Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Kvinnan greiddi frá, at hon tordi ikki at sleppa sær til rýmingar, tí hon óttaðist, hvat so fór at henda, um maðurin fekk fatur á sær aftur. Danjal av Rana Kvinnan hevur, sum vera man, eina aðra frágreiðing. Ógvuliga merkt av støðuni, fleiri ferðir við gráturødd, greiddi hon frá, hvussu hon upplivdi hesa náttina. Hon sigur, at tá hann sá boðini frá hinum manninum, gjørdist hann frá sær sjálvum og langaði henni nevan. Síðani byrjaði ein marra, sum vardi í samfullar tríggjar tímar. Hesar tímarnar metti hon, at hann mundi sláa hana eini 30 til 40 ferðir, bæði í andlitið og í síð­ una. Eina­ferð rakti hann hond henn­ara, so at fingur brotnaði. Hann dró hana eftir hárinum, kroysti andlit hennara niður í sof­una, og einu løtu royndi hann at lata hana úr buks­un­ um og stinga hondina inn um. - Eg hugsaði, at hetta má bara ikki henda. Oman á alt hitt má hann ikki neyðtaka meg, greiddi hon frá í rætt­in­ um. Í ræðslu síni tordi hon ong­ an­tíð at gera eina roynd at flýggja, tí hon ivaðist ikki í, at hann fór at fanga hana, og tað fór at gera alt verri. Hon royndi ístaðin at tosa honum eft­ir munninum, at blíðka hann og taka sær løgir. Einaferð tíðliga um náttina ringir pápi hennara. Kvinnan greiddi í rættinum frá, at hon tordi ikki at taka telefonina, hó­ast maðurin bað hana. Tí saman við loyvinum, var eisini eitt lyfti um, at hann skuldi bukað pápa hennara eisini, segði hon. Tað sama var støðan, tá mað­urin bjóðaði sær at fara heim. Tá bað hon hann heldur vera verandi, tí hon óttaðist, at um hon bað hann fara, fór hann at seta spurnartekin við, hví hon var so íðin eftir at sleppa av við seg. Heldur ikki, tá tey fóru ein gongutúr bæði, tordi hon at gera nakað. Hetta var á miðjari nátt, so tey møttu ongum, og ov langt var at renna á løg­ reglu­støðina. Heimafturkomin fann hon sær tó eina umbering til at fara úr íbúðini eina løtu, fekk givið boð frá sær, og løtu seinni var løgreglan á hurðini. Breyt ein fingur Ákæruvaldið legði fram fleiri myndir av ungu kvinnuni, sum vístu týðiliga, at hon hevði verið fyri harð­skapi. Maðurin metti, at sárini og merkini á kvinnuni væl kundu stava frá, tá hann trýsti tele­ fon­ina upp í andlit hennara og seinni ripaði telefonina eftir henni. Sárini á ørmunum mundu stavað frá, tá hann hevði tikið hart í hana og sett hana niður í sofuna aftur. Løgreglan koyrdi kvinnuna út á sjúkrahúsið til kanningar. Har skrásetti læknin fleiri skað­ar á kvinnuni, sum sam­ bært læknanum væl kundu stavað frá, at hon var blivin bard. Sambært ákæru­vald­in­ um skrivaði læknin ein lista við átta ymiskum skaðum, sum kvinnan hevði fingið, bæði blá merki, bløðingar undir húðini, hovnar varrar og eym­leika um stóran part av yvir­kroppinum. Harafturat hevði hon brotið ytsta lið á vinstra peikifingri. HANN SLÓ MEG 30 TIL 40 FERÐIR Oman á alt hitt má hann ikki neyðtaka meg, greiddi hon frá í rætt­in­um