mánadagur 10. desember 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143
KJAK
Grátikonur andstøðurnar
Frank Davidsen
Grátikonurnar Jørgen og
Bárður, sum undan seinasta
løgtingsvali fyrigyklaðu
veljarunum, at komu Javnað
arflokkurin,
Tjóðveldisflokkurin og
Framsókn at vinna
løgtngsvalið, so var deyðin í
durðinum. Alt virksemi, bæði
á sjógvi og landi kom at steðga
upp. Ja, veljarin fekk tað
kenslu, at fiskatilfeingið, sum
var á okkara fiskigrunnum
tók til rýmingar, eins og fjøld
av føroyingum rýmdu frá húsi
og heimi. Men ístaðin fyri
dapru framtíðardreymar, ið
hesir báðir royndu at lumpa
føroyingar við, so gjørdist
veruleikin ein annar.
Tí ongantíð í politiskari
søgu hevur verið so nógv
virksemi og optimisma her á
landi, sum seinastu trý árini.
Arbeiðsloysið er komið niður á
1.5 %, samstundis sum
lønarútgjaldingarnar mánað
eftir mánaða hava sett met.
Einki annað land í
framkomna heiminum
stendur Føroyum kurl hesum
viðvíkjandi. Men ongantíð
seinastu nógvu árini, hava vit
havt eina so elendiga
andstøðu, ið bert hevur havt
eittans endamál, at koma fram
at valdinum aftur við einum
nývali. Fyri at koma tí eínu
grátikonuni til hjálpar, so
hevur ein old grumpy man í
Fólkaflokkinum, Bjarni
Djurholm havt eina røð av
samkenslu og stuðulsskrivum,
har hann ferð aftana ferð,
hevur sagt við formann sín
Jørgen, at hann skal ikki taka
tað so tungt, tí Fólkaflokkurin
eigur allan heiðurin av tí nógv
økta virkseminum hesi árini.
Jú, sanniliga, Fólkaflokkurin
er nakað heilt fyri seg.
Meðan Bárður sigur seg
verða liberalan, so kann ein
róliga siga, at Jørgen er á
høgraveinginum hjá teimum
koservativu. Politiska
fyrimynd hansara hevur verið
Margaret Thatcher, sum fekk
fagfeløgini í Bretlandi á knø,
samstundis sum hon beindi
fyri tí bretska
vælferðarsamfelagnum,
soleiðis at fimti hvør breti í
dag er blóðfátækur.
Tíbetur vóru Norðanlond,
eisini Føroyar, í stóran mun
stýrd av sosialdemokratiskum
stjórnum seinastu hálvu
øldina, ið høvdu samhaldfesti
sum teirra kjarnunmál. Havi
mangan spurt meg sjálvan,
hvussu okkara samfelag hevði
verið at búleikast í, um
Føroyaland ikki hevði átt
merkismannin, slóðbrótaran
og stovnaran av Føroya
Javnaðarflokki, Peter Mohr
Dam sála. Sjálvur var eg 16 ára
gamal, tá eg persónliga á
politiskum fundi, hoyrdi hetta
politiska reystmenni halda
røðu. Longu tá, tosaði hann
um tað mannminkandi
fíggjarligu støðu í
pensionistarnir vóru í, aftaná
at borgarligu flokkarnir
høvdu sitið næstan tvey
valskeið, uttan at hesir rættu
hond frá síðu, at bøta um kor
pensionistana. Skjótt aftaná
at hann gjørdist Føroya
Løgmaður í 1958, varð
ellisrentan avtikin, soleiðis at
føroysku pensionistarnir
fingu, eftir tátíðar forholdum,
eina trivaliga fólkapensión.
Eisini viðgjørdi hann
almanna-sosialmál, har hann
millum annað segði, at øll
børn óansæð fíggjarliga orku,
skuldu hava møguleikan til
víðari útbúgving. Fígging
skuldi fáast til vega at
endurnýggja fiskiskipaflotan.
Tað hevði við sær, at vanligir
fiskimenn runt landið tóku
seg saman, og lótu 50-60
nýmótans línuskip byggja.
Soleiðis fingu vit uppá fá ár
ein nýmótans fiskiflota, ið
flutti Føroyar áratíggju
framm í fiskivinnuhøpi, har
flakavirkir vóru bygd runt
landið. Fyri teir mongu
politisku, mentarligu eins og
fíggjarligu varðar, ið stovnari
Javnaðarfloksins legði eftir
seg, so er tað gleðiligt at
Gerhard Lognberg, ið saman
við limunum í Skopunar
Bygdarráð hava latið gera eina
standmynd av
merkismanninum Petur Mohr
Dam, sála.
Eiga at halda fast við tálmandi
rúsdrekkapolitikkin
Helgi Abrahamsen
Løgtingið skal í dag taka støðu
til eitt mál um at geva
føroysku bryggjaríunum loyvi
til at selja alla sína framleiðslu
(tað vil siga eisini sterkt øl og
rúsdrekka upp til 60
rúmprosentum av aloholi) í
teirra sølubúðum. Hetta er
avgjørt ein skeiv leið at ganga,
og eg skal greiða frá hví eg
haldi tað.
Hagtølini tala greitt
Fyri nøkrum árum síðani var
at limur í
Norðurlandaráðnum, har vit í
”velfærdsudvalget” arbeiddu
nógv við spurninginum um
rúsdrekkanýtslu. Vit kannaðu
hagtøl úr øllum Europa, og tey
vístu púra greitt, at
spurningurin um prís og
atgongd til rúsdrekka eru teir
mest avgerandi fyri, hvussu
nógv varð drukkið. Hetta er
orsøkin til at flestu
norðurlond hava valt eina
skipan við einkarsølu.
Tá Føroyar fingu nýggja
rúsdrekkalóg í 1992 varð
avgjørt, at vit eisini skuldu
hava eina einkarsølu, sum
skuldi taka sær av
innflutningi og sølu av øllum
rúsandi løgi. Tó fingu
føroysku bryggjaríini loyvi til
at selja teirra egnu framleiðslu
av øli, sum tá í mesta lagi
kundi hava styrkina 5,8
rúmprosent av alkoholi.
Endamálið við einkarsøluni
hevur alla tíðina verið at
avmarka rúsdrekkanýtsluna
og at minka sum
mest um skaðan, sum
rúsdrekka kann hava við sær
fyri einstaklingin og
samfelagið.
Tað er so nógv, sum ikki
kann keypast í hvørjari bygd
Eg veit at onkur kann
ilskast um, at tað kann vera í
so langt at koyra til nærmastu
rúsdrekkasølu, men hvussu
nógvar aðrar vørur skulu vit
ikki eisini koyra langt eftir?
Sjálvur búgvi eg í eini stórari
bygd, har tað ikki ber til at
keypa rúsdrekka, men tað eru
eisini so óalmindiliga nógvar
aðrar vørur, sum ikki fáast í
bydgini. Hví skal rúsdrekka av
øllum takast fram um alt
annað?
Fyri mær er eingin ivi um,
at skipanin við rúsdrekkasølu
er eitt gott stýringsamboð til
at tálma nýtsluna av
rúsdrekka. Samstundis er
atgongdin ikki verri enn so, at
tann sum vil drekka sleppur
at drekka.
Hetta amboðið verður
munandi skert, um
bryggjaríini fáa eina víðkaða
heimild til eisini at kunna selja
sterkt øl og rúsdrekka. Verður
uppskotið samtykt, so fer talið
av rúsdrekkasølum í Føroyum
at tvífaldast, og harvið verður
atgongdin munandi størri, og
sambært hagtølunum fer
nýtslan eisini at vaksa.
Kunnu semjast um nógv
Eg veit at føroyingar verða
ongantíð samdir um alt sum
hevur við rúsdrekka at gera,
men lat okkum halda fast við
tað, sum vit hóast alt kunnu
vera samd um. Vit eiga at vera
samd um:
•
at rúsdrekka og ferðsla
hoyra ikki saman.
•
at rúsdrekka og arbeiði
hoyra ikki saman.
•
at børn eiga ongantíð at
líða undir, at tey
vaksnu drekka.
•
at rúsdrekka eigur
ongantíð at gerast ein
gerandisvøra í
Føroyum.
- So kunnu vit gott vera
ósamd um restina.
fyrst og fremst
www.in.fo