Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Til HM í Kina: SVIMJING Pætur Albinus Í hesari vikuni byrjar HM í svimjing á stuttgeil, sum verð­ ur í stórbýnum Hangzhou heilt har eysturi í Kina. Tveir før­oysk­ ir svimjarar eru við. Teir eru Óli Mortensen og Signhild Joen­sen. Við á ferðini eru eisini for­ mað­ur­in í Svimjisambandi Før­oy­a, Rókur í Jákupsstovu, um­framt venjaran Juan Jaime Arr­oyo og ferðaleiðaran Anni á Hædd. Fyrireika seg Hóast fyrstu kappingarnar ikki eru fyrr enn týsdagin, so kom føroyska ferðalagið til Hang­ zhou longu hósdagin. Hetta var neyðugt vegna stóra tíðar­ munin, ið er heilar átta tímar. - Fyrstu dagarnir í Kina hava verið ordiliga góðir, sigur ein av føroysku svimjarunum, Sign­ hild Joensen. - Nú upp til kappingina venja vit og royna at fáa allar smálutirnar at sita áðrenn kapp­ingin byrjar, sigur hon. Tað eru útvið 1.000 lut­ takarar við í HM, nærri ná­ greiniliga 957 úr 177 londum, har­av 416 kvinnur og 541 menn. - Tað koma fleiri og fleiri lond hvønn dag og stemningurin er góður, sigur Signhild. Hetta er eitt HM, so tað verður ikki nógv størri og tey bestu í heiminum luttaka. Tað er eisini stuttligt at síggja svimj­ar­ir sum eg sjálv síggi upp til eisini luttaka her, sigur hon víð­ari. Málið Seinastu vikurnar hevur Sign­ hild Joensen luttikið í kapp­ing­ um í Saint-Dizier í Fraklandi og síðani FM á langgeil. Hetta varð eisini brúkt sum fyrireiking til stóra endabrestin hetta kalendara­árið, nevniliga HM í Hang­zhou. Hetta er ikki fyrstuferð, at hon er til HM. - Eg var til HM á langgeil í Buda­pest í 2017, men hetta er mítt fyrsta HM á stuttgeil. Eg rað­festi HM høgt. Hetta er ein møgu­leiki til at kappast ímóti teim­um allarbestu í heiminum og mínum fyrimyndum, so hetta er ein stór avbjóðing, men heilt sikkurt ein størri upp­liv­ ing, sigur hon. Signhild kennir á sær, at for­ mur­in er góður. - Tað kennist væl. Eg síggi fram til at kappingin byrjar, og at eg vónandi eisini fái góð úrs­ lit, sigur hon. - Mítt mál er fyrst og fremst at fáa persónlig met, og so síggja vit hvat tað førir til, sigur Sign­hild Joensen at enda. albinus@sosialurin.fo FER EFTIR PER­SÓN­ LIGUM METUM F.v.: Anni á Hædd, Signhild Joensen, Rókur í Jákupsstovu, Juan Jaume Arroyo Tveir føroyskir svimjarar luttaka hesa vikuna í HM í Hangzhou, Kina. - Mítt mál er fyrst og fremst at fáa persónlig met, og so síggja vit hvat tað førir til, sigur annar av føroysku svimjarunum, Signhild Joensen