Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Spælir alt við tekur tað hálvannað til tvey ár til úrslit sæst av hesum tiltakinum, siga Bústaðir Árni Gregersen Bústaðir fer at gera tað sum til ber at fáa nýggjar íbúðir bygd­ ar, skjóast til ber. - Men tað krevur sjálvandi eitt samstarv millum fleiri part­ar, sigur stjórin í Bú­støð­ um, Andrass Róin. - Vit mugu fyrst tosa við komm­unurnar um fáa lendið til vega ella við privat um hósk­andi grundstykkir, sigur stjórin. - Tað kann sjálvandi taka eitt sindur av tíð, men sumv it øll vita, so kann tað veratorført at fáa handverkarar í hesum døg­um, so tað kann eisini ger­ ast ein forðing, leggur hann aft­urat. Bústaðir hevur roynt seg við at keypa tilgjørd element til nakrar byggiverkætlanir. Til dømis er tað, sum er bygt í Matta­lág í Havn, eru innflutt element. - Tað hevur riggað væl við ele­mentum, sum hetta vit hava brúkt í Mattalág. Tað tekur einar 10 mánaðir frá tí við byrja at seta elementini upp og til tað er klárt hjá fólki at flyta inn, sigur Andreass Róin. Hann leggur aftur, at tað er væl skjótari enn tað, sum aðrar verkætlanir hava tikið. Føroysk element Stjórin í Bústøðum sigur, at tað r ongi endamál fyri stovnin at innflyta element. Tey vilja helst samstarva við føroyskar arbeiðstakarar. Hann sigur tó, at tørvurin á íbúðum er stórur, so tað helst er neyðugt at hugsa um at gera byggingina uppá ein nýggj­ari og smartari máta. -Her hugsi eg fyrst og fremst um, at vit kanska sam­ an við føroyskum arbeiðs­tak­ ar­um kunnu fara at brúka føroysk element, gjørd í Før­oy­ um, sigur stjórin í Bústøðum. Andrass Róin, stjóri í Bústøðum, sigur, at tað ganga hálvtannað til tvey ár, til fyrstu íbúðirnar frá hesum pakkanum standa klárar. TVEY ÁR TIL TÆR FYRSTU ÍBÚÐIRNAR ERU TØKAR