Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. november 2018 · Nr.137 6 Sosialurin 70 ÁR SÍÐANI MANNARÆTTINDAYVIRLÝSINGINA Í dag eru 70 ár síðani, at Mannarættindayvirlýsingin varð samtykt. ST-yvirlýsingin um mannarættindi, sum vit ofta nevna Mannarættindayvirlýsingin, varð samtykt av Sameindu Tjóðum á aðalfundi 10. desember 1948. Yvirlýsingin ásetur grundleggjandi rættindi og trygd, sum øll menniskju eiga uppiborið. Janus og Brandur nýtt advokatfelag Á nýggjárinum fara Janus Rein og Brandur Ellingsgaard undir nýtt advokatfelag í Føroyum, Axia Advotakar Brandur Ellingsgaard hev­ur starvast sum ad­ vo­kat­ur í Danmark í nógv ár. Í 1996 fór hann nið­ur at lesa jura, og nú flyt­ur hann heim aftur. Janus Rein er kendur bæði sum flogskipari og løg­tings­maður. Hann gavst við flog­skip­a­r­a­v­ irkseminum í summ­ar, og nú verð­ur tað innan fyri advokat­virksemið, at hann framyvir fer at virka. Advokatfelagið fer at taka sær av øll­um vanligum advokat­upp­ gáv­um, bæði til vinnuna og til privat. Brandur hev­ur hollar royndir inn­an bæði privat- og vinnu­rætt. – Ofta er skilagott at gera avtalur og sátt­ málar so greiðar og gjøll­ ar, at eitt sakarmál ikki gerst neyðugt, men við­ hvørt er neyðugt at fara í rættin fyri at loysa eina trætu. Alt ov ofta síggi eg, at ein avtala ella sátt­ máli antin heilt manglar ella er ógreið, og part­ ar­nir hava ymiska fat­ an av, hvat er rætt og skeivt. Har eru ofta nógv­ir pengar at spara, um man ger avtalurnar rætt at byrja við, heldur Brand­ur. Spurdur, um tað er ein fyrimunur ella vansi, at hann hevur verið ad­ vokat­ur í Danmark í so nógv ár, sigur Brandur: "Tað er bæði ein fyri­ mun­ur og ein vansi. Fyri­mun­urin er, at eg havi arbeitt longri inn­ an lóg­ar­økir, sum van­ liga seinni gerast før­ oysk lóg; t.d. um nýggja per­són­s­data­for­orn­in­ gin seinni fer at gerast galdandi lóggáva í Før­ oyum, so havi eg nógvar roynd­ir og vitan um øk­ ið. Vansin kann vera, at eg havi verið so leingi burtur, at netverkið ikki er tað sama longur, so tað skal byggjast upp av nýggj­um. Janus kennir tó øll, og øll kenna hann, so tað fer nokk at ganga", leggur hann aft­ ur­at. Mangan eru fólk bangin fyri at venda sær til advokat, tí tey stúra fyri at rokningin byrj­ar at telja so skjótt, tele­fon­in verður svar­ að. ”Helst er tað so í nógvum førum, men í Axia Advokatum ætla vit, at tað ikki skal kosta fólki nakað at ringja til okkara og spyrja seg fyri um okkurt mál, áðrenn tey gera av um talan er um eitt mál, sum tey vilja gera meira við ella fara til advokat við”, greiða Brandur og Janus frá. Brandur og Janus eru báðir cand.jur frá Københavns Universitet. Teir fara at eiga Axia Advokatar saman, og í byrjanini fer Janus at virka sum advokatfulltrúi hjá Brandi. Advokatvirkið fer at hava skrivstovu í Havn, men hugsanin er eisini at hava skrivstovutíð í Klaksvík. Navnið Axia kemur úr griskum og merkir virði. Gamla advokatvirkið hjá Brandi í Vordingborg bar eisini navnið Axia, so tað var rættuliga natúrligt, at føra navnið víðari í nýggja føroyska a d v o k a t v i r k i n u m , heldur Janus. – Orsøkin til, at felagið eitur Axia er einføld: ”Okkara motto er, at okkara ráðgeving skal hava eitt virði fyri klientin. Holl ráðgeving í eygnahædd skal vera okkara sermerki, greiða Brandur og Janus frá. – Jú vakurt var tað at sita á brík­ini niðri í kirkju­rúmi­num og hoyra ljómin av lofti­num við org­ul­fylg­i­s­spæli­num av Petur Mart­ini og undir leiðslu av skyl­ d­manninum, Heðini. Jú hes­in raksturin hjá kórinum frá erva av setti síni føgru, yn­d­is­ligu spor í veggir loft og gólv, hugleiðir Frits Johannesen eftir konsert hjá Fuglafjarðar sangkóri mikukvøldið 5. des. 2018 undir leiðslu av Heðini Kambs­dal Ja, nú er væl av vatni runnið í tíðarinnar hav síðani fleir­ radd­að­ur sangur á fyrsta sinni hoyr­dist í Fuglafjarðar kirkju. Hetta var á jólum í 1925, har nøkur ung fólk í bygd­ini tóku seg saman – gent­ur og dreingir og sungu fleir­i­raddað jólakvøld uppi á loft­inum í kirkjuni. Hesin siður hevur mang­ an verið í kirkjuni, og vak­urt var tað, tá ið Herluf Bert­hel­ sen var upp á tað besta t. d. fyrst í fimmti árunum, tá ið hann kom við kór­fylgi sín­um innar í kór jóla­kvøld í kirkj­ una, og hevði kon­sert við Fugla­fjarð­ar sang­kóri. Hann var á Dan­mark Lærer­høj­ skole 1949/50, har hann kom í sa­m­band við Karl Clausen. Her­luf sang við Køb­en­ havns lær­erkor, meðan hann var á ársskeiði. Hann og Carl Clausen gjørdust vinir, og Carl Clausen var ein góður íblástur fyri Herluf og kór­ lívið í Føroyum. Ólavur Hátún og Carl Clau­sen høvdu eisini gott sam­band hvør við annan. Í 1952 var Københavns lær­er­ kor á kon­sertferð her á landi og hevði t. d. konsert í Fugla­ fjarð­ar kirkju. Heðin og sangkórið Tað er nógv at fara um, tá ið tað snýr seg um Fuglafjarðar sangkór. Kórleðiari tess nú er Heð­in Kambsdal, sum hev­ur eina holla út­búgving, tá ið tað snýr seg um tónleik. Hann sang við sangkórinum sum blað­ungur, tók lærara prógv á Nørre Nissum sem­ i­nar­i­um 1977. Var lærari í Fugl­a­fjarðar skúla frá 1980 til 1984. Hesa tíðina leiddi hann eis­ini Fuglafjarðar sangkór, og tá ið hann fór niður at lesa, tók Frits um endan og leiddi kórið til 2009. Heðin fór á DLH 1984/85 í tón­leiki og sang við í Trit­o­n­ us, sum John Høybye leiddi. John Høybye var og vitj­aði í Fuglafirði 1982, tá ið Fugla­ fjarðar sangkór fylti 50 ár. Hann sang við kórinum og børnunum í skúlanum á hesi vitjan. Hetta vóru góð­ir dag­ar, og 1984 var hann aft­ur og vitjaði í bygdini, tá ið tann nýggja kirkjan varð vígd. Til vígsluna var ein kant­ata gjørd, har Alexandur Krist­ iansen skrivaði tekstin og John Høybye gjørdi tón­leik­ in til hesa kantatu. Hetta var ein fjálg og góð uppliving. Som­uleiðis var hann her 2009, tá ið kirkjan fylti 25 ár og Frits og Alexandur høvdu skriv­að orðini til hesa kant­ Heðin Kambsdal, sum hevur holla útbúgving, tá tað snýr seg um tónleik, er kórleiðari hjá Fuglafjarðar Sangkóri Heðin Kambsdal í Fuglafirði – org