hósdagur 6. desember 2018síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 142
32
2018
Sum nakað nýtt fer Sosialurin at
bjóða øllum lesarunum, tað vil
siga øllum Føroya fólki, at velja
ársins føroying 2018. Hetta fer
at vera eitt afturvendandi tiltak á
hvørjum ári.
Vit lata tað fyrst og fremst vera
UPP TIL TYKKUM lesarar at
gera av, hvat tit halda er besta
orsøkin til ella prógvið um, hvør
eigur heiðurin at gerast ársins
føroyingur 2018.
Men vit fara eisini at leggja dent á
hetta:
Viðkomandi, sum hevur uppiborið
hetta heitið, hevur gjørt nakað
GOTT fyri onnur menniskju, síni
næstu, tað verið seg familju,
vinir, grannar, starvsfelagar og
fólk annars. Hesi kunnu eisini
hava gjørt nakað GOTT fyri sítt
nærumhvørvi, lokalsamfelagið
ella samfelagið sum heild, ella
fyri eina søk, fyri eitt ávíst felag
ella felagsskap, fyri eitt yrki ella
eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til
at skjóta upp fólk, sum tit halda
hava gjørt nakað GOTT við at
hava havt serstaka kveikjandi og
hitandi ávirkan á onnur.
Veljið ein persón og grundgevið,
hví viðkomandi er tykkara val.
Sendið uppskot tykkara á
telduposti til arsins@sosialurin.fo
áðrenn 17. desember 2018.
Ein dómsnevnd fer so komandi
tíðina at velja ársins føroying
millum mongu uppskotini. Vit
loyva okkum eisini at prenta
nøkur av uppskotunum við
grundgevingunum í komandi
bløðum og á in.fo.
Avdúkingin av ársins føroyingi
2018 verður í nýggjársblaðnum
hjá Sosialinum fríggjadagin 28.
desember.
Sendið uppskot tykkara á telduposti til
arsins@sosialurin.fo
áðrenn 17. desember 2018.