mánadagur 10. desember 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Kappingin
í
kvinnudeildini
kundi undan hesum umfari
num býtast í tveir bólkar.
VÍF, H71 og Neistin lógu til at
kappast um fremstu tvey pláss
ini, meðan Kyndil hava ligið
nakað aftanfyri oddaliðini. Í
botninum hava Stjørnan og
StÍF so at siga mist alla vón um
at hótta hini liðini, og tey bæði
liðini skulu fegnast um tað
gerast til fleiri stig hetta kapp
ingarárið.
Neistin og Kyndil spældu
sunnudagin tí ein sera umráð
andi dyst, har stigini høvdu
stóran týdning fyri møguleikan
at hótta fremstu bæði liðini.
Serbisku málverjarnir løgdu
dám á dystin
Tað gjørdist ein sera málfá
tækur dystur í Høllini á Hálsi
sunnudagin.
Málverjarnir
báðir,
Maja
Dragobuljovic
hjá Neistanum og Jovana
Stranjanac hjá Kyndli vístu
hvør í sínum lagi stórspæl, tá ið
tær ferð eftir ferð forðaðu fyri
fríum møguleikum.
So við og við fóru málini tó
at koma, tá ið serliga Marianna
G. Eystberg fyri Kyndil og Sofie
Søberg fyri Neistan fóru at
hepnast við sínum skotum. Tað
eydnaðist betur hjá teimum
grønu at fáa hol á málverjan,
tí um miðan fyrra hálvleik
gjørdist munurin tvey og trý
mál til fyrimuns fyri Kyndil.
Við hálvleiksstøðuna 10-7
til Kyndils, tóktist alt eisini at
ganga rætta vegin hjá teimum,
men Neistin kom væl út til sein
na hálvleik. Tá ið Sofie Søberg
javnaði til 11-11 kundi dysturin
hugsast at koppa til tær bláu,
men Jovana Stranjanac fekk
fatur aftur í málinum, og hon
legði lunnar undir at Kyndil
svaraði aftur. Brádliga kom
Kyndil fýra mál fram um aftur,
og henda brekkan gjørdist
ov tung hjá Neistanum. Móti
endanum var tó um reppið at
Neistin fekk okkurt burturúr,
tí munurin gjørdist eitt mál, tá
ið minni enn ein minuttur var
eftir. Men Kyndil hevði bóltin
og Bára Krossteig Hansen fekk
avgjørt dystin til endaliga úrs
litið 20-18.
Øll liðini skulu hittast tvær
ferðir afturat, so Kyndil hevur
allar møguleikar at koma við
í oddastríðið, nú fýra stig eru
fram á næstfremsta plássið.
Neistin misti sítt pláss mill
um tey tvey fremstu, men
kann framvegis hyggja eftir
stigatalvuni
við
nakað
av
bjartskygni, hóast tað var ein
smeitur at missa tvey stig
sunnudagin.
Oddaliðini fingu fult
Tí tey bæði fremstu liðini, VÍF
og H71 vunnu bæði sínar dyst
ir móti botnliðunum, og tað
rættiliga greitt.
Í Vestmanna tók VÍF móti
Stjørnuni og klaksvíkskvinnur
vóru eingin trupulleiki fyri
Føroyameistararnar.
Eftir 16-6 í hálvleikinum
vann VÍF ein sannførandi sigur
á 29-17, og sendi boð til hini
liðini um at vestmannakvinnur
ætla sær at vinna aftur í ár.
Unga H71-liðið, ið kanska eitt
sindur óvæntað hevur spælt
við í oddinum á kappingini í ár,
greiddi eisini sína skyldu. Tað
tók eina løtu at sleppa frá StÍF,
men móti endanum av fyrra
hálvleiki
gjørdist
munurin
fimm mál til fyrimuns fyri
H71, og hesin munurin helt sær
allan dystin, ið endaði 20-25 til
H71.
Kanska hóvar tað teimum
báðum oddaliðunum at Kyndil
tók stig frá Neistanum, men
líkt er til at Kyndil fær enn ein
styrk komandi tíðina, tí felag
ið arbeiðir við at fáa Turið
Arge Samuelsen aftur í grønu
troyggjuna. Tað er als ikki
óhugsandi at bæði havnaliðini
kunnu hótta finaluplássini,
sum VÍF og H71 hava sitið á
higartil.
Okkaradeildin: Harður og
javnur dystur á Hálsi
Í
mansdeildini
hevur
tað
verið ilt at spáa um úrslit
undan nøkrum dysti, og hesin
sunnudagurin var einki undan
tak.
Oddadysturin var í Havn har
grannauppgerð var ímillum
Kyndil og Neistan. Neistin lá
undan dystinum á fremsta
plássi, meðan Kyndil lá á fjórða
plássi í einum tøttum odda
stríðið.
Samanrenningin millum at
hetta var ein grannauppgerð
og at tvey sera týdningarmikil
stig vóru at spæla um, gjørdi
at dysturin byrjaði við nakað
av fjáltri á leikarunum. Serliga
kyndilsmenn høvdu trupult
at halda høvdið kalt í fyrstu
løtuni, og Neistin fekk eina
leiðslu upp á fimm mál tíðliga
í dystinum.
Men
Kyndil
fekk
spælt
seg upp aftur, og tað var við
stórum stríðsvilja, ið sást aftur
í hørðum takklingum, ið komu
frá báðum liðum.
Reytt kort til Rasmus
Tá ið einir sjey minuttir vóru
eftir av fyrra hálvleiki hevði
Rasmus Søby hjá Neistanum
fingið harðliga viðferð nakrar
ferðir, og tað var helst í ráða
loysi av hesum, at hann framdi
eina hevnisøku eftir eina takk
ling, tá ið hann royndi at bróta
gjøgnum verjuni. Dómararnir
valdu at geva beinleiðis reytt
kort, og eingin ivi kundi vera
um at tað var ein smeitur fyri
Neistan at skula spæla uttan
ársins leikara frá undanfarna
kappingarári.
Teir ungu taka um endan
Men í seinna hálvleiki vístu
neistamenn at teir dugdu
uttan danska stórskjúttan. Teir
ungu bakleikararnir, Jónsvein
Dulavík, Tróndur Mikkelsen
og Dánjal Ragnarsson fingu
kanska
meira
leiktíð
enn
vænt, og hesum tóku teir av,
tí at aftur fór
Neistin at økja.
Munurin
var
trý
mál til Neistan, tá ið farið var
undir seinasta korterið, men
so steðgaði málskjótingin hjá
teimum bláu upp.
So við og við fekk Kyndil
tikið Neistan aftur, og tá ið
góður minuttur var eftir at
leika var støðan 24-24.
Bæði liðini fingu bóltin í
seinasta
minuttinum,
men
tað eydnaðist hvørgan av
liðunum
at
fáa
avgerandi
málið.
Tí
endaði
tað
við
javnleiki í einum dysti, ið var
sermerktur av stórari tendring,
hørðum takklingum og flottum
avrikum frá teimum yngru
leikarunum á báðum liðum.
Eina stigið man gagnað
Neistanum betur, tí Neistin
varðveitir oddasessin í Okkara
deildini, meðan Kyndil verður
verandi á fjórða plássi, har mill
um annað KÍF er farið at hótta.
KÍF vann margháttligan
málverjudyst
Tí KÍF vann ein kærkomnan og
kanska nakað óvæntaðan sigur
á útivølli móti VÍF sunnudagin.
Dysturin var serligur orsak
að av málverjunum
í feløgunum báðum.
Hjá
VÍF
hevur
Mladen
Mjerimacka verið ein stórur
partur av góðu gongdini í ár,
men hann situr úti við skaða.
Hjá KÍF hevur Joakim Jürs
spælt avbera væl í sínum
fyrsta kappingarárið í Kolla
firði, men heldur ikki hann
spælir fyri tíðina. Var tað ikki
nóg ringt hjá KÍF, so vantar
eisini eykamálverjin, Pætur
Skýlindal, á liðnum, so har
mátti hugsast serligar loysnir.
Loysnin hjá báðum feløg
um var hin sama. At fáa fyrr
verandi málverjar at fara í
skógvarnar aftur. Hjá VÍF
fór Eli Müller aftur í málið,
meðan KÍF heitti á Emil Dam
og Jaspur við Garð um at fara
millum stengurnar. Hjá VÍF
stóð vanligi eykamálverjin, Dia
á Lava, tó meginpartin av dysti
num, og hann kundi síggja eitt
tendrað KÍF-lið hava leiðsluna
fyri tað mesta.
Tó at dysturin var javnur, so
tóktist KÍF at hava munin, og
tá ið Hans Eli Sigurbjørnsson
í seinasta minutti økti til 28-
30 við brotskasti var dysturin
avgjørdur, hóast Filip Jojic
Fult umfar var í bæði mans- og kvinnudeildini
sunnudagin. Kyndilskvinnur sendi boð um at tær
ætla sær at spæla við í ár, meðan mansdeildin enn
einaferð prógvaði at øll kunnu vinna á øllum
HONDBÓLTUR
KAPPINGARNAR
GERAST TÆTTARI