Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143 TÍÐINDI SVARTSJÚKA FØRDI TEY Í RÆTTIN Fyrst var hon ill um at hann hevði verið við eini aðrari. So bleiv hann illur, tí at hon hevði verið ótrúgv. At enda mátti hann møta í rættinum, ákærdur fyri at hava bukað damuna og neyðtøkuroynd. Danjal av Rana Ein maður í 40’unum er ákærd­ ur fyri at hava hildið damu sína sum fanga í fleiri tímar og bukað hana illa, umframt at hava roynt at neyðtaka hana. Hann noktar seg sekan í øllum ákærunum. Maðurin og kvinnan høvdu tvær fullkomiliga ymiskar frá­ greiðingar í rættinum. Tey vóru samd um, at hóast tey høvdu verið saman longi, so var parlag teirra heldur meld­ ur­kent, og ofta høvdu tey gjørt tað liðugt hvør við annan. Bæði greiddu frá, at kimin til ósemjuna teirra millum, var ein vinkona, sum maðurin hevði fjasast eitt sindur við. Unga kvinnan, í 20’unum, megn­aði ikki heilt at hava álit á mann­inum, at einki var mill­ um hann og hina kvinnuna long­ur. Hendan morgunin brast ósemj­an aftur á. Kvinnan var sann­førd um, at hann aftur var farin at fjasast við hinari, men hann noktaði. Hon gjørdi ikki mætari enn at fara heim til hansara at gjøgnumganga logg­in á telduni. Tá hon varn­ að­ist, at hann fyri kortum hevði reinsað loggin, so at einki var at finna í honum, bleiv hon í øðini og rýmdi. Nú var liðugt, segði hon. Íðin eftir at fáa samband við hana Maðurin royndi at fáa fatur á henni gjøgnum dagin, hann bæði ringdi og sendi henni boð á sms og Facebook, men einki batti. Boðini mundu vera um 20 í tali. Út móti midnátt legði hann leiðina heim til hennara. Hon mutaði fyrst ímóti, vildi ikki hava hann inn, men lat at enda hurðina upp. Maðurin vildi fegin loysa hendan trupul­leik­ an eina­ferð med alla, so at tey kundu halda á at vera par, men hon var ikki so heit fyri tí. Kanska fyri at vinna henni neisir, spyr hann tá hana, um hann kann síggja samskifti mill­um hana og ein, sum hann veit, at hon hevur verið saman við, í einum av mongu støðg­ un­um teirra millum. Higartil fylgjast frá­greið­ ing­ar teirra rættiliga neyvt, men síðani fara tær hvør sína leið. Ákærdi viðgekk, at hann gjørdist vreiður, tá hann sá, at hesin maðurin framvegis skriv­ ­aði til hennara. Hann trýsti fyrst telefonina upp í and­lit henn­ara og ripaði síðani tele­ fon­ina eftir henni. Hann hevði ikki heilt álit á, at hon ikki hevði svarað honum aftur, hó­ ast tað ikki sást í samskiftinum, tí hon dugdi væl við teldum og telefonum, og maðurin helt, at hon kundi havt strikað síni egnu boð. Tveitti telefonina eftir henni Líkamikið, hann greiðir frá, at hann royndi at nýta hesa av­ dúk­ingina til at loysa trupul­ leik­an teirra millum. Hann sig­ ur, at tey skeldaðust nógv og hart, og at onkuntíð mátti hann taka hart í hana og seta hana niður, tí hon hevði bestan hugin at rýma. Maðurin greiddi frá, at tey sár og merki, sum kvinnan hevði, mátti vera komin av, at hann tveitti telefonina eftir henni og tók hart í hana. Eftir hetta skeldaðust tey eina góða løtu, áðrenn tey fóru ein gongutúr og síðani heim aft­ur til hennara. Tá brádliga stendur løgreglan í durinum og sigur, at hon hevur ringt og biðið teir hjálpa sær at vísa hann burtur av staðnum.