fríggjadagur 26. november 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 26. november 2004
27
27
26
Nr. 227 - 26. november 2004
Talvsamband Føroya skipar
fyri FM-finalu í talvi fyri
ung í Argja skúla, leygar-
dagin 27. november 2004
(kl. 10.00 til uml. kl. 17.00).
Kappingin er skipað í 5
bólkum:
A - bólkur:
Telvarar
føddir 1985-87
B - bólkur:
Telvarar
føddir 1988-89
C - bólkur:
Telvarar
føddir 1990-91
D - bólkur:
Telvarar
føddir 1992-93 og
E - bólkur:
Telvarar
føddir 1994 og seinni
Í finaluni luttaka 8 í
hvørjum aldursbólki og
allir telva í móti hvørjum
øðrum - t.v.s. 7 umfør. Um-
hugsunartíðin er 1/2 tími í
part til hvør talvið.
Úttøkukappingar til fin-
aluna hava verið í novem-
ber mánað í Miðvági og á
Oyrarbakka. 8 telvarar í
hvørjum bólki, sum saman-
lagt hava klárað seg best í
hesum báðum kappingum,
hava kvalifiserað seg til
finaluna. Í hvørjari úttøku-
kapping luttóku uml. 60
børn og ung.
Umframt at gerast før-
oyameistari í sínum aldurs-
bólki, luttekur viðkomandi
í
Norðurlandameistara-
skapinum í skúlatelving,
sum í ár verður í Oslo í
Noregi í februar mánað
2005. Nummar 2 í hvørjum
bólki luttekur somuleiðis í
NM-kappingini. T.v.s. at
Talvsambandið/Føroyar
luttekur við 10 telvarum -
luttøkutalið er sostatt ájavnt
tí onnur norðurlond luttaka
við. Norðurlond skiftast um
at halda kappingina. Í 2003
var kappingin í Føroyum,
meðan kappingin í februar
mánaði í ár var í Svøríki.
Talvsambandið
miðar
eftir at skipa fyri miðvísari
venjing í desember/januar
mánað fyri teimum sum
kvalifiserað seg til NM.
Niðanfyri er úrslitatalvur
frá
úttøkukappingunum
fyri 8 teir bestu, sum lut-
taka í finaluumfarinum.
Harumframt er viðmerk-
ingar atknýttar.
A - bólkur: Telvarar
føddir 1985-87
Úttøkukappingar hava ikki
verið í hesum bólkinum. Í
skrivandi stund er ikki
greitt hvør fer at luttaka í
finaluni.
Tilmeldingar-
freistin til kappingina er
hósdagin 25. november.
Favorittur at vinna bólkin er
uttan iva Olaf Berg, úr
Havnar Telvingarfelag. Ol-
af er rættiliga sterkur telv-
ari, hevur luttikið í NM í
fleiri umførum og vann
hann bronsu tá kappingin
varð hildin í Svøríki. Aðrir
sum væntast kunnu gera
seg galdandi um NM pláss-
ini eru Rani Baldurson úr
Klaksvíkar Talvfelag og
Sjúrður Thorsteinsson av
Tvøroyri, sum telvar fyri
Vestmanna Talvfelag. Men
eisini aðrir kunnu sjálvsagt
gera um seg í bólkinum - 8
teir hægst rataða sum meld-
að seg hava rætt at luttaka.
B - bólkur: Telvarar
føddir 1988-89
Verandi føroyameistarin í
bólkinum Jón Gregersen úr
Sandavágs talvfelag vann
tepurt undankappingarnar
samanlagt, bert hálvt stig
frammanfyri Rógva Mort-
ensen úr Havnar Telvingar-
felag. Hesir báðir luttóku í
NM kappingini seinast og
ábendingar eru um at hesir
ætla sær at endurtaka bragd-
ið. Tó vístu serliga Henry
Berg
úr
Havnar Telv-
ingarfelag
og
Dávur
Johannesen úr Róki, í
undankappingini sum var á
Oyri, at hesir eru sinnaðir at
blanda seg uppí kappingina.
Áhugavert er eisini, at
endurstovnaða Eiðis Talv-
felag hevur Høgna Sólsker í
finaluni. Eiðis Talvfelag
luttók fyri fyrstu ferð í
seinnu undankappingini á
Oyrarbakka og heili 15 telv-
arar úr felagnum luttóku.
C - bólkur: Telvarar
føddir 1990-91
Helgi D. Ziska hevur vunn-
ið undankappingar rættiliga
sannførandi - hevur ikki
tapt eitt einasta talv - vunn-
ið 16 út av 16 møguligum.
