mánadagur 10. desember 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Áki Egilsnes gekk á odda hjá íslendska KA í týdningarmiklum sigri. Í donskum hondbólti vóru
føroyingar eisini avgerandi, og so hava føroyskir svimjarar eisini gjørt um seg í NM
Pætur Albinus
E-SPORT
Danska
liðið
Astralis
við
hálvføroyska Lukas Egholm
Rossander á liðnum í teldu
spælinum CS:GO vann í gjár
kappingina ESL Pro Leagues í
Odense. Astralis vann finaluna
3-1 á Team Liquid. Umframt
250.000 dollarar (1,64 milliónir
krónur) í vinningi fyri hendan
sigurin, so útloysti sigurin
einki
minni
enn
1.250.000
dollarar (8,2 milliónir krónur)
av tí at hetta var fjórði kapp
ingarsigurin í ESL- og Dream
hack-samanhangi
hetta
kappingarárið.
Hesin
stóri
síðuvinningurin sá dagsins ljós
í 2017, og Astralis gerst fyrsta
liðið í søguni, sum vinnur hann.
Astralis hevur í ár vunnið
DreamHack Masters Marseille,
ESL Pro League Season 7 Finals,
ELEAGUE
CS:GO
Premier,
FACEIT Major, BLAST Pro
Series Istanbul, IEM Chicago,
ECS Season 6 Finals og nú altso
eisini ESL Pro League Odense.
FÓTBÓLTUR
Fótbóltssamband Føroya hevur
í morgun sett fyrstu atgongu
merkini til Nations League-
dystirnar næsta ár til sølu.
Talan er um ein landsliðspakka,
ið er til allar heimadystirnar.
Dystirnir eru frá 7. juni til 15.
oktober ímóti Spania, Noregi,
Svøríki, Rumenia og Malta.
Landsliðspakkarnir kosta 1000
ella 750 krónur alt eftir hvørj
um bólkum ein ynskir at sita í.
FLOGBÓLTUR
Steypakappingarnar eru farnar
í gongd, og um vikuskiftið hava
dystir verið í bæði mans- og
kvinnukappingunum. Í bólki
1 í kvinnukappingini var ein
dystur. Hann var í Trongisvági í
gjár, har KÍF vann 3-1 á TB. Sett
úrslitini vóru 25-17, 16-25, 20-25,
23-25. Tveir dystir í bólki 2. SÍ
vitjaði leygardagin í Klaksvík
hjá Mjølni, har úrslitið gjørdist
3-1 í settum til SÍ umvegis sett
úrslitini 25-20, 21-25, 25-17, 25-16.
Í gjár var dystur ímillum ÍF/
Ternuna og SÍ. Tann dystin
vann SÍ við settúrslitunum 25-
21, 25-21, 25-18.
Í manskappingini var ein
dystur. Hann var leygardagin
ímillum SÍb og Fleyr. Fleyr
vann dystin 3-0.
HONDBÓLTUR
Áki Egilsnes gekk á odda við
málskjótingini, tá ið KA leygar
dagin vann tepran 26-25-sigur
ímóti grannunum av Akureyri
við sama navni. KA var á odda
18-14 í hálvleikssteðginum. Áki
Egilsnes skeyt átta mál og var
dagsins maður hjá KA. Hin
føroyingurin á liðnum, Allan
Norbðerg, skeyt fýra mál. Áki
hevur nú skotið 71 mál hetta
kappingarárið, sum er eitt
færri enn bosniski liðfelagin,
Tarik Kasumovic. Teir báðir
eru greiðir toppskjúttar hjá KA,
sum nú vann seg rættiliga væl
frá botninum og er nummar
sjey av 12 liðum í bestu
íslendsku deildini. Ein dystur er
eftir at spæla áðrenn jól. Hann
verður sunnudagin á útivølli
ímóti Haukum.
Frederikshavn FI við før
oyska Eiriki J. Simonsen á lið
num vann seg týðandi stig
burturfrá botnstríðnum, tá
ið liðið leygardagin vann 30-
26 á útivølli ímóti Odder eftir
at hava verið á odda 15-12 í
hálvleikssteðginum.
Eirikur,
sum er uppvaksin í Kyndli,
átti sín stóra leiklut í sigrinum
við fimm málum. Hetta var
tað mesta, ið hann hevur
skorað í einum dysti hetta
kappingarárið. Hann hevur
nú skotið 13 mál í 12 dystum.
Frederikshavn FI er nummar
níggju av 14 liðum í næstbestu
donsku deildini, har tað nú eru
sjey niður til beinleiðis niður
flytingina.
Eftir tvey tap á rað vann TM
Tønder við Niklasi Simonsen í
málinum í gjár 30-27 á heima
vølli ímóti HC Odense í næst
bestu donsku deildini. Sam
bært JydskeVestkysten stóð
Niklas Simonsen ein góðan
dyst serliga við avgerandi
bjargingum í seinna hálvleiki.
TM Tønder er nummar tvey
í deildini, tvey stig aftanfyri
oddaliðið Fredericia. TM Tønd
er hevur tó ein dyst tilgóðar.
Uppreistrarfólk frá ”Gulu
vestunum” vóru orsøkin til, at
eingir dystir vórðu spældir í
EM-endaspælinum hjá kvinn
um, sum í hesum døgum verð
ur spælt í Fraklandi. Hendan
dagin vórðu 1.700 uppreistr
arfólk handtikin í fronsku
gøtunum, og nú eru allir
dystirnir í kappingini fluttur
høvuðsstaðin, París. Komið
er annars til millumumfarið,
har Danmark í dag spælir ein
rættiliga avgerandi dyst ímóti
Russlandi. Svøríki kann ikki
koma við í hálvfinalurnar eftir
javnleik ímóti vertunum úr
Fraklandi í gjár, meðan Noreg
er við at ressa seg eftir eina
vánaliga byrjan upp á kapp
ingina.
SVIMJING
Føroyskir
svimjarar
hava
seinastu dagarnar luttikið á
norðurlendskari
meistara
stevnu
og
juniormeistara
stevnu í finska býnum, Oulu.
Vár E. Eidesgaard úr Havn
ar Svimjifelagi vann fríggja
kvøldið bronsu í 800 metrum
frísvinjing við tíðini 8:56.29, og
leygarkvøldið átti Alvi Hjelm
tørn at vinna norðurlendskt
heiðursmerki. Hansara var av
silvuri, og tað vann hann í 400
metra blandaðari svimjing, har
hann svam teinin upp á 4:19.54.
Svimjing.com skrivar, at hetta
samstundis var persónligt met.
Gamla metið var 4:19.91 frá EM
á stuttgeil í desember í fjør.
albinus@sosialurin.fo
Áki aftur toppskjútti í Íslandi
Áki Egilsnes skeyt átta mál fyri KA leygardagin