Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. november 2018 · Nr.137 YMSAR HENDINGAR 10. DESEMBER – VÁGATUNNLIN 16 ÁR Í DAG Ferðsluljósini fylla 150 ár í dag. Tað vil siga, at í dag eru 150 ár síðani, at fyrstu ferðsluljósini vórðu sett upp. Tað var í Lond­on í 1868. 10. desember er eisini dagurin, tá bretski kongurin, Edward VIII kongur av Bretlandi, segði frá sær trún­una fyri at giftast við Wallis Simpson, sum ikki var kongalig, og sum var fráskild. Hetta var 10. desember í 1936. Í Arg­en­tina var fólkaræðið endurstovnað hendan dagin í 1983, tá Raúl Alfonsín gjørdist forseti. Og í 1996 fekk Suðurafrika nýggja grundlóg, sum Nelson Mandela kunngjørdi hendan dagin. Og hendan dagin í 2002 sluppu føroyingar at koyra ígjøgnum fyrsta undirsjóvartunnil, tí tá læt Vágatunnilin upp fyri almennari ferðslu. Kari Nygaard, fødd Jo­en­sen, Tvøroyri, andaðist fríggjadagin 7. des­ember á Suðuroyar Sjúkra­húsi, 63 ára gomul. Ásla Hansen, fødd Ol­sen, ættað av Sandi, bú­sit­andi í Glostrup and­aðist í heiminum mik­u­dagin 5. desember 94 ára gomul. Hansa Joensen, Klaks­ vík, ættað úr Fugla­firði, andaðist á Heim­i­num við Vágna, hós­morg­ unin 6. desember, 88 ára gomul. Árni Brekku ættaður av Eiði búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 3.des 82 ára gamal. Jóhanna Sørensen, Skála andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mánakvøldið, 94 ára gomul. Jenny á Sýnini, fødd Juul, ættað úr Søldarfirði, búsitandi í Runavík andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 3. desember, 77 ára gomul. Maria Johannesen, vanliga nevnd Mia, fer til gravar úr Oasuni í Hoyvík, mikudagin 5. desembur kl. 13.00. Edil Thomsen, Kollafirði andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 3. desembur, 88 ára gomul. Asbjørn Valdemarsson ættaður úr Skrúvoy, búsitandi í Tórshavn, andaðist í heiminum leygardagin 1. des. 80 ára gamal. John Hansen ættaður av Nesi búsitandi í Tórshavn, andaðist fríggjadagin 30. novembur 82 ára gamal. ANDLÁT Mikukvøldið 12. des­emb­ er klokkan 19.30 hevur Nes Sókn­ar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju. Hornorkestrið fer at framføra hópin av kend­um jólaløgum, ser­ liga føroysk og ensk, í hugna­ligu kirkjuni. Konsertin verður fyr­ i­skipað saman við mess­ ing­blás­arum úr Nes Sókn­ar Mu­sikk­skúla, og koma ungu leik­ar­ar­nir at seta sín dám á kon­ sert­ina. Ymiskir smærri bólk­ ar fara at framføra, áðr­ enn hornorkestrið spæl­ ir. Jólakonsertin hjá Nes Sóknar Mu­sikk­fel­ ag er gott høvi í jóla­mán­ að­i­num at seta eina løtu av til góðan jólatónleik í hugn­a­ligu kirkjuni. Nes Sóknar Musikk­ fel­ag er mannað við yngri og eldri tón­leik­ ar­um, og er stjórnað av Kenn­eth P. Jones. Tiltakið er ókeypis. Jólakonsert í Glyvra kirkju atu og John tónsetti. Hetta var ein gleðilig stund, har and­anna andi átti dagin og løt­una. Heðin fór 1985 á hægri tón­list­a­skúla í Esbjerg í urg­u­spæli. Gudmund Mort­ en­sen gekk tvey ár und­an honum á sama skúla. Heð­in var liðugur við sína skúling her 1990. Var orga­nist­ur í Fredrikshavn, frá 1990 til 1997. Kom aftur til Fugl­a­fjarð­ ar og hevur verið organistur her við Fuglafjarðar kirkju síð­ani og undirvísir í Fugl­a­ fjarðar tónleikaskúla í klav­ eri og urguspæli. Listin Málningarnir hjá Heðini taka hend­ur saman um ljósið, ið spælir sær kring bygdina dag og nátt í skýmingarløtum og tá ið tað ferð at lýsa. Ljósið t. d. í Fuglafirði er ann­arleiðis enn t. d. ljósið úti á Skálafjørðinum. Hans Marius Eidesgaard skrivar í stutt­søguni Santus, sum er navn­ið á einum dreingi, ið keyp­ir ein málning av abba sín­um á eini framsýning, og hongur hann upp undir bit­ an í roy­kstovuni beint undir ljóaranum. Skrivað stendur. “Ong­an­tíð hevði abbin verið so vak­ur sum í omanljósi!” Jú ljósið, sum spælir sær om­an fyri fjallagreinarnar er sjálv­andi omanljós, sum legg­ur seg yvir líðir, skorar, hamrar, dalar, húsatekjur og sjógv­in. Heðin tekur og loftar hes­um ljósi við