Meðan Helgi kann sigast at
vera favorittur at vinna FM
heitið, verður kappingin
sera hørð um hinar plaser-
ingarnar. Talan er um javnt-
sterkar, royndar og evna-
ríkar telvarar. Rógvi Draga-
berg fer ivaleyst at gera sítt
ítarsta til tess at verja FM
heitið frá í fjør, umframt
NM plássið hann harvið
vann sær. Tó hevur Margar
Berg, úr Havnar Telvingar-
felag, í kappingini higartil
megnað at lagt hann aftur-
um seg.
D - bólkur: Telvarar
føddir 1992-93
Hjalti T. Jógvansson úr
Havnar
Telvingarfelag,
vann fyrru undankapping-
ina, meðan verandi føroya-
meistarin
í
bólkinum,
Rógvi Nielsen úr Sanda-
vágs Talvfelag vann tað
seinnu. Hesir báðir, um-
framt Rúni Vørmadal og
Olaf R. Samuelsen, luttøku
í NM seinast. Rúni og Olaf
eru ryktir upp frá E-bólk-
inum. Rúni Vørmadal úr
Vestmanna Talvfelag hevði
eina ógvuliga góða seinnu
úttøkukapping á Oyri og
umdystur skuldi til, til tess
at finna vinnaran. Mett
verður at kappingin er sera
opin og serliga 4 teir
fremstu telvararnir frá und-
ankappingunum, umframt
Olaf, fara helst at gera um
seg í finaluni.
E - bólkur: Telvarar
føddir 1994 og seinni
E-bólkurin umboðar yngstu
telvararnar, upp til 10 ára
aldur. Tann bert 7 ára gamli
Høgni E. Nielsen úr Sanda-
vágs Talvfelag megnaði at
vinna báðar undankapping-
arnar. Hann er bróður
Rógva Nielsen úr D-bólk-
inum. Ilt er tó at meta um,
hvussu FM úrslitið verður
tá avtornar. Tó sýnast
skyldmennirnir Høgni og
Janus úr Sandavágs talvfel-
ag at liggja væl fyri. Ongin
av telvarunum hevur lut-
tikið í NM áður.
Sí annars meira um
finaluna á: www.faroe-
chess.com.
Við einum tryggum
sigri á Tjaldri, stað-
festi Kyndils-kvinn-
urnar, at tær ikki ætla
sær at liggja fastar í
botninum í vetur
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Talan var um fyrsta veru-
liga botndystin í kvinnu-
deildini, tá Kyndil miku-
kvøldið tók ímóti Tjaldri í
Sunset kappingini.
Liðini bæði vóru niðast á
talvuni, og tó at Kyndil
hevði eitt stig, so var einki
at ivast í, at tær vildu hava
bæði stigini hesaferð, so-
leiðis at veruligur munur
kundi skapast til botnin.
Tað var tó dyggur smeit-
ur, at Lotte Sørensen ikki
var tøk hjá liðnum. Hon
hevur drigist við bruna í
hælinum, og setti seg tí ikki
føra fyri at spæla. Hinvegin
hevði liðið nú Guðrun í
Lágabø aftur í málinum, og
tað skuldi vísa seg sum
góður styrkur.
Hjá Tjaldri hevur mest
týðandi
leikarin
verði
Vesna Tomajek, men eisini
hon stríddist við skaða, og
tí varð hennara lutur í dyst-
inum avmarkaður til tær
báðar ferðirnar, sum hon
kom inn at skjóta brotskøst.
Settu ferð á
Og Kyndil sýndi skjótt, at
tað skuldi gerast tær, ið
tóku stigini fyri dystin.
Ferðin varð sett upp frá
fyrsta bríksli, soleiðis at
trýstið á mótstøðuna gjørd-
ist størst møguligt.
Ofta hevur slík ferð givið
liðnum alstórar trupulleikar,
men hesaferð megnaðu tær
sera væl at gera tað einfalda.
Spæla upp á krossini, har
Randi Wardum slapp framat
til skot, og so byrjaði munur
at koma í. Eisini tí Kyndil í
verjupartinum royndi at
stressa Tjaldri. Nakað sum
kanska kostaði okkurt mál-
ið, tá holini í verjuni gjørd-
ust ov stór, men samanlagt
tóktist talan tó vera um
skilagóða avgerð.
Talan gjørdist sjáldan um
nakra veruliga útklassering
av Tjaldrinum, men sum
dysturin leið, so gjørdist
gongdin alt meira ein
staðfesting av, at í løtuni er
Tjaldur veikasta liðið í
deildini. Í øllum førum so
leingi, sum liðið ikki hevur
styrkt seg við teimum út-
lendingum, sum felagið
sigst hava í umbúna.
