Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Pætur Hjalmar Evensson Hósdagin 22. november skriv­aði Sosialurin eina grein um, at tað vóru óvanliga nógv rús­evni í Før­oyum fyri tíð­ina. Hetta hevði Martin Kúr­ berg, leiðari á við­gerðar­ stovni, lagt merki til, og narkodeildin hjá løg­ regluni kundi vátta mis­ tanka hansara. Alskyns sløg av rúsevnum hava eftir øllum at døma verið í umferð í seinastuni, og ser­liga høvdu løgreglan og viðgerðarstovnurin sæð nógv til hassj. Tá bæði løgreglan og viðgerðarstovnur legg­ja merki til stóru rús­evnis­ nøgdina, má tað væl saktans merkja, at meira kem­ur inn til landið. Tað er TAKS, sum hevur toll­ eftirlitið um hendi, og vit spyrja TAKS, hvat orsøkin til hetta kann vera. Deildarleiðarin í toll­ eftir­litinum hjá TAKS er ikki í iva um, hví so er. Jens Christian Olsen sig­ ur, at ferðafólkatalið til Føroya er vaksið nógv uppá stutta tíð, men toll­ eftir­litið hevur somu kreft­ir at arbeiða við, sum áðrenn stóra vøksturin. - Ferðafólkatalið um Vága Floghavn er vaks­ ið sera nógv, inn­flutn­ ing­urin er eisini vaksin, og tað sama við skipa­ ferðslu­ni. Alt hetta er vaks­ið, men játtan­in til toll­eftir­lit­ið er ikki hækk­að. Tá ferða­fólka­ tal­ið og inn­flutningurin veksur so nógv, men vit í toll­eftir­litinum ikki eru fleiri, so er spurningurin jú, um tað gongur útyvir eftirlitið, sigur Jens Christian Olsen. Sparingar elva til raðfestingar Tað hava verið sparingar í játtanini hjá TAKS, og frá í fjør til í ár minkaði játtan­in til TAKS við meira enn einari millión. TAKS hevur fleiri ymisk øki um hendi, og við spar­ ing­um í játtanini verður tað ein spurningur um raðfesting, har av­bjóð­ing­ in er at gagnnýta peng­ar­ nar á best møguligan hátt á øllum økjunum. - Skulu vit styrkja eftir­litið í skattinum ella tollinum, ella skulu vit brúka pengar uppá at menna talgildar tæn­ast­ur sum vinnu- og borgara­ gluggan. Tá játtanin er skerd, so eru tað jú ofta ting, sum mann kundi hugsað sær at gjørt meira við, sum mann ikki ordiliga røkkur, sigur Eyðun Mørkøre. Hann vísir á, at TAKS hevur valt ikki at skerja nakað serligt í toll­eftir­ liti­num síðstu árini, men heldur á øðrum økjum. - Tað hevur gjørt, at tollnormeringin er tann sama, sum hon hev­ ur verið í fleiri ár, men sam­stundis er volu­man í ar­beiðnum hjá toll­eftir­ litinum økt mun­andi, tí fleiri ferða­fólk koma til Føroya, sigur Eyðun Mørk­øre. Betri eftirlit krevur størri játtan Hóast tolleftirlitið hevur fingið fleiri fólk at halda eyga við, arbeiða tey áhald­andi við at koma trupul­leikanum við smugl­ing av rúsevnum til lívs, og innanhýsis í TAKS verður hetta arbeiðið rað­ fest høgt. - Vit eru til arbeiðis hvønn dag og gera alt tað, vit kunnu, fyri at steðga allari smugling av rús­evnum. Um vit skulu hava meira eftirlit, enn vit hava nú, so mugu vit hava fleiri fólk. Við einari størri játtan kundi mann brúkt teir pengarnar, har mann fekk mest burt­ur­úr teimum, sigur deildarleiðarin í toll­eftir­ litinum, Jens Christian Olsen. Men avbjóðingin hjá TAKS er, at tey fáa ikki rað­fest øðrvísi innan­ hýsis. - Vit kundu gott hugsað okkum at sett fleiri fólk í rúsevniseftirlitið, men vit hava ongastaðni at taka tey frá. Vit kunnu t.d. ikki taka fólk frá skatta­ eftirlitinum, tí tað er ov lítið frammanundan. Tí røkka vit ikki so langt í dag, sum vit burdu gjørt, sigur Eyðun Mørkøre. Tað er