Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var sera jólaligt, tá jólatræið í Nólsoy varð tendrað sunnudagin. Tað kavaði so vakurt, og nógv fólk vóru til tiltakið, har Havnar Hornorkestur spældi, og Sverri Steinhólm og Halla Samuelsen hildu røður. Tað er hugaligt á havleiðunum Teir, sum eru í útróðrar-og línuskipavinnuni, plaga at siga, at tá fiskiárini roynast best, eru bæði toskur og hýsa at fáa, og hetta er júst tað, vit síggja í dag Vilmund Jacobsen Tað er hugaligari við fiskiskapi undir Føroyum í løtuni, enn tað hevur verið í nógv ár. Javnan hoyrist um góðar túr­ar hjá línuskipum, og út­ róðr­arbátar hava eisini fingið nógv­an fisk. Fleiri línuskip hava gjørt so góðar túrar, sum vit ikki hava hoyrt um í fleiri ár, og frætt er um onkran glastrevjabát, sum hevði so nógvan fisk á onkrari setu, at teir kundu ikki draga alla línuna, men noyddust til lands við fiski – og so út aftur at draga teir seinastu stamp­ar­ nar. Tað sær lovandi út Seinastu tíðina hava øll frysti­ línu­skipini fiskað undir Før­oy­ um, og sunnukvøldið hoyrdu vit um, at teir umborð á frysti­ línu­skipinum Ågot høvdu tikið seinastu boyuna í ár inn um lúnn­ingina. Skipið var meira enn fult undir lúkurar, og nógv tann størsti parturin av veiðini er toskur og hýsa. Kokkurin umborð á Ågot greiddi sunnukvøldið frá, at um­framt, at lastin var full, høvdu teir eisini fullar fryst­ar­ ar, eins og teir høvdu fisk í agn­frystarínum og í frysti­rúm­ inum hjá kokkinum. Tað er júst ein mánaði, síðan teir loystu í Klaksvík, og hetta er tískil ein óføra góður túrur hjá skipi og manning. Ísfiskalínuskipini hava gjørt góðar túrar, og her er eisini frætt um stuttar túrar, har hepni hevur verið við, og har skip hava fingið rættiliga nógv­an fisk eftir lutfalsliga fáum døgum. Sandshavið, sum telist mill­ um ísfiskalínuskipini, hevði næst seinasta túr 130.000 pund, og á seinasta túri høvdu teir stíviga 180.000 pund, sum mugu sigast at vera rættiliga góður ísfiskatúrur undir Før­oy­um. Teir, sum eru í útróðrar- og línuskipavinnuni, plaga at siga, at tá fiskiárini roynast best, eru bæði toskur og hýsa at fáa, og hetta er júst tað, vit síggja í dag. Bæði innari og ytri Havstovan hevur sagt, at rætti­ liga nógv hýsa er á okkara hav­ leiðum, og hýsa er í ym­isk­um støddum. Batar eru eisini við toskin­ um, og góðar ábendingar eru um, at toskastovnurin er í vøkstri. Síðsta vetur rokaðust trolbátar í toski, og várróðurin royndist rímiliga góður. Menn høvdu vónir um, at heystið fór at roynast, og tað vóru teir, sum hildu, at fiskurin mundi fara at tørna til, tá sjógv­urin kólnaði. Seinastu tíðina hevur verið latið væl at fiskiskapi eftir toski og hýsu, og tað hugaliga er, at fiskur hevur verið at fingið bæði innarlaga, har útróðrarbátarnir royna – og ytri, har tey størru línuskipini eru. Filmurin hevur sín týdning Vilmund Jacobsen Á sumri 2017 var italskt films­lið í Vági undir leiðslu av Valter Torri. Burturúr ferðini kom ein doku­ment­ ar­filmur, sum nú er tøkur á Youtube. Filmurin ”Suðuroy, the island of wind” varð í nov­ emb­er vístur á stóru italsku sjónvarpsrásini RAI í sendirøðini Geo, har tað van­liga eru fleiri milli­ón­ir hyggjarar. Borgarstjórin í Vágs komm­unu, Dennis Holm, fegnast um filmin, og at hann eisini er gjørdur við enskum undirteksti. - Eingin ivi er um, at vøkru myndirnar og sjálvar søgurnar í doku­ment­ar­ film­inum hava týdn­ing fyri okkum í Vági og í Suð­ ur­oynni í eitt nú ferða­ vinnu­høpi, sigur borg­ar­ stjór­in. JÓLAKONSERT: Mikukvøldið hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju. Konsertin verður fyriskipað saman við Nes Sóknar Musikkskúla. Ymiskir smærri bólkar fara eisini at framføra, áðrenn hornorkestrið spælir. Sig tína søgu - Tú kanst greiða frá tínari støðu við orðum, tekning, máling og skriving Vilmund Jacobsen - Hevur tú áræði at royna nýtt og heldur teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, sum eisini hava ella hava havt krabbamein, so er høvi nú at melda teg til skeið í listterapi. Tað siga tey í Krabba­ meins­felagnum, sum vísa á, at nýtt skeið í listterapi byrjar aftur í januar 2019. - Fólk halda seg ofta skula vera "kunstnerisk" fyri at kunna luttaka, men tað kann sakt­ans vera ein  fyrimunur  IKKI at vera van­ur at úttrykkja seg kreat­ ivt. Á skeiðnum í listterapi verð­ur dentur lagdur á, at lut­ tak­arar føla seg so tryggar sum gjørligt, og at um­støð­ur­ nar eru fjálgar og hugnaligar. - Á skeiðnum kanst tú í trún­aði úttrykkja teg um tína støðu, bæði við orðum, tekn­ ing, máling og skriving, siga tey í Krabbameinsfelagnum. Skeiðsleiðari í listterapi er Fía Lamhauge. Hýrurin er góður, nú hin seinasti nátturðin á hesum túrinum – seinasta línutúri í ár – verður etin umborð á Ågot sunnukvøldið