Hjá Kyndli var talan hin-
vegin um hugaliga stað-
festing. Hóast mótstøðan
var minni, enn hon so ofta
hevur verið, so megnaði
liðið sera sannførandi at
seta seg á dystin, og hetta
fær ikki verið annað enn
gott fyri sjálvsálitið. Fæst
verjuspælið so eisini upp at
koyra, kann væl verða, at
Kyndil eisini kann arga
okkurt av hinum feløgun-
um av og á.
FM - finala - og NM úttøka - í talvi fyri ung 2004
Kyndil-Tjaldur 28-21 (13-8):
Kyndil leyst úr botninum
Við hvørt gjørdist Kyndils-
verjan nakað opin, tá tær
royndu at stressa Tjaldur,
men samanlagt gav valda
uppleggið til dystin nøktandi
úrslit hjá teimum grønu
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað er ikki sørt, at telvarar úr Sandavági hava gjørt um seg í
yngra endanum seinnu árini
Kyndil-Tjaldur 28-21 (13-8)
Málskjúttar
Kyndil: Randi Wardum 13(5), Linda Weihe 6,
Súsanna Petersen 3, Ann Mari Wang 2, Hildur
Mikkelsen 2, Kari-Ann Petersen 1, Anja Midjord 1
Tjaldur: Mona Langgaard 8(5), Jacoba Langgaard
4, Anni Højgaard 4, Kristine Ellingsgaard 2, Anna
Hansen 1, Vesna Tomajek 1(1), Heidi Heinesen 1
Brotskøst: Kyndil 7, Tjaldur 7
Útvísingar: Kyndil 3, Tjaldur 3
Dómarar: Pole Hansen & Hartvig Joensen. Gjørdu
ikki uppgávuna truplari enn neyðugt
FAKTA
C
M
Y
K
26
Hallur vann
í Klaksvík
Leygardagin varð
2.umfar av TF-
vetrarkappingini
avgreitt í Klaksvík
RENNING
tíðindaskriv
Veðrið var av tí besta,
men undirlagið var ikki
tað ein rennari er vanur
við, tí tað var kavi. Hetta
gjørdi kanska eisini sítt
til, at úrslitið bleiv so
nógv ørvísi enn tá í 1. um-
far bleiv avgreitt fyri
trimum vikum síðani.
Startskotið bleiv latið av
kl. 13.00 uttanfyri Trygg-
ingarfelagið Føroyar og
byrjaðu allir bólkar í
senn. Rutan gekk niðan
eftir Uppsalagøtu, Fossá-
gøtu, norður eftir Vágs-
heygagøtu
og
oman
gjøgnum Kirkjubrekkuna.
Ein teinur uppá 785m.
Gentur og dreingir skuldu
renna 4 umfør, meðan
hinir bólkarnir skuldu
renna 10 umfør.
Longu fyrstu ferð renn-
arnir komu fram við mál-
inum, hevði Hallur Holm
úr Bragdinum lagt seg á
odda, og var hann einar 30
metrar frammanfyri teir
næstu, sum vóru Guttorm
Sørensen, Jonhard Larsen,
John Havn úr Treystinum
og Sam Vang og Jóan Karl
Joensen úr Bragdinum.
Aðru ferð teir komu fram
við málinum, hevði Hallur
Holm økt munin enn
meira, og var Guttorm
Sørensen var eisini leysur
frá hinum. Sam Vang var á
triðja plássi, men hinir
vóru væl við eisini. Tá tað
var hálvrunnið, var Hallur
Holm eini 20 sekund
frammanfyri Guttorm Sør-
ensen, sum eisini var eini
20 sekund frammanfyri
teir næstu, sum nú vóru
Jonhard Larsen, Jóan Karl
Joensen og John Havn.
Sam Vang var dragnaður
heilt aftur á áttanda pláss.
Fyrsta og annað plássi
vóru tá avgjørd, men
spennandi bleiv við triðja
plássinum. Á nýggjunda
umfari mátti John Havn
tíverri gevast, tí hann fekk
trupulleikar við maganum.
Endin bleiv at Hallur
Holm gjørdist tryggur
vinnari,
frammanfyri
Guttorm Sørensen, meðan
ungi kollfirðingurin Jóan
Karl Joensen megnaði at
vinna á Jonhardi Larsen
og harvið tryggja sær
triðja plássið. Sam Vang,
sum vann 1. umfar av TF-
vetrarkappingini, rann seg
nakað frammaftur og end-
aði á fimta plássi. Sigrid
Sivertsen úr Treystinum
gjørdist vinnari hjá kvinn-
um og kvinnuunglingum.
