mánadagur 10. desember 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Páll A. Klettskarð skoraði sítt
fyrsta mál fyri sítt nýggja
italska felag, US Breno, tá
liðið um vikuskiftið vann 2-1
á Governolese. Longu aftaná
níggju minuttir legði Páll A.
Klettskarð US Breno á odda.
Hetta er triði dysturin hjá
klaksvíkingum í italskum fót
bólti.
Hallur spældi allan dystin
Hallur Hansson spældi allan
dystin, tá lið hansara, AC
Horsens í dysti í donsku super
liguni vann 4-2 á AaB á útivølli
norðuri í Ålborg. Talan var um
ein sera undirhaldandi dyst.
Støðan í steðginum var javn
leikur 2-2.
Hallur Hansson, ið hevur
skotið seks mál fyri AC Hor
sens hetta kappingarárið skor
aði ikki í gjár, men hann átti
sín lut í 1-1 málinum hjá AC
Horsens.
Komandi sunnudag spælir
AC Horsens seinasta dystin
undan jólasteðginum tá FC
Midtjylland vitjar CASA leik
vøllin í Horsens.
Viljormur ikki við
Higartil í ár hevur Viljormur
Daviden verið á liðnum hjá
Vejle í øllum átjan dystunum í
landskappingini. Ætlanin var,
at føroyski landsliðsspælarin
aftur í dag skuldi vera millum
teir fyrstu ellivu, tá ið Vejle
hevði vitjan av Brøndby.
Men stutt undan dystar
byrjan
noyddist
føroyski
landsliðsspælarin at taka seg
aftur. Hann var so plágaður av
búkilsku, at tað ikki bar honum
til at spæla, og tískil var hann
hvørki millum teir fyrstu ellivu
ella á beinkinum.
6.994 áskoðarar møttu upp
í vetrarkuldanum, og í fyrra
hálvleiki var lagið gott í heima
leguni. Vejle legði seg framum,
tá ið stórir tíggju minuttir vóru
farnir, og leiðslan helt, inntil
tað varð farið undir seinna
hálvleik. Tá ið ein tími var farin,
var Brøndby IF frammanfyri
2-1, og soleiðis endaði dysturin.
Vejle er næstaftast við sekst
an stigum. Nítjan umfør eru
farin. Síðsti dysturin undan
vetrarsteðginum verður leygar
dagin, tá ið Vejle skal spæla í
Randers.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Páll á máltalvuna
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Páll A. Klettskarð hevur nú skotið sítt fyrsta mál fyri US Breno í Seriu 5