penslinum, og fær hetta ljós, sum er sam­fing­ið, lívrunnið úr erva und­an liv­andi stjørnudusti, norð­lýsi, mána og sól, at liva hús­anna millum í eini sjáld­samari gongd, sum tos­ ar sítt stumma mál á ein livandi hátt – tekju av tekju, úr glugga í glugga. Ja, hjá Santos bleiv tað eisini so­ leiðis. Ein dagin, hann stóð og hugdi at abba sínum kom sól­ar­ljósið úr ljóarinum nið­ ur yvir abban og var tað eins og ljós skygdi frá abb­a­num sjál­v­um. Ljós skylt við mur­ eld, norðlýsið og æla­bogan. Hetta var eins og ein heilsa úr ævinleikanum, sum eisini kemur undan pensl­a­børn­u­num hjá Heðini. Fuglafjarðar sangkór kon­ sert mikukvøldið 5. des. 2018 undir leiðslu av Heðini Kambs­dal. Ja, vakurt og yndisligt hev­ur tað mangan verið í kirkj­uni, tá ið t. d. Fugla­fjarð­ar sangkór, hornorkestur og gentu­ kór­ið sungu og spældu upp undir jól. Tað var eins og ein heilagur stimi kom upp í sinnið á sang­ ar­unum, blásarunum og á­hoyrarunum. Mikukvøldið var einki undantak. Nógv fólk var og lurt­aði, meðan kórið sang. Orgul­fylgisspælið hevði Pet­ur Mart­in Johannesen úr Klaks­vík. Hann hevur røt­u­r til Fuglafjarðar. Jo­ hanne­sen navnið kemur frá Lamba Tummasi, sum kom av Fløtunum í Lamba og setti seg niður í Fuglafirði. Hann var langabbabeiggi grein­skr­iv­ar­an og Heðin. Vit eru skyld­menn. Varliga og siðiliga kom kór­ið inn um og sang Gleðilig jól. Sangararnir fóru upp á loft­ið og stillaðu seg við síðu­na av orglinum og sungu Credo í Krýningarmessuni av Mozart, sum Mozart tón­ setti í mars 1779 í Salzburg. Eing­in ivi er um, at hon varð sungin 4. apríl 1792, tá ið Francis 2. keisari varð krýnd­ur sum tann heilagi róm­verki keisarin. Hetta er fyrsta framførslan, sum er stað­fest. Ljómurin Jú vakurt var tað at sita á brík­ini niðri í kirkju­rúmi­ num og hoyra ljómin av lofti­num við org­ul­fylg­i­s­ spæli­num av Petur Mart­ini og undir leiðslu av skyl­d­ manninum, Heðini. Jú hes­in raksturin hjá kórinum frá erva av setti síni føgru, yn­ d­is­ligu spor í veggir loft og gólv. Vavmyndin av hesum fagra tónleikaverki setti seg í sinnið. Nógvar góðar kon­sertir hava verið undir bit­u­num í kirkjuni. Hon varð vígd, 2. hvítusunnudag 1984. Henda konsert var ein av teimum frægu. Lit­vavdi ljómurin undan orgl­inum lyfti kórinum á ein mus­ is­k­an, musikalskan veg til kensl­u­liga førningin, at tað var Mozart, sum nú var á loft­i­num. Sangórið fór fram í kór, men Annemette, prestur okk­ara, sang solo, Einaferð í Dávid staði á loftinum í tí næsta verkinum við org­ul­ fylgisspæli saman við kór­ i­num, sum stóð frammi í kór. Hetta var vakurt, at lata løtuna í við okkara kæra presti lívgevandi, sang­glað við síni vøkru rødd av loft­i­ num- ein annar tal­ar­a­stól­ur, vit hoyrdu hana frá. John Rutter Tað var hugaligt at hoyra tey sið­bundnu jólaløgini og so tvey løg av John Rutter, sum er borin í heim í London 24. sept. 1945 - All bells in Para­ dise og Look at the world við orgulfylgisspæli. Hetta er ikki bei­nleiðis jólatekstur, og hetta er ikki á fyrsta sinni, at John Rutter er sungin í kirkj­ u­ni, men teksturin er vakur og sang kórið væl hesi løg. Yndisligur ljómur var tað, tá ið barnakórið úr Fugl­a­ fjarðar skúla hjá Marthu á Lakj­uni sang við í Look at the world og ein ung kvinna, Dur­ita Várlíð, dóttir Fíu og Stein­finn Várlíð, fór sum ein eingil í hvítum einglabúna kring kirkjurúmið í rútm­isk­ um rørslum, meðan sungið varð Look at the world.. Hygg at heiminum, øllum kring okkum,.... og at undrast yv­ir hvønn dag ... hansara er jørð­in og hansara himinin om­an­fyri. Hetta var ein føgur mynd at fara til hús við í jóla­føst­uni, og fagurt var tað at hoyra og síggja kórið og kórleiðara tess, Skyldmannin, Heðin Kambs­ dal. Vælsignað veri røddin, rørsl­an og hondin. Frits Johannesen ganistur, kórleiðari og listamaður – Málningarnir hjá Heðini taka hend­ur saman um ljósið, ið spælir sær kring bygdina dag og nátt í skýmingarløtum og tá ið tað ferð at lýsa, skrivar Frits Johannesen