hósdagur 6. desember 2018síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
31
Hørður Askham hevur gjørt sáttmála
við HB. Hann skiftir frá KÍ
U17:
TRÓNDUR ARGE
H
B hevur gjørt sátt
mála við Hørð Ask
ham, sum seinastu
árini hevur spælt við
KÍ. In.fo hevur fyrr í ár sett mið
verjan í samband við HB.
Felagið hevur nú fingið
tveir nýggjar spælarar til.
Hin er Pætur Petersen. Har
til hevur felagið longt við allar
spælararnar uttan Símun
Samuelsen og Brynjar Hlöð
versson, umframt at Heimir
Guðjónsson og Rasmus Nolsøe
halda fram sum venjarar.
HB.fo skrivar:
Hann er uppvaksin hjá okkum,
men eftir at hava spælt
vaksnamannafótbólt fyrst hjá
grannunum og siðani í Klaksvík,
vendir hann nú endiliga heim.
24 ára gamli verjuleikarin
hevur vant við HB seinastu
tíðina og nú kunnu vit vátta
søguna um, at hann skal spæla
í reyðum og svørtum næsta ár.
Higartil hevur hann spælt
145 dystir í bestu føroysku fót
bóltsdeildini og hevur skorað
seks mál. Harumframt hevur
hann spælt 12 dystir í Løgmans
steypinum, átta í Europa League
og tveir í Champions League.
Víkingur fingið
fyrstu tilgongdina
Bolt.fo skrivar, at 30 ára gamli
Hjartvard Hansen verður partur
av liðnum hjá Víkingi í 2019. Tað
váttar næstformaðurin í Víkingi,
Ólavur Thomsen, fyri bolt.fo.
Hann hevur í ár spælt við ÍF,
sum flutti upp úr næstbestu
deildini. Hann er leirvíkingur
og hevur fyrr spælt við besta
liðnum hjá Víkingi.
Hetta er fyrsti styrkurin hjá
Víkingi. Næstformaðurin, Ólav
ur Thomsen, váttar fyri bolt.
fo, at arbeitt verður við at fáa
meira styrk til Víking. Sámal
Erik Hentze er aftur venjari í
felagnum, sum hann førdi til
tvey meistaraheiti í 2016 og 2017.
Sámal Erik Hentze er ein
føroysku venjarunum, sum
hevur verið í USA og havt venj
ingar á eini venjingarmiðstøð
fyri spælarar, sum ikki hava
sáttmála. Her ljóðar, at Víkingur
helst fær vitjan av spælarum,
sum koma at royndarvenja.
Eitt boð er eisini, at Dion Splidt
kemur úr ÍF. Sámal Erik Hentze
hevur fyrr verið venjari hjá
argjamanninum á Argjum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
HB NÝGGJAN
SPÆLARA
L
utakast um, hvussu
spælast skal í inn
leiðandi EM-undan
kappingini
fyri
U17-landslið við dreingjum í
fótbólti hevur verið. Føroyar
komu í bólk 4, saman við
Svøríki, Danmark og Litava.
- Vit vita, at Svøríki og
Danmark nærum altíð hava
sterk U17-landslið. Tey spæla
seg regluliga til endaspælið,
so hetta verður enn ein
spennandi avbjóðing hjá
okkum. Hinvegin, so kunnu
vit fyrireika okkum betri
enn vanligt, tí vit kenna
hesi londini væl, og spæla
javnan móti teimum í NM-
kappingini, sigur føroyski
U17-landsliðsvenjarin, Áki
Johansen við heimasíðuna
hjá FSF.
Hósmorgunin var lutakast
um, hvussu spælast skal
í innleiðandi EM-undan
kappingini fyri U17-landslið
við dreingjum. Føroyar komu
í bólk 4, saman við Svøríki,
Danmark og Litava. Kapp
ingin verður í Svøríki frá 26.
september til 4. oktober kom
andi ár.
- Litava er helst eitt lið, sum
vit kunnu sammeta okkum
við, men sum vit skulu vinna
á, um vit skulu spæla okkum
víðari til Elite Round. So
sensatiónin skal koma móti
dønum ella svium – helst
báðum, sigur Áki Johansen.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
F
rakland, Danmark
og Finnland komu
úr bollanum, og
koyrd í sama bólk
sum Føroyar, tá lutakast var
um, hvussu spælast skal í
innleiðandi EM-undankapp
ingini, sum verður í november
komandi ár
- Hetta eru tríggjar sera
spennandi og sterkar fót
bóltstjóðir, ið vit skulu møta.
Frakland hevur eitt av bestu
U19-landsliðum í Evropa, so
tað verður uttan iva ein stór
avbjóðing fyri okkara ungu
spælarar, sigur Jógvan Martin
Olsen, U19-landsliðsvenjari,
við FSF.fo.
Føroyska U19-landsliðið
við dreingjum sleppur av
álvara at royna seg, tá inn
leiðandi EM-undankappingin
verður á skránni komandi ár.
Hósmorgunin varð lutakast
um, hvussu bólkarnir skulu
síggja út, og har háttaði tað
seg soleiðis, at Føroyar komu
í bólk 8, saman við Frakland,
Danmark og Finnland.
Kappingin verður í Dan
mark frá 12. til 20. november
2019.
- Tjóðskaparkenslan plagar
at vera sterk, tá vit møta
Danmark, so tá vænti eg ein
spennandi dyst. Møguleikin
fyri stigum er kortini størst
móti finnum, sigur Jógvan
Martin Olsen.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Spennandi
EM-bólkur
Sterk
mótstøða
bíðar U19-
dreingjunum
- Vit vita, at Svøríki og
Danmark nærum altíð
hava sterk U17-landslið,
sigur Áki Johansen