Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. deseember 2018 · Nr. 144 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 AFTURHVARV SÍÐA 12 Kon­ tain­ara­hús í Havn NØVN SÍÐA 6-7 List­a­ mað­urin Heðin Kambsdal At fólkavøkstur førir til í­búð­ar­ trup­ul­leik­ar er eyðsæð. Nýggjar tíð­ir gera eisini, at vit búgva færri fólk í hvørj­um húsi, og tað ger av­ bjóð­ing­ina tess størri. Fríggjadagin legði samgongan fram tann so nógv umrødda bú­ stað­ar­pakkan. Bulurin í honum er, at Bú­stað­ir alt fyri eitt skulu byggja 200 í­búðir fleiri enn ætlað. Til at fíggja hesa verkætlan, skulu Bústaðir skriva út lánsbrøv. Føroysku pensjónsfeløgini hava nógvar pengar, sum fyri tað mesta verða settir at vaksa utt­an­ lands. Lív er í ferð við at byggja eitt hot­lel til Atlantsflog. Um hot­ ell­bygg­ing í Føroyum kann geva a­v­kast til pensjónirnar hjá kom­ andi pensjónistunum, so kann í­búðar­bygg­ing kanska eisini tað. Tað er sjálv­andi gott, at føroyskir pen­sjóns­pengar verða gagnnýttir í okk­ara egna samfelag. Men tá tað eru politikarar, sum koma við slíkum tiltøkum, sum hes­um bústaðarpakkanum, so eru tað sjálv­andi aðrir politikarar sum sápla hann niður. Soleiðis eigur tað eftir øll­um at døma at vera. Tað sum ein heldur vera gott, at tað held­ur annar vera nakað lort. Tað góða við bústaðarpakkanum er sjálv­andi, at tað verða bygdar fleiri íbúðir og skjótari, enn annars varð ætlað. Skulu vit hava fleiri fólk í hesum landinum, so mugu vit eis­ ini kunna hýsa teimum. Tann myrka síðan er hinvegin, hvørja ávirkan tað fer at hava á bú­ skap­in, at meiri ferð, orka og pengar verða nýtt til íbúðarbygging. Tos­að verður um at innflyta heild­ar­loysn­ ir, har íbúðir verða bygdar utt­an­ lands og fluttar heim í pørtum. Eitt føroyskt byggifelag tosar eis­ini um at bjóða seg fram at gera slík­ar heild­ar­loysnir innandura í Før­oy­ um. Tað ljóðar áhugavert. Annar partur av bú­stað­ar­pakk­ a­num, sum longu er kunngjørdur, er at fólk kunnu leiga út skattafrítt upp til 150.ooo krónur. Tað fær helst fleiri fólk til at leiga út sínar tómu í­búð­ir ella hús – ella at innrætta íbúð­ir í kjallarum. Vinnuligir útleigarar kunnu sjálv­sagt kenna seg fyri órætti, at ikki eis­ini teir sleppa at leiga út skatt­a­frítt. Her er boðað frá broyt­ ing­um viðvíkjandi vinnuligari hús­ a­leigu, so har er kanska vón. Tað hevur stóran týding, at priv­ ata vinnan fær neyvt somu treytir, sum al­menna Bústaðir. Tað kemur sjálv­andi enn meira gongd á, um priv­ata vinnan og Bústaðir kunnu kapp­ast á jøvnum grundarlag. Hevði verið áhugavert at sæð poli­t­ik­arar drigið eina línu at bæsa bú­stað­ar­neyð­ini. Men tað vita vita er eitt ov høgt ynski at seta. RÚKANDI ÓSAMD UM LOYSNIR – At gera tunlar er tann besta íløgan, Landið kann gera Tað sigur Heðin Mortensen, lands­stýrismaður í sam­ ferðsl­u­málum. Og hann legg­ur afturat, at orsøkin til, at tað er so góð íløga er, at tunl­ar binda landið saman, so at fólk kunnu ferðast frítt og ó­tarnað. Fríggjadagin var orða­ skift­i í Løgtinginum um tunlar og tá fortaldi Heð­in Mortensen fyri løg­tings­lim­ um, at seinast í januar fáa teir høvi til at kjakast um sam­ferðslu­viðurskiftini í Før­oy­um. Tá fer hann nevni­ liga at leggja eina nýggja sam­ferðsluætlan fyri Løg­ tingið og í henni verða nøk­ ur tilmæli um eina lang­tíð­ ar­ætlan fyri samferðsluøkið. – Tá er eisini ætlanin at hava eitt aðalorðaskifti um sam­ferðsl­u­við­ur­skift­ini sum heild, har alt sam­ferðsl­u­net­ ið skal umrøðast, heilt úr Sumba til Viðareiðis og Gása­ dals, segði Heðin Mortensen. Eitt, hann sær fyri sær, er, at vit fara at fáa eitt sam­halds­fast sam­ferðslu­ gjald, har øll rinda tað sama fyri at ferðast, sama hvar í ­landinum tey búgva, og sama, hvussu tey ferðast, um tey sigla, koyra ígjøgnum und­ir­sjóvartunlar ella om­ an­sjóv­ar­tunl­ar. – Tað er ætlnin at leggja eitt upp­skot fyri Løgtingið við einum ítøkiligum upp­ skoti um, hvussu ein slík skipan kann verða, so­l­ eiðis at øll føla seg sum ein javnbjóðis lim í sam­fel­ag­ num, sigur hann. Men Heðin Mortesen legg­ur afturat, at tað ligg­ur ikki í kortunum at av­taka bummgjøldini fyri at koyra ígjøgnum und­ir­sjóv­ar­tunl­a­ r­nar. Men ein annar spurn­ ingur er um tey verða broytt, soleiðis at øll hava javn­bjóð­is møg­u­leik­ar at ferðast. At gera tunlar er tað besta vit kunnu gera Politikarar duga heldur ikki at semjast um íbúðarneyð Heðin Mortensen sær fyri sær, at vit fara at fáa eitt samhaldsfast samferðslugjald, har øll rinda tað sama, hvar í landinum tey so búgva Talið av ak­før­ um í Føroyum veks­ur alsamt. Bara í ár talið vaks­ið frá 35.746 ak­før­ um 1. januar í ár til 11 mán­ að­ir seinni at vera 37.210. Størsta talið av akførum er sjálv­andi persónbilar. Teir eru í dag 24.805 í tali. Í yvirlitinum býtir Ak­ stov­an akførini út á oyggj­ ar­nar og skilir ímillum ymsu sløgini av bilum, mot­or­súkkl­ um, prutlum o. s. fr. Næststørsti bólkurin av ak­førum er sum vant vøru­ vog­nar. Teir eru 4041 í tali. Síðani koma við­fest­is­vogn­ ar­nir, sum eru 3.265 í tali. Prutl­ini eru 1.741 í tali. Flestu akførini eru í Streym­oynni. Haru er saml­ aða talið av akførum 17.544 av teimum 37.210, sum eru í landinum. Tað er ein pros­ ent­par­tur upp á 47%. 1,4 fólk til hvørt akfar í Føroyum Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin