Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143 Í dag kemur út myndabók um vitjanina hjá krúnprinsahjúnunum í Sunda kommunu. Kommunan hevur valt at geva myndirnar frá vitjanini í heyst út í bók, sum er 115 síður Hittust út fyri Port of Spain Føroyingar sigla á øllum heimsins høvum, og soleiðis er eisini við skipunum hjá reiðarínum Thor í Hósvík Vilmund Jacobsen Í síðstu viku lógu tvey skip hjá reiðarínum Thor í Hósvík á reduni í Port of Spain (Trinidad), og her bar tað so á, at skip­ ar­arnir á hesum báð­um skipum vóru feðgarnir úr Vági, Gudmund Dam­ berg og Fríði Damberg. Gudmund Damberg er skipari á Thor Omega, og Fríði Damberg er skipari á Thor Magna.  Føroyingar sigla á øll­ um heimsins høvum, og soleiðis er eisini við skip­ un­um hjá reiðarínum Thor í Hósvík. Tó hendir tað ikki ofta, at føroyskt reiðarí hevur tvey skip samstundis á reduni í Trinidad. Men, hetta hendi í vik­ uni, og hetta gav eisini høvi hjá manningunum - og ikki minst hjá skip­ar­ unum báðum og feðg­un­ um úr Vági - at vera sam­an eina løtu umborð á Thor Magna á reduni í Trinidad. Tað kemur eisini kem­ ur fyri, at skip hjá reið­ar­ ín­um Thor arbeiða í somu verkætlan, og hesi bæði skipini - Thor Omega og Thor Magni - skulu arbeiða í Guynea. Fleiri koma inn at landa Vilmund Jacobsen Fimm ísfiskalínuskip eru til fiskiskap, harav eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og hini øll eru undir Føroyum. Nøkur skip liggja, men væntandi loysti onkur um vikuskiftið. - Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu, og fiskiskapurin er góður. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum. - Vit rokna við, at nøkur skip koma inn at landa hesa vikuna. Síðan verður helst lagt stilt til jólar. Útlitini til útróður eru einki serlig í løtuni, tí veðrið er so ivasamt og skiftandi. Hinvegin er streymurin hampiligur. Næstan øll partrolarapørini eru til fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa er einki serligur í løtuni. Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski. - Partrolarapørini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tveir djúpvatnstrolarar koma inn at landa í dag. Ein er nýliga byrjaður túr, og ein liggur við bryggju. - Skipini fiska bæði tosk, kongafisk og blálongu. Í løtuni eru fimm trolbátar á Skeivabanka og fiska havtasku, men tann eini byrjaði norðan fyri og hevur tískil nakað av toski og hýsu eisini. - Tríggir trolbátar koma inn at landa í dag, og síðan koma tveir seinni í vikuni, verður lagt aftrat. ADVOKATFELAG: Hin 1. januar 2019 byrjar nýtt advokatvirki í Føroyum. Tað eru Brandur Ellingsgaard og Janus Rein, sum eiga og reka virkið. Brandur hevur starvast sum advokatur í Danmark í nógv ár, og Janus er kendur bæði sum flogskipari og løgtingsmaður. Tað skal vera trygt at arbeiða á vegunum Eftirútbúgvingar­grunnurin ”Vitan” skipaði í farnu viku fyri enn einum skeiðið undir heitinum ”Vegurin sum arbeiðspláss” Vilmund Jacobsen Skeiðið í farnu viku var hitt triðja av hesum slag í ár. - Sostatt hava fleiri enn 60 mans í 2018 verið á skeiði í tí, vit rópa ”Veg­ urin sum arbeiðspláss”. Hetta er ein liður í at seta fokus á trygdina, tá ar­ beitt verður á vegunum. Á heimasíðuni hjá Vinnu­húsinum vita tey í dag at siga, at skeiðið ”Vegurin sum arbeiðs­ pláss” er skipað í sam­ starvi við EUC Nord­vest­ sjæl­land, sum vanliga stend­ur fyri slíkum skeið­um í Danmark.  Skeiðshaldari var Jesp­er Christiansen og Vit­an, sum fyriskipaði skeiðið í Føroyum, er eftir­útbugving­ar­grunn­ ur­in hjá byggivinnuni. Fakta um Vitan  Um Vitan hjá byggivinn­ uni er annars at siga, at hetta er eftirútbúgv­ing­ ar­grunnur fyri hand­ verks­vinnuna, sum veitir fíggjarligan og tekniskan stuðul til handverkarar og handverksmeistarar til eftirútbúgving, sum eru viðkomandi fyri hand­verksvinnuna. Tey, sum kundu hugsað sær at vita meira um eftirútbúgving­ar­ grunn­in – Vitan – kunnu leita sær neyvari kunn­ ing um heimasíðuna hjá Vinnuhús­inum industry.fo Teir hittust á reduni í Trinidad, Fríði Damberg (t.v.), sum er skipari á Thor Magna og pápin, Gudmund Damberg, sum er skipari á Thor Omega Tilsamans 60 mans hava í 2018 verið á skeiði í tí, tey rópa ”Vegurin sum arbeiðspláss”, og tað er eftirútbugvingargrunnurin hjá byggivinnuni – Vitan – sum er fyriskipari