mánadagur 10. desember 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143
TÍÐINDI
Neyðtøkan
bleiv
meldað
seinni
Løgreglan greiddi í rættinum frá, hví
maðurin ikki bleiv handtikin beinanvegin.
Danjal av Rana
Ákærin í málinum krevur
mannin fongslaðan í 10 mán
aðir. Hon greiddi í rættinum
frá, at í hennara huga var tað
uttan ivamál prógvað, at hann
hevði bukað kvinnuna illa
hesa náttina. Hon segði, at utt
an mun til, júst hvussu ógvus
ligur harðskapurin hevði verið,
so kom kvinnan at enda til ta
niðurstøðu, at hon mátti ringja
eftir løgregluni og fáa mannin
út úr húsinum. Ákærin helt, at
frágreiðingin
hjá
kvinnuni,
umframt úrslitini av kanning
ini á sjúkrahúsinum, vístu, at
maðurin hevði verið sera harð
ligur og hevði sligið hana fleiri
ferðir í andlitið og á kroppin.
Hon helt ikki, at frágreið
ingin hjá manninum á nakran
hátt kundi greiða frá skaðun
um hjá kvinnuni.
Ákærin helt eisini, at ákær
an um neyðtøkuroynd var
prógvað. Tí hvør onnur skuldi
orsøk hansara verið at royna
at lata hana úr buksunum?
Ein kvinna í eini slíkari støðu,
sum júst er bukað væl og virði
liga, man ikki ivast í, at nú
verður hon neyðtikin eisini.
Gjøgnum alt kvøldið hevði
ákærdi eisini fleiri ferðir spurt,
um unga kvinnan hevði havt
samlegu við hin mannin og
hvussu tað var.
Verjin hjá manninum helt
fast upp á, at maðurin skuldi
frídømast. Hann helt ikki, at
samsvar var millum tað, sum
kvinnan greiddi frá, og teir
skaðar, sum stóðu at lesa í frá
greiðingini frá sjúkrahúsinum.
Hann
heldur
hinvegin,
at
ákærdi hevur givið eina trú
verdiga frágreiðing um, hvussu
hon hevur fingið skaðarnar.
Um hon veruliga var so illa
bukað, hevði fingið eini 30 til
40 sløg, sum hon sjálv metti,
hevði hon verið nógv verri
fyri, helt hann.
Hann noktaði ikki fyri, at
maðurin kanska hevði verið
harðligur móti kvinnuni, men
at tað eisini má vera loyvt at
taka fast í tann, tú skeldast
við, uttan at skula í fongsul av
tí grund.
Verjin hjá manninum vísti
eisini á, at hon alla náttina
hevði møguleika at rýma, men
ongantíð gjørdi eina roynd, og
at hon enntá einaferð bað
mannin verða verandi.
Meldaði neyðtøkuroyndina
seinni
Verjin kravdi eisini frídøming
fyri ákæruna um neyðtøku
roynd. Hann vísti á, at kvinnan
ikki meldaði neyðtøkuroynd
ina saman við harðskapinum,
men bíðaði í tveir dagar. Tá
kvinnan bleiv spurd um hví,
greiddi hon frá, at tað var eftir
eina samrøðu við fastur sína,
at hon valdi at melda mannin
fyri hetta eisini. Sjálv helt hon,
at tað var orsaka av skelkinum
frá harðskapinum, at hon ikki
nevndi tað støðuna fyri løg
regluni beinanvegin.
Verjin vildi vera við, at frá
greiðingin hjá kvinnuni um
neyðtøkuroyndina
broyttist
so ofta, at góð orsøk var at seta
spurnartekin við trúvirði í frá
greiðingini.
Verjin helt eisini, at tað gav
lítla meining at neyðtaka damu
sína. Um ein er í einum parlagi,
gevur tað onga meining at
neyðtaka damuna, helt hann.
Ákærin staðfesti bara, at sex
krevur samtykki, eisini tá ein
er í einum parlagi.
Maðurin greiddi sjálvur frá,
at hann gjørdist sera bilsin, tá
løgreglan stóð í hurðini og
burturvísti hann úr íbúðini.
Gamaní var hetta skeldaríið
kanska nakað verri enn okkurt
av hinum kvøldunum, men í
hansara eygum vóru tey væl á
veg at finna samanaftur, greiddi
hann frá.
Bleiv ongantíð handtikin
Kvinnan greiddi í rættinum
frá, at hon skilti ikki, hví mað
urin ikki bleiv handtikin longu
sama kvøld. Verjin hjá mann
inum spurdi eisini løgregluna
um hetta.
Løgreglan svaraði, at tað var
ein heildarmeting sum gjørdi,
at teir ikki handtóku mannin
sama kvøld. Fyrst av øllum so
sóu skaðarnir á kvinnuni ikki
so ógvusligir út við fyrsta eygna
brá. Tá teir seinni sóu nógvu
bláu merkini, høvdu teir longu
slept manninum avstað.
Løgreglumaðurin segði eis
ini, at hann visti, at rúm ikki
var fyri manninum í arrestini í
Havn hesa náttina og ivasamt
var, um teir høvdu fólk nokk
til arbeiðis til at koyra hann til
Klaksvíkar. Harumframt mettu
teir ikki, at nakar vandi var
fyri, at hann fór at gera seg inn
á kvinnuna aftur beinanvegin,
ei heldur, at hann fór at krógva
seg fyri løgregluni, um hon
vildi hava fatur á honum aftur.
Dómur fellur í málinum
seinni í vikuni.