Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. deseember 2018 · Nr. 144 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Landsdjóralæknin, Dánjal Bær­ent­ sen, hevur hesar seianstu dag­ar­nar ikki fingið frið orsaka av »tele­fon­ stormi«.. Í samrøðu við Sosialin sigur Dán­ jal Bærentsen, at hann eft­ir klokkan 11 á kvøldi verður upp­ringdu­r hvørt fimta minutt. Í tvey kvøld hevur hann verið noydd­ur at seta telefonina oman á poli­ti­støð­ina fyri at fáa náttarfrið. – Eg vil hava frið til at gera mítt ar­beiði uttan at skulu geva fólki upp­lýs­ing­ar um, hvat fyriferst um­borð á einum skipi, sum av mis­ gáv­um er komið í føroyskan sjógv, sig­ur Dánjal Bærentsen. Hann sigur víðari, at fara fólk fram­vegis at spilla seg út um næt­ ur­nar við at ringja, so vil hann átal hetta og biðja um at telefonirnar verða tiknar frá viðkomandi. Týskvøldið vóru nógvir eyst­ur­ oy­ingar í Havn og á Vel­ba­s­tað, har teir m. a. mót­mæltu framferðini hjá lands­stýr­i­num í neytamálinum. Eis­ ini royndu teir at fáa fatur á lands­ djóra­lækna­num. Politiið í Havn bað djóra­lækn­an koma á støðina fyri at tryggja, at einki álvarsligt skuldi henda. Djóralæknin var saman við kon­uni á støðini í nakrar tímar. Ilse Clausen liggur framvegis á Kolla­firði og bíðar eftir betri veðri. Skip­ið er avgreitt frá føroysku vet­ er­i­ner­myndugleikunum, og skip­ar­in hevur nú ábyrgdina yvir bæði skipi og farmi. Dánjal Bærentsen sigur, at hann hevur gott álit á skiparanum, sum er ein hampamaður í allar mát­ar. Ski­p­arin hevur fingið at vita, at verð­ur neyðugt við hjálp ur landi, skal hann bert siga frá. hetta hev­ur hig­ar­til ikki verið neyðugt. Dánjal Bærentesen sigur, at hann hevu verið í samband við danska vet­er­i­ne­r­dir­ek­tørin. Hesin sigur seg fult út styðja føroysku vet­ eri­ner­myndugleikarnar. Vit spurdu fútan, Nepper Christ­ en­sen, hvønn leiklut politiið hev­ur havt í hesum málið. Nepper Christensen: – Politiið røkir sítt arbeiði sum van­ligt. Vit skulu ghjálpa, um vet­ er­i­ner­myndugleikarnri og lands­ djóra­læknin halda hjálp vera fyri neyð­ini. Annars hevur politiið ikki frætt nakað um, at lógarbrot eru framd, meðan neytaskipið Ilse Clau­ sen hevur ligið á Kollafirði, sig­ur futin. Hann vísir annars á, at skip­ið liggur í karantenu. Tað er skip­ar­in, sum skal syrgja fyri, at eing­in kem­ ur um­borð Vit leita aft­ur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert til­far, sum hev­ur staðið í Sosialinum. Blaðið kom út fyrstu ferð 24. mai í 1927. Sum einasta før­oyska blað, er blaðið komið út uttan steðg síðani tá. Í Vágum 1978: Telefon­ terrorist­ urin ikki funnin Eingin tilburður meld­aður afturat Løgreglan í Vágum hevði, tá vit frættu mánadagin, enn ikki funnið fram til tele­ fon­terr­or­ist­in, sum herfyri gjørdi um seg har vesturi. Men við eitt sindri av hepni fer tað kanska at eydnast nú skjótt, tí løgreglan hevur fing­ið á­ben­d­ing­ar, sum møgu­liga kunnu vera við til at loysa málið. Ikki fleiri tilburðir Telefonyvirgangurin byrjaði 20. no­v­em­b­er, og varð ringt til eins­a­mallar kvinnur og eldri frólk. 