Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 142 24 Seinasti skansin í vanda fyri at fella Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Føroya Lærarafelag Føroya Pedagogfelag Havnar Arbeiðs­kvinnu­felag Starvsmannafelagið Aldargamli verkfalsrætturin er hóttur. “Vit mugu hava eina skip­ an” og almennu løntak­ar­arn­ir “seta lív og heilsu hjá borg­ar­un­ um í váða” eru nakrar av orð­ing­ un­um, sum politiski myndug­leik­ in hevur havt á lofti seinastu vik­urnar, nú verkfall aftur hevur verið á almenna arbeiðs­markn­ að­in­um. Tað sum politiski myndug­leik­ in í veruleikanum ynskir, er, at verk­føll skulu vera fevnd av so nógv­um undantøkum, at fak­ feløg­ini missa vald, tí verkføllini ikki fara at raka nóg meint. Við ørð­um oðrum vil politiska skip­ an­in úthola verkfalsrættin við und­antøkum. Samstundis leggur politiski myndugleikin alla ábyrgd fyri lív og heilsu hjá føroysku borgar­un­ um á arbeiðstakararnar. Tveir part­ar eru á almenna arbeiðs­ markn­aðinum – arbeiðsgevari og ar­beiðs­takarar. Av teimum hevur bara ein ábyrgd av lív og heilsu hjá føroyska borgarunum, og tað er sjálvandi politiski myndug­ leik­in á økinum. Friðarligur arbeiðsmarknaður Almenni føroyski arbeiðsmarkn­ aðurin er eyðkendur við, at friður oftast valdar millum partarnar. Vit skulu fleiri áratíggju aftur fyri at finna stórar ósemjur og stríð. Tað hevur í stóran mun eydn­ast pørtunum á arbeiðs­ markn­aðinum at tosa seg til sætt­is og finna eina semju. Samráðingarpartarnir hava eisini fingið fleiri møguleikar at troyta, áðrenn farið verður eftir teim­um mest víðgongdu stríðs­ vápn­unum, nevniliga verkfalli og verk­banni. Fasti Gerðarrættur kom í 2006 og Semingsstovnurin í 2013. Fasti Gerðarrættur tekur td. støðu til, hvørt eitt fráboðað verk­fall er heimilað ella ikki. Sem­ingsstovnurin verður boð­ sendur, tá partarnir ikki kunnu finna eina semju sínamillum og hevur eisini heimild at útseta ein arbeiðssteðg í vónini um at finna semju. Men hóast hesar møguleikar, so hava vit seinasta árið havt fleiri verkføll – og eisini eitt verk­ bann, sum er tá arbeiðsgevarin úti­hýsir arbeiðstakarum frá ar­ beiðs­plássinum. Eitt sokallað lock­out. Tað hendi, tá Komm­un­ ala Arbeiðsgevarafelagið forðaði lim­um hjá Føroya Pedagogfelag at fara til arbeiðis síðsta vetur. Báðir partar, arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, hava sostatt amboð, sum tey kunnu nýta, um samráðingar ikki ganga eftir vild – og báðir partar nýta hesi am­ boð. Landskassin tikin í veð Hóast partarnir á arbeiðs­markn­ að­inum hava møguleika at seta í verk antin verkbann ella verkfall, so er stórur munur á, hvør fíggj­ ar­ligi vinnarin er. Tað er altíð arbeiðsgevarin – í okkara føri lands­kassin og kommunalu kass­ ar­nir. Tí arbeiðsgevarin rindar ikki løn – hvørki meðan verkbann ella verkfall er. Fleiri fakfeløg hava verkfalskassar, sum rinda løn til limirnar, tá tey eru í verk­ falli, men tað er himmalvíður mun­ur á, hvør partur á arbeiðs­ markn­aðinum hevur størsta penga­kassan aftanfyri seg. Tað er tí ein sera stórur ójavni mill­um arbeiðsgevarar og ar­ beiðs­takarar á almenna arbeiðs­ markn­aðinum. Meðan verk­fals­ kass­arnir hjá fakfeløgunum svinna undir einum verkfalli og lim­ir enntá í summum førum mugu rinda verkfalskostnaðin úr egnum lumma, so kostar tað ikki almenna arbeiðsgevaranum eina krónu – hvørki, tá fakfeløg fara í verkfall ella tá arbeiðs­gev­ ar­in lýsir verkbann. Tvørturímóti spar­ir arbeiðsgevarin lønar­út­ reiðsl­ur meðan arbeiðssteðgur er – eisini tá arbeiðsgevarin sjálvur forðar arbeiðstakaranum at fara til arbeiðis. Tað skeiklar valdsbýtið mill­ um partarnar, men tað merkir eis­ini, at allir skattgjaldarar óbein­leiðis bakka arbeiðsgevaran fíggj­arliga upp. Eisini teir skatt­ gjald­arar, sum antin eru í verk­ falli ella eru verkbannaðir. Almenni arbeiðsgevarin kann uttan at taka nøkur fíggjarlig atlit lýsa verkbann. Í norð­ur­ lond­um eru tað bert almennu arbeiðs­gevararnir í Danmark, sum nýta hendan rættin, tí hann er so víðgongdur. Politiski myndugleikin í Dan­ mark er eisini tilvitaður um hesa valdsskeiklanina. Í sambandi við verkbannið hjá fólka­skúla­lær­ar­ um fyri nøkrum árum síðani, av­ gjørdu nógvar danskar komm­ un­ur eftirfylgjandi, at spardu løn­ar­útreiðslurnar undir verk­ bann­inum skuldu leggjast til síðis og brúkast til skeið- og eftir­ út­búgving hjá teimum verk­bans­ raktu fyri at royna at skapa eitt sindur av javnvág. Politisk telving Ein trupulleiki við samráð­ing­ar­ leist­inum í Føroyum er, at sam­ ráð­ingarnar verða brúktar og misbrúktar politiskt. Tað vil siga, at almenni lønmótakarin verður offur fyri einari politiskari fíggj­ ar­ligari telving uttan mun til, hvør stjórnar landinum. Lønarsamráðingarnar skulu fyri arbeiðsgevarans part liva upp til ta politisku telving, sum er um landsbúskapin sum heild. Tað merkir, at politisk atlit eru grund­arlagið undir lønar­sam­ráð­ ing­unum frá arbeiðsgevarans síðu. Í Svøríki hevur man loyst hend­an trupulleikan við at leggja lønarsamráðingarnar utt­ an fyri politisku skipanina. Man hev­ur skapað eitt arms­longd­ar­ prin­sipp, tá tað kemur til løn­tak­ ar­ar og løngjaldarar í almenna geir­anum – netupp fyri at forða fyri, at løntakarar á almenna ar­ beiðs­marknaðinum verða tiknir til gíðsla í politiskum telvingum hjá sitandi stjórn. Skipan setast í verk Hvørja ferð ein ósemja á almenna arbeiðsmarknaðinum stingur seg upp, so er almenni arbeiðs­ gev­arin, sum eisini er politiskur myndug­leiki, skjótur at skjóta upp, at nú má onkur skipan fáast í lag. Hetta skuldi eitast at hava hægstu raðfesting aftaná verk­ føll­ini hjá námsfrøðingunum og sjúkr­arøkt­arfrøðingunum fyri einum ári síðani, men ongin skipan var funnin, nú ljósmøð­ur­ n­ar fóru í verkfall fyri nøkrum fáum vikum síðani. Tá rópti politiski myndug­leik­ in, almenni arbeiðsgevarin, aftur varskó. Enn er arbeiðið við einari nýggjari skipan, einum nýggjum samráðingarleisti, ikki veruliga farið í gongd. Skerdan verkfalsrætt Tað, sum politiska skipanin ynsk­ ir, er at skeikla valdsbýtið millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum uppaftur meira enn tað er framm­anundan. Tí umframt, at al­menni arbeiðsgevarin hevur lands­kassan ella komm­unu­kass­ an í rygginum undir sam­ráð­ing­ um, skal evsta amboðið hjá ar­ beiðs­takarunum eisini úthol­ast. Verkfalsrætturin. Verkfall er dýrasta stríðsstig hjá arbeiðstakaranum at brúka í roynd­ini at fáa semju. Verkfall er tí eisini altíð seinasti møguleiki at troyta hjá arbeiðstakarunum. Verkfalsrætturin hevur meira enn 100 ár á bakið – og hevur sam­an við verkbansrættinum frá arbeiðsgevarans síðu skapað tað javnvágina á arbeiðs­markn­ að­inum, sum vit hava í dag. Verk­ fals­rætturin er eitt rótfest fólka­ ræðis­ligt amboð í okkara parti av heim­inum. Tað tykist sum, at politiska skip­anin hevur gloymt, hví arbeiðs­takarar hava hendan rætt­in og vilja útholað hann. Útholað verkfalsrættin við und­ an­tøkum, so komandi verkføll ong­an veruligan virknað hava. Av­leið­ingin av hesum verður, at fríi samráðingarrætturin verður skerdur, og linaru verkføllini ger­ ast nógvar ferðir drúgvari enn tal­an er um í dag, tí tey hava so av­markaðan virknað – og tað skap­ar í síðsta enda stóran ótta og ampa hjá borgarunum í land­ inum. Gíðslatøka Politiska skipanin sigur, at um und­antøk ikki vera givin innan ávísar sektorar, so er lív og heilsa uppá spæl hjá borgarunum. Rætt er, at eitt verkfall kann raka meint. Men tað er púra misskilt, at ábyrgdin liggur hjá arbeiðs­ tak­arunum. Tað er ikki einstaka starvs­ fólkið á almenna arbeiðs­markn­ að­in­um, sum hevur evstu ábyrgd av lívinum og heilsuni hjá borg­ ar­unum í hesum landinum. Tað er politiski myndugleikin, sum hev­ur ábyrgdina. Og bara pol­it­ iski myndugleikin. Tað er eisini ein andsøgn í, at leggja ábyrgdina fyri lív og heilsu hjá borgarunum á arbeiðs­tak­ar­ an, men samstundis ikki vilja gjalda teimum eina hóskandi løn fyri hesa ábyrgd. Hoyrnin er loysnin Einfaldasta loysnin á sam­ráð­ing­ artrupulleikunum, sum hava verið seinasta árið, er at lurta. Part­arnir mugu hava álit á, at sam­ráð­ingarnar byrja við veru­ lig­um dialogi. Almenni arbeiðs­ gev­arin má lurta eftir ynskjunum frá arbeiðstakarunum, sum í ára­ vís hava latið sær lynda. Latið sær lynda, at lønarlagið er lægri í Føroyum enn í granna­ lond­unum. Latið sær lynda, at arbeiðs­umstøðurnar eru vána­lig­ ari enn í londunum rundan um okk­um. Latið sær lynda, at ar­ beiðs­gevarin ikki hevur víst teim­um ta viðurkenning og virð­ ing tey hava uppiborið. Tí fakfeløgini hava í áravís víst á hendan ójavna. Fakfeløgini hava í áravís víst á, at tørvur er á ein­um lønarlyfti í pørtum av tí al­menna geiranum. Fakfeløgini hava í áravís víst á væntandi viður­kenning og virðing. So onki av hesum er ókent fyri almenna arbeiðs­gevaran, tá farið verður til sam­ráðingar, um bara tað verð­ur lurtað. Men heldur enn at skapa ein sunn­an dialog og uppbyggja álit part­anna millum, skal seinasti skans­in, verkfalsrætturin, niður­ brót­ast. KJAK Kiwanis stuðlar børnum umvegis jólatræssølu Nevndin í Kiwanis Tórshavn Jens Hansen, forseti Eins og unfarin ár er vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórs­ havn, farin undir árligu jóla­ træs­søluna aftan fyri Sjón­leik­ ar­húsið í Havn. Endamálið er at savna inn pening, sum í høvuðs­ heit­um verður latin góðgerandi átøkum, ið hava við tørvandi børn og ung at gera. Eisini letur Kiwanis javnan stuðul til barna­familjur, ið onkursvegna eru komnar í fíggjarligar trupul­ leikar orsakað av sjúku ella øðrum, ið hevur rakt familj­una. Felagsskapurin Kiwanis Tórs­havn, ið hevur sum enda­ mál at stuðla tørvandi børnum, barna­familjum og tiltøkum børnum og ungum at frama, er farið undir árligu jóla­træs­søl­ una, sum fer fram aftan fyri Sjón­leikarhúsið í Havn. Á hvørjum ári letur Kiwanis Tórshavn peningagávur til væl­ ger­andi endamál. Eitt nú hevur felagsskapurin stuðlað eini spæli­stovu á Lands­sjúka­hús­in­ um, Hotel Tórshavn í Keyp­ manna­havn, Sjómans­heim­in­ um Ørkini í Reykjavík, Javna, Háskúl­anum, Frelsun­arher­in­ um, Barnaheiminum, Megd, tón­leikabólkinum Ælabogin og mong­um, mongum øðrum góð­ gerandi endamálum. Somuleiðis stuðlar Kiwanis javnan einstøkum barna­familj­ um, ið onkursvegna hava fingið trupulleikar orsakað av sjúku ella øðrum, ið familjan kann vera rakt av. Umframt jóla­træs­ sølu stavar hjálparpeningurin hjá Kiwanis Tórshavn frá luta­ seðla­sølu á Ólavsøku. Jólatrøini verða útpakkaði, so til ber síggja tey, áðrenn ein ger av, hvat jólatræ ein ynskir sær. Trøini verða síðani pakkaði inn aftur, so tey eru klár at leggja í bilin ella bera heim við sær. Upplatingartíðirnar eru mána­dag-fríggjadag frá klokk­ an 16.00 – 20.00 og leygardag frá kl. 14.00 – 20.00. Eisini er opið frá kl. 16.00 tveir teir seinastu sunnudagnar undan jólum. Tveir aðrir Kiwanis-felags­ skap­ir eru í Føroyum. Tað eru Kiwan­is Rósan í Havn, og Kiwan­is Eysturoy, sum hevur heim­stað í Gøtu. Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja.”