Jóan Karl Joensen gjørdist
vinnari hjá mannsung-
lingum. Jan Elmar Søren-
sen úr Treystinum gjørdist
vinnari hjá dreingjum.
Bjørk H. Olsen úr Bragd-
inum gjørdist vinnari hjá
gentum, meðan Rebekka
Fuglø
úr
Treystinum
gjørdist nummar 2 í harð-
ari kapping við Rannvu
Djurholm úr Bragdinum.
Hjá veteranum gjørdist
Jósvein H. Olsen úr
Bragdinum
vinnari,
frammanfyri
Tummas
Joensen og Pól Sunds-
skarð úr Treystinum.
Eftir tvey umfør, er
samlaða støðan hjá monn-
um tann, at er Hallur
Holm á odda við 93 stig-
um, frammanfyri Guttorm
Sørensen, sum hevur 92
stig, Sam Vang við 91 stig-
um og Jonhard Larsen við
90 stigum. Hjá veteran-
unum er Jósvein H. Olsen
á odda við 100 stigum,
meðan Pól Sundsskarð og
Tummas Joensen hava
báðir 90 stig. Hjá kvinn-
unum er Sigrid Sivertsen á
odda við 100 stigum.
Triðja umfar av TF-vetrar-
kappingini verður í Havn
tann 11. desember. Tá
renna tey vaksnu 12 km og
børnini 4 km.
Seinna umfarið av vetrarkappingin varð runnið í røttum
vetrarlíkindum
Kaggin lagt á odda í billard
Kaggin hevur lagt seg
á odda í FM kapping-
ini í billard fyri lið
BILLARD
Tíðindaskriv
Kappingin byrjaði seinasta
vikuskiftið,
tá
Havnar
Klubbi vitjaði í Klaksvík og
dystur var í Kagganum
millum bæði kaggaliðini í 1.
deild. Úrslitið gjørdist, at
Kaggin 1 vann 14-4 á Kagg-
anum 2, meðan Klaksvíkar
Billardfelag vann tepurt á
Havnar Klubba við 10-8.
Hetta merkir, at Kaggin 1
er á odda í kappingini við
14 stigum, Klaksvíkar Bill-
ardfelag er nr. 2 við 10 stig-
um, Havnar Klubbi er nr. 3
við 8 stigum og Kaggin 2 er
nr. 4 við 4 stigum.
Sum tað sæst, so eru bert
fýra lið við í kappingini í 1.
deild í ár. Hetta er munandi
minni enn undanfarin ár, tá
eitt nú Tvøroyrar Klubbi,
Vágs
Billardfelag
og
Fuglafjarðar Billardfelag
hava verið við. Nú eru so
bert trý feløg við fýra
liðum í 1. deildini, nevni-
liga verandi meistarar úr
Klaksvíkar
Billardfelag,
Havnar
Klubbi
og
so
Kaggin við tveimum liðum.
Hóast Kaggin 1 hevur
lagt seg á odda frá byrjan,
so sigur hetta tó ikki so
nógv um veruligu støðuna í
kappingini. Av tí at Kaggin
hevur tvey lið, so má rokn-
ast við, at annað liðið eisini
fer at missa nógv stig móti
so góðum liðum sum tí hjá
Klaksvíkar Billardfelag og
Havnar Klubba. Tó er alt ov
tíðliga at gera nakrar met-
ingar, tí tveir av spælarun-
um á Kagganum 2 vóru við
á besta kaggaliðnum í fjør,
og teir kunnu avgjørt koma
at taka hini liðini á bóli.
Hyggja vit so eftir hinum
liðunum, so hava vit Klaks-
víkar Billardfelag, sum
hevur vunnið fleiri meist-
araheiti á rað. Tað manglar
hesaferð ein av sínum góð-
um spælarum, Ólavur Kjøl-
bro. Hann er í Danmark.
Men gomlu elituspælararnir
eru við, Kristian Sune
Høgnesen og Sonhard Jo-
hannesen. Avloysari hjá
Ólavi er ein góður spælari,
sum hevur spælt fyri Fugla-
fjarðar Billardfelag, nevni-
liga Njál Petersen. Hann
sleppur nú at royna seg og
megnar hann at spæla upp
til sítt besta, so kann væl
henda, at FM-heitið aftur
endar í Klaksvík.
Men taka vit so Havnar
Klubba, so er verandi
føroyameistarin,
Henrik
Petersen við á liðnum, og
hann kann fáa stóran týdn-
ing fyri, hvussu kappingin
fer at laga seg. Hinir báðir á
"Klubbaliðnum" eru Niels
Nielsen og Carsten Hansen.