11 tilbðurðir eru meldaðir, men talan er um tilsamans ein­ar 20, upplýsir løgreglan. Eing­in tilburður er meldaður hesa sein­astu vikuna. Upplýst verður, at tann, sum frem­ur tele­fon­yv­ir­gang­ in, hevur góðan kunnleika til við­ur­skiftini í oynni, og tað er eing­in ivi um, at viðkomandi býr í Vágum helst í Sørvági. Avhoyringarnar av teim­ um, sum eru rakt av tele­fon­ yv­ir­gang­i­num, halda fram. Løgreglan leggur stóran dent á at loysa hetta mál, tí tað er einasti møguleikin at forða fyri, at slíkt endurtekur seg. Kontainarahús sett upp á Frælsinum SOSIALURIN 1978 S ossdfsdfsdf í 1978: Fyrsta kontainarahúsið er kom­ið til Føroyar. Tað er Heri Smith úr Havn, sum letur husið seta upp á Frælsinum í Havn. Húsið skal í fyrstu syftu nýtast sum fram­sýn­ing­ar­hús. Tað er gjørt á verks­miðjuni hjá Burmeistar & Wain og er 58 fermetrar til støddar. Hús­ið er gjørt av bygningsplátum við tjúkk­ari bjálving ímillum. Sosialurin vitjaði húti á Frælsi­ num leygardagin. Har hittu vit Hera Smith og Arna Rein, su er koin úr Dan­mark at seta húsið upp. Arne Rein er úr Havn. Hann hev­ ur í nøk­ur ár arbeitt við at set kon­ tai­n­ar­a­hús upp serstakliga í Mið­ eystri. Hetta húsið kom til Føroyar í tveim­um kontainarum og vigaði tað um­leið 9 tons. Ter læntu kran­an frá Skipasmiðjuni og fluttu kon­tain­ar­ narnar, tveir í tali, á stykkið á Fræls­ i­num. Byrjað var at seta húsið upp næst­sein­asta týsdag. Arne sigur, at tað tekur eina viku frá farið verður at seta upp, til húsið stendur heilt lið­ugt, og tá skuldi verið klárt at flyta inn. Við húsinum er alt, sum er í einum vanligum sethúsum: inn­ búgv, køkur, baðirúm, skáp, sengur o. a. Tá húsið stendur klárt liggur prís­ur­in um 150.000 kr. Sjálvt húsið stendur á 8 stoypt­ um fundamentum. Fyrst er flagi grav­að burtur, og síðani eru funda­ ment­ini stoypt niður á hellu. Upp á fyrispurning um tílík hús standa í ringum veðri, sigur Arne Rein, at tað velst sjálvsagt um, hvussu vánaligt veður tað er. Men í Mið­ eystri, har mangur harður sand­ storm­ur leika á, hava hús av sama slagi ongan skaða fingið. Í fyrstu syftu er ætlanin at nýta hús­ini sum framsýningarhús. Heri Smith sigur, at nógva staðni verða hesi húsini nýtt til íbúðir og skriv­ stov­ur. Um kontainarahúsið kann loysa í­búð­artørvin í t. d. havn, sigur Heri, at hetta er ikki ómøguligt. Húsini eru mun­andi bíligari enn eini vanlig set­hús, tey eru løtt at flyta og skjót at seta upp. – Møguleiki er eisini t mála hús­ ini við alskyns litum, um húsini tá taka seg betri út, sigur Heri Smith. Neytamálið í 1978: Landsdjóralæknin fær ikki frið afturhvarv Í 1978 var ein roynd gjørd at innflyta hús sum bingjur. Hetta skuldi millum annað vera ein loyns á íbúðarneyðini, sum var í Havn um hetta mundið. Sum vit skrivaðu herfyri var eisini íbúðarneyð í Havn í 1968 – og tað er tað tað eisini í dag, í 2018... Dánjal Bærentsen, landsdjóralækni í 1978, á veg umborð á neytaskipið Ilse Clausen, sum lá á Kollafirði við 200 neytum umborð