hósdagur 6. desember 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
30
ÍTRÓTTUR: Fótbóltsskúli
Fótbóltsakademi Føroya er nýggjur fótbóltsskúli, sum er stovnaður í
Suðuroy. Skúlin er ein partur av ítróttarháskúlanum, har umstøðurnar
við Marghøllini gera tað møguligt at spæla fótbólt alt árið
ÁKI BERTHOLDSEN/TRÓNDUR ARGE
F
øroyskur fótbóltur leitar
í løtuni eftir tilboðum
til tey, sum vilja meir
enn venja nakrar ferðir
um vikuna. Fótbóltssambandið
hevur sum eitt av aðalmálunum
á ítóttarliga økinum, at finna
nøktandi avbjóðingar til øll.
Hetta er millum annað gald
andi fyri tey, sum vilja meir enn
bara at venja nakrar ferðir um
vikuna. Tað hevur eitt nú verið
ført fram, at føroyskur ung
dómsfótbóltur ikki rúmar tey,
ið vilja fótbóltin fulla tíð í fram
tíðini. Vit síggja eisini spælarar
hava av landinum fyrr og fyrr.
Í greinarøð í ÍtróttarSosiali
num í fjør, var breið semja um,
at føroyskir fótbóltsspælarar
venja ov lítið í mun til ungar
spælarar í øðrum londum.
Hartil er tað ein avbjóðing, at
tað ikki er samsvar millum av
bjóðingarnar hjá teimum sum
venja í feløgunum. Her hevur
verið leitað eftir eini loysn, har
spælarar, ið vilja fótbóltin fulla
tíð, kunnu venja og møguliga
liva saman.
Í Vági havi tey longi fingið
sett á stovn ein ítróttarháskúla,
bygd Pálshøll og Marghøllina.
Hartil hava tey hondbóltsskúla.
Nú er ein fótbóltsskúli eisini
settur á stovn.
Fótbóltsakademi Føroya
Nú er Føroya fyrsti fótbóltsskúli
stovnaður í Suðuroy. Fótbólts
akademi Føroya, sum skúlin
eitur, er eitt samstarv ímillum
Ítróttaháskúlan í Suðuroy og
FC Suðuroy, sigur Guðmundur
Joensen, leiðari fyri Ítróttar
háskúlan.
Hann sigur, at sostatt verður
fótbóltslinjan, sum hevur
verið á Ítróttaháskúlanum,
lyft upp á eitt hægri stig, og
í hesum arbeiðnum byggja
tey eisini á royndirnar, sum
vórðu gjørdar í samstarvinum
millum Ítróttaháskúlan og VB
í hondbólti.
Leiðarin staðfestir, at fót
bóltur er størsta ítróttargrein í
Føroyum og at áhugin fyri fót
bólti veksur ár um ár. Nógvir
føroyskir ungdómar hava ein
dreym um at gerast yrkisfót
bóltsleikarar bæði í Føroyum
og uttanlands, sigur hann
Fótbólturin berandi
Í fótbólti kring um í Evropa, verða
flestu grundarsteinarnir undir
eini framtíð sum yrkisleikari,
lagdir í fótbóltsakademium.
Og nú verður so Føroya fyrsta
fótbóltsakademi Fótbóltsaka
demi Føroya, ella á enskum,
Faroe Islands’ Football Academy,
stovnað í Vági.
– Eitt fótbóltsakademi er ein
skipaður skúli, har fótbóltur er
tað berandi. Høvuðsendamálið
er at fyrireika ungar fótbólts
leikarar til eina framtíð sum
yrkisfótbóltsleikarar. Vanliga
eru fótbóltsakademi fyri ungar
leikarar, og sosatt er vanlig
skúlagongd, antin í fólkaskúla
ella miðnámsskúla, eisini ein
vanliga partur av skúlaskapinum
á einum fótbóltsakademii.
Fótbóltsakademi Føroya er
eitt tilboð til dreingir og gentur
í aldursbólkunum úr níggjunda
floksaldri til miðnámsskúla
aldur og sostatt er tað tilboð til
aldursbólkarnir U15 til og við
U21.
– Kjarnin í Fótbóltsakademi
Føroya er eitt heildartilboð til
leikaran, har arbeiðið at menna
tann einstaka sum fótbólts
leikara, og menniskja, er í hásæti
– og sostatt er talan um um eitt
tilboð sum fevnir bæði um fót
bóltsvenjing og skúlagongd.
Skúli og fótbóltur
Tey, sum fara at ganga á Fót
bóltsakademinum verða so
statt bæði næmingar á Ítrótta
háskúlanum í Suðuroy og
næmingar, sum ganga í fólka
skúla í Suðuroynni ella á Mið
námsskúla í Suðuroynni. Men
ungdómar úr øðrum pørtum av
landinum, ella uttanlands, eru
vælkomnir á Fótbóltsakademi
Føroya, sigur stjórin á ítróttar
háskúlanum.
Tað verður eitt venjaratoymið,
sum fer at standa á odda fyri
Fótbóltsakademi. Annar venj
arin er Jón Pauli Olsen, sum
hevur A-venjara útbúgving,
og hevur drúgvar royndir sum
venjari, bæði hjá A-landsliðnum
hjá kvinnum, U17 landsliðnum
hjá kvinnum, hjá FC Suðuroy
og sum ungdómsvenjari hjá FC
Suðuroy.
Hann undirvísir eisini á
venjara
ú t b ú g v
ingini hjá Fót
bóltssambandi
Føroya, men í
næstum verð
ur eisini søkt
eftir einum
v e n j a r a
afturat til
v e n j a r a
toymið
á
F ó t b ó l t s
a k a d e m i
Føroya, sigur
Gu ð m u n d u r
Joensen.
SOSIALURIN@SOSIALURIN.FO
FØROYA FYRSTI
FÓTBÓLTSSKÚLI
STOVNAÐUR Í VÁGI
Marghøllin gevur møguleika
at venja fótbólt alt árið í Vági