Úrslitið millum hesi bæði
liðini varð sum sagt, at
klaksvíkingar vunnu 10-8.
Og aftur hesaferð var tað
Kristian Sune Høgnesen,
sum skaraði framúr. Hann
fekk 33,60 eygu í meðal.
Hevði besta spælið uppá
900 eygu og besta umfarið
uppá 160 eygu. Sonhard
hevði 21 eygu í meðal og
Njál 16. Á liðnum hjá
Havnar Klubba spældi Hen-
rik væl og hevði 31 eygu í
meðal. Niels hevði 18 eygu
í meðal og Carsten 14.
Í dystinum millum kagga-
liðini vóru ikki tey stóru tøl-
ini. Bestur var Bjarni Skaal-
um við 21 eyg-um í meðal,
Steinbjørn í Dali var næstur
við umleið 18 eygum og Jan
Müller við 15 eygum. Á
liðnum hjá Kagganum 2
spældu Anfinnur Hansen,
Heimir Ottoson og Johann-
es Skaarup. Teirra meðaltøl
vóru rættiliga jøvn, millum
14 og 16 í meðal.
Hóast Kaggin 1 er komin
best frá byrjan sigur hetta
ikki nógv um útlitið. Nógv
kann broytast, tá klaksvík-
ingar møta Kagganum 2 í
Havn annað vikuskiftið, og
tá Havnar Klubbi tekur
ímóti Kagganum 1.
2. deild
Trý feløg eru við í 2. deild.
Tey hava meldað 4 lið við.
Klaksvíkar
Billardfelag
hevur tvey lið, Tvøroyrar
Klubbi og Havnar Klubbi
hava hvør sítt lið.
Bridge-undirvísingin
mánakvøld hevur í ár
upplivað metstóran
áhuga
BRIDGE
Bogi Simonsen
Tað eru nógv ár síðani at so
nógv fólk hava gingið til
bridge frálæru í bridge-
húsinum í havn. Hvørt
mánakvøld klokkan sjey
møta áleið fimm borð til
frálæru, har dentur verður
lagdur á at spæla. Eg var
eitt mánakvøld ein túr í
bridgehúsinum og hugdi
eftir teimum nógvu kom-
andi stjørnunum. Vit uglur
mannaðu skjótt eitt borð og
byrjaðu at spæla sjálvir. Vit
høvdu spælt eini 10 spøl, tá
ið eg tók hesa hondina upp
(er blanda við hond við
borið).
Spar
EKDB10976
Hjart
Rút
E10987
Kleyv
Hvat skuldi eg opnað við?
eg valdi at opnað við 1sp.
Makkarin meldar 2kl, nú
leyp eg í 3 rú, ið vísir eina
sera sterka hond eini 18-19
hp. Makkarin meldar nú
4kl, hvat skal eg nú melda,
4rú er kanska besta boð, 6
sp er eisini ein møguleiki.
Makkarin hevði
Spar
Hjart
KB93
Rút
D
Kleyv
EDB108764
Eg meldaði sum eitt býtt
7sp, ið fekk 11 stikk. Eg fór
løtu seinri spentur yvir til
tað borðið av næmingum,
sum fekk spælið frá okk-
um, fyri at hyggja eftir
hvussu teir høvdu klára
spælið. Jú, 4sp við 12
stingum !!
Stutt eftir tók eg sum
sunnan hesa hondina upp:
Spar
KB976
Hjart
3
Rút
3
Kleyv
E109873
Eg opnaði við pas, ið nokk
er eitt mistak, betur hevði
verið at opnað 1kl og síðani
melda spar til sólin gerst
svørt. Vestan opnaði 1nt
(15-17), makkarin meldar
pas og eystan meldar 2rú
(transfer til hj). Nú royndi
eg at koma inn í spælið við
at melda 3hj (hava tit nakra
avtalu um eitt slíkt meld).
Makkarin meldar nú 3sp, ið
allir søgdu pas til.
Makkarin hevði
Spar
E10543
Hjart
EK5
Rút
1082
Kleyv
D2
Vit spældu 3sp við 12
stingum, eftir eitt hjartara
útspæl. Eg fór aftur yvir til
borðið av næmingum fyri
at frætta og jú, 4sp við 12
stingum!! Kanska skuldi
ein hugsað um at farið aftur
á skúlabonk.
Mær hevði dáma væl at
fingið eitt kjak um hesi
spøl, á www.bridge.fo
Bridge í framgongd
Liðið hjá Klaksvíkar Klubba
má helst roknast millum fav-
orittarnar til kappingina í ár
Tað er ikki altíð, at tað
gongst, sum prestur
prædikar…