsteinin, so hann bleiv
tyngri. Tá gjørdist mjølið fínari.
Hvønn
einasta
dag
vóru
styrkiroyndir gjørdar við korn
maling. Tað ráddi um at kunna
mala uttan íhald, meðan korn
varð koyrt í eygað og ikki mátti
steðgast á. Sum 4-5 ára gamal
orkaði ein nú ikki so nógv, tá var
neyðugt at steðgað á við hvørt.
Tá plagdu tey at siga í køkinum:
"Hatta man vera Valdimar!"
Tað var tað sama í smiðjuni
hjá pápa. Har var altíð okkurt
ein mátti lyfta. Tað vóru sleggj
ur, amboltar í ymiskum stødd
um. Og kláraði ein tað ikki, so
varð ein kallaður bæði eitt og
annað.
Var tað spøkilsi?
Í gomlum húsum vóru mong
óljóð. Kúgvin í kjallaranum var
góð at skylda uppá, um okkurt
ljóð var, sum ikki kundi forklár
ast. Tað kundi vera hon, sum sló
hornini upp undir gólvið.
Men tá ið kúgvin ikki var
meira, var einki at skylda uppá,
og tá kundi ein gerast ræddur.
Aftur
til
kvørnina.
Eitt
kvøldið seint hoyra vit kvørnina
mala, og tað var ikki smávegis
sum hon mól - alt ristist. Men so
tagnaði hon. Eingin tordi oman í
kjallaran, tí tað var myrkt. Tá ið
farið var oman í kjallaran um
morgunin, tá tað var blivið ljóst,
sóu vit, at tann ovari kvarnar
steinurin var farin oman av og lá
skeivur á kvørnini. Tað var ikki
bara at siga tað at fáa hann flutt
an. Hann var jú nógv tyngri enn
vanligir kvarnarsteinar, tí tað
var stoypt oman á hann. Vit
ivaðust ikki í, at hetta máttu
vera okkurt spøkilsi.
Eisini torv
Ein treyt fyri at liva í hesi bygd
ini sum í øllum øðrum bygdum,
var at tað logaði á grúgvuni. Tí
mátti torv til.
Hugsandi skuldi verið, at
menn sluppu at skera torv í hag
anum, haðani trøðin var innløgd.
Men so var ikki. Bøndurnir
høvdu ikki nóg mikið av torvi til
sín sjálvs.
Teir menn, sum settu seg nið
ur á Skipanesi, fingu loyvi til at
skera torv ymsa staðni á fjørðin
um. Rættindini til torvið lógu
mestsum til húsið í flestu førum,
og tey arvaðust frá manni til
mann.
Flutningurin av torvi hevur
fyri tað mesta verið við báti inn
ella út eftir fjørðinum. Beringin
hevur verið til og frá bátinum.
Langabbi mín, Jacob Niclasen,
hevði torvheiðar yviri í Miðhaga
á Skála. Hetta var omanfyri
Seiðabergsklett
nakað
nær
bakkanum, vestanfyri Fiskahyl í
Skálabotni og millum Áirnar
norðuri í Ánum. Abbi mín Jacob
Jacobsen, Lenu Jákup, hevði
torv í Tundradali.
Av Tundradali og fyri ein part
eisini av Ánadali var torvið sein
astu tíðina flutt við rennistrongi
oman til sjóvarmálan. Renni
strongurin var ein jarntráður, ið
var spentur upp og smurdur. Til
at høgga í kjaftbandið á torv
sekkjunum var ein jarntráður, ið
var boygdur sum ein opin ringur,
nýttur. Oman av Tundradali eru
600 favnar.
Mestsum allar kráir og grót
hús, har torv varð goymt, stóðu
niðri á bakkanum, so styttri
skuldi vera at bera úr bátinum.
Hvanngarðar vóru eisini vanligir. Hetta er tann í Ytstahúsi.
Kornvelta
Sodnhús