Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 227 - 26. november 2004 Vágs skúli Vegna avlopstímar verður søkt eftir lærara til 15 tímar/viku (6 tímar í 7. flokki og 9 stuðuls- tímar). Starvið er tíðaravmarkað frá 3. januar 2005 til 30. juni 2005. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúla- leiðaran, tlf. 373192. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir við ljósriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera skúlastýrinum í hendi sein- ast mánadagin 6. desember 2004. Skúlastýrið fyri Vágs skúla v/ Egill Steintórsson 900 Vágur Út í norðurlond Nú ber til at søkja um stuðul at fara í annað norðurland at arbeiða. Umsóknarfreist 5. januar 2005. Sí meira á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni www.tinganes.fo LØGMANSSKRIVSTOVAN Lesið -so eru tit við! -har tað hendir Nr. 227 • fríggjadagur • 26. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Bóltur- in latin feløg- unum Kappingarnevndin hjá HSF hevur nú tikið av- gerð um, hvussu farast skal fram í sambandi við dystirnar hjá Stjørn- uni móti ávíkavist Tjaldri og Kyndli. Báðir dystirnir vórðu í fyrsta umfari av ongum. Hetta tí bæði Tjaldur og Kyndil undir fyri- liggjandi umstøðunum bóru seg undan at koma norður til dystin. Kjakast hevur verið dúgliga um, hvat hevur verið rættast at gjørt hjá kappingarnevndini. Summi hava hildið, at Stjørnan skal dømast at vinna báðar dystirnar uttan dyst, meðan onnur hava hildið fast um, at ein roynd skal gerast at fáa dystirnar avgreiddar. Nú hevur kappingar- nevndin so valt eina at kalla salamoniska loysn. Boð eru nevnliga givin til feløgini um, at tey innan eina ávísa tíðar- freist skulu hava dystir- nar avgreiddar. Verða teir ikki tað, verður Stjørnan dømt at vinna dystirnar 0-0. Hetta vil so eisini inni- bera, at Tjaldur og Kyndil missa heimavøll í seinna dystinum móti Stjørnuni í grundspæl- inum. Men tað er so treytað av, at tað ikki ber til at avgreiða fyribils útsettu dystirnar. Málini ávirka ikki Tað hevur verið tosað um, at møguligir sigrar á skrivaraborðinum fáa vansar fyri Stjørnuna, sum við hesum helst kundi missa nøkur týð- andi mál í mun til argastu kappingarneyt- arnar. Men soleiðis verður tó ikki. Grein 7.7 í kappingar- reglunum fyri hondbólt ásetur m.a., at um slíkar hendingar hava týdning fyri endaligu raðfylgj- una í eini kapping, fella málini hjá øðrum liðum í dystum móti nevnda mótstøðuliði burtur, tá málmunur ella flest skotin verða roknað. -jm Kyndil-Neistin 42-21 (19-10): Ein ordans umgangur Neistin fekk ein av- smurning av sjáld- somum dimensión- um, tá teir hvørki maktaðu ella vildu gera Kyndli stórvegis ónáðir HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Umberingar millum við- haldsfólk hjá Neistanum eru helst fleiri í tali eftir grannauppgerðin móti Kyndli mikukvøldið. Millum annað varð longu undan dystinum staðfest, at hvørki Damir Oros ella Blagoje Buha vóru tøkir til dystin, og at hetta uttan iva fór at skerja liðið nakað. Hjá Kyndli vóru allir mans tøkir. Tað hevur tó áður víst seg, at hetta í sjálvum sær ikki er nakað garanti, og hja´grønu við- haldsfólkunum mundi størsti óttin vera, at talan skuldi gerast um enn eitt kvøld, har Kyndil sum fav- orittur skuldi snáva í einum annars á pappírinum løttum