Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143 TÍÐINDI Bústaðar­pakkin verður ein bati Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, er sera væl nøgd við, at Bústaðarpakkin loksins er lagdur fram Árni Gregersen -Íbuðarneyðin er ein trupul­ leiki í Føroyum og við bústað­ ar­pakkanum vil landsstýrið vísa, at hetta verður tikið í størsta álvara og at vit vilja ger nakað við tað. Hetta sigur Eyðgunn Sam­u­ el­sen, landsstýriskvinna fyri Javnaðarflokkin, eftir at Bú­ staðarpakkin alment varð lagd­ur fram í farnu viku. Landsstýriskvinnan sigur, at hon veit væl, at tað ikki standa 200 nýggjar tøkar íbúð­ ir klárar í morgin, men hon held­ur, at Bústaðarpakkin er eitt sjónligt prógv um, at myndug­leikarnir hava sett eina kós og hol av álvara er sett á at útvega fleiri íbúðir og íbúðir av ymiskum slag. Eyðgunn Samuelsen sigur, at landið við hesum átekur sær sín part av hesum trupul­ leika, men hinvegin so setir landið seg ikki á alt. Bústaðir ein partur Amboðið hjá landinum at fáa loyst ein part av íbúðarneyðini, er almenna felagið Bústaðir. Í løtuni byggir felagið 200 íbúðir og 200 eru settar út í kortið. Tað vil siga, at 400 eru á veg frá almenna bústaðar­fel­ agn­um, men ein partur av Bú­ stað­arpakkanum er, at felagið fær heimild at læna pening at byggja fyri. Sambært teimum upplýs­ ing­um, sum eru komnir fram, so fær Bústaðir heimild at læna 250 milljónir afturat og fyri tað skulu tey byggja 200 íbúð­ir afturat teimum 400, sum eru á veg. Ætlanin er, at lánsbrøv við trygd í íbúðunum verða seld og tað skal so brúkast til at byggja fyri. -Hendan lániheimildin er fyri at fáa ferð á byggingina av íbíðum, soleiðis at vit fáa 200 íbúðir afturat teimum 400, sum vit vita, longu eru á veg, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum hevur bústaðarpolitik, sum sítt málsøki. Skattalættar Umframt at tað almenna gjøgnum Bústaðir fer at økja um ferðina av íbúðarbygg­ing­ ini, so inniheldur Bústað­ar­ pakk­in eisini onnur átøk, sum skal elva øðrum til at leiga bú­ staðir út. Eyðgunn Samuelsn sigur, at hon rættuliga leingi hevur ar­ beitt við hesum málinum, saman við øðrum landsstýris­ fólk­um. Ein av niðurstøðunum er, at skal íbúðarneyðin basast ella minkast, so er neyðugt, at tær íbúðir sum eru, eisini verða aktiveraðar til fólka t búgva í. -Tað er ein grunddgeving fyri, at vit gera tað lættari hjá privatum at leiga út. Vit gera broytingar, so húsaleiga ikki verður skattað fyrr enn hon fer uppum 150.000 krónur og harafturat gera vit tað so, at eigur tú hús á meira enn ein­ um matrikli, so ber tað kortini til at leiga tey út privat. Eftir galdandi lóg ber bert til at leiga út íbúð á sama matr­ ikli, sum tú sjálvur býrt – ann­ ars er tað vinnulig útleigan og aðrar reglur eru galdandi. Við nýggja Bústaðar­pakk­ an­um verður hetta broytt. Býrt tú í eini størri bygd og eig­ur kanska eini hús í einum av smáplássunum, so ber til at leiga tey út, uttan at tað gerst vinnu­lig útleiðan. Bráðfeingislisti Ein annar partur av Bústað­ar­ pakkanum er, at roynt verður at skapa rúm fyri teimum, sum brádliga stana uttan at hava tak yvir høvdið. -Tí fara vit at gera ein bráð­ feingislista. Hann er ætlaður tiemum, sum knapploiga standa á gøtuni av einari ella aðr­ari orsøk. Hesin listin skal so veeita teimum fyribils tak yvir høvdið í eina avmarkaða tíð, til støðan hjá teimum aftur er normal, sigur Eyðgunn Samu­el­sen. Hesin listin verður gjørdur í samstarvi millum almanna­ verkið og Bústaðir. Eyðgunn Samu­elsen sigur, at sjálvandi skulu ávísar treytir lúkast fyri at fáa ein bústað eftir hesum fortreytunum. - Og tað er altso fyri av­ mark­aða tíð, hesa íbúðir verða sett­ar at ráða vyir, leggur hon aft­urat. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, umsitur bústaðarpolitikkin. Bráðfeingis tørvur Andrass Róin sigur, at tá ið tal­ an er um ein bráðfeingislista til fólk, sum standa á gøtuni, so heldur hann, at Bústaðir eru før fyri at handfara tað. - Hetta má sjálvandi gerast í samstarvi við almannaverkið og kommunurnar. Vit mugu so halda ávísar íbúðir uttanfyri okkara vanliga lista, so tær eru tøkar, tá ið tørvurin uppstend­ ur, sigur hann. Stjórin á Bústøðum sigur, at tað tekur sjálvandi tíð at byggja 200 íbúðir. - Í besta føri kann hetta ger­ ast innanfyri hálvtannað til tvey ár. Hetta er tá ið alt spælir við. Tað vil siga, at vit fáa grund­stykkir og byggiloyvir og alt annað rættuliga skjótt, So ber tað til, sigur Andrass Ró­in. Andrass Róin heldur, at tað fer væl at bera til at fáa fígging í Føroyum. Hann væntar at føroyskir fíggjarstovnar fara at keypa ein stóran part av teim­um lánsbrøvum,, sum stovn­urin fer at útskriva. At tað tekur hálvtannað til tvey ár fyrr en Bústaðir hevur íbúðir, sum koma frá Bústað­ ar­pakkanum, forðar tó ikki fyri, at okkurt hendir fyrr. - Tað er tí vit hava gjørt aðr­ ar broytingar eisini, millum annað hetta við minni skatti og møguleikanum at leiga út utt­an­fyri tann matrikul, sum fólk sjálvi búgva á, sigur Eyð­ gunn Samuelsen. Hon undirstrikar, at tað er av­gerandi, at tað ikki bert er tað almenna, sum skal loysa hesa avbjóðigina. - Vit mugu royna at fáa priv­ at og kommunur at arbeiða sam­an við landinum um hetta, legg­ur hon afturat. Á Blómubredkku eru Bústaðir í gongd við eitt byggjarí Bústaðir hevur bygt ymsastaðni í landinum - her í Mattalág í Havn.