dysti. Væntandi hugburður Men tað gjørdist talan so ongantíð um mikukvøldið. Fyrst og fremst tí Kyndil frá fyrsta bríksli tóktist uppsettir uppá, at hetta skuldi ikki kiksa. Í álops- partinum fann Jakob Jóns- son alt fyri eitt rætta stevið, og eftir at Áki Mørk var sloppin til skot einar tvær- tríggjar ferðir fyrstu løtuna, hevði Kyndil lisið hesa álopshóttanina av, og so varð stongt í verjupart- inum. Og so var mest sum liðugt hjá Neistanum. Úr 3- 3 broyttist støðan til 12-3, og orðið, bankur, var so smátt farið at lúra í høllini. Fremsta orsøkin var, at Neistin fyrstu heilt longu løtuna ikki hevði nakað annað álopsvápn, enn at lata ein illa upplagdan Áka Mørk stýra spælinum, um- framt at Dann Thorleifsson so kundi høgga okkurt skotið inn av og á. Hartil tóktist innsatsurin hjá Neistanum á ongan hátt benda tann vegin, at menn- inir trúu upp á møguleikan í dystinum. Og tað gerst ikki órevsað móti Kyndli. Serliga ikki, tá hugburðurin hjá leikarun- um er av slíkum slag, sum hann var mikukvøldið. At talan er um sterkan hóp, sást kanska einamest á beinkinum. Her sótu leikar- ar sukm Ragnar Stakksund, Janus Einar Sørensen og Finnur Hansson fyrstu løt- una, og so kundi tað mest sum gera tað sama, hvussu skift varð út. Kyndil var á øllum plássum munandi betri fyri. Og tann staðfest- ingin gjørdist bara alt sterkari, sum dysturin leið. Kyndil ávegis endurtøku Skal Neistin taka nakran lærdóm við sær úr dystin- um, so má hesin fyrst og fremst vera, at megnar tú ikki at spæla, so noyðist tú at stríðast. Tann hugburðin var ungi Tróndur Krage- steen einsamallur um at vísa mikukvøldið. Hartil tóktist dysturin eisini prógva, at enn er breiddin á bláa liðnum ov lítil, til at teir veruliga kunnu gera um seg í oddin- um. Kyndil tóktist hinvegin enn einaferð prógva, at liðið avgjørt hevur møgu- leikan til aftur at enda ov- ast. Ein tann størsta styrkin hjá liðnum er helst, talið av profilum, sum kunnu av- gera ein dyst, er somikið stórt, at tað nærum altíð eru ein ella tveir, sum hava ein góðan dag. Kryddað við teknisku finessunum hjá Jakob Jónsson tykist hetta vera ein blanding, sum fá onnur lið kunnu matcha. Hartil er málmunurin hjá liðnum longu nú somikið góður, at hetta í sjálvum sær kann vera eitt eyka stig vert. So er einasti spurning- urin, um liðið megnar at halda støðinum gjøgnum alt árið. Hetta hevur áður víst seg sum ein trupulleiki, men svarið upp á hendan spurningin fæst kanska longu komandi sunnudag, tá VÍF er mótstøðuliðið í Vestmanna. Tróndur Kragesteen royndi at stríðast á einum annars tomum Neista-liði, men einsamallur fekk hann ikki gjørt stórvegis við væl smurdu Kyndils-maskinuna Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-Neistin 42-21 (19-10) Málskjúttar Kyndil: Josef Abrahamsen 11(3), Høgni Klein 9, Jakob Jónsson 7, Rókur Akralíð 6, Finnur Hansson 3, Hans Arni Thomsen 2, Janus Einar Sørensen 2, Ragnar Stakksund 1, Hans Áki Dal Christiansen 1 Neistin: Tróndur Kragesteen 7(3), Dann Thorleifsson 4, Jón Ludvig 4, Áki Mørk 2, Helgi Michelsen 1, Roar Dasgarð 1, Freddie Poulsen 1, Rani Slættanes 1 Brotskøst: Kyndil 5, Neistin 4 Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 3 Dómarar: Pole Hansen & Hartvig Joensen. Høvdu fleiri heldur løgnar dómar FAKTA C M Y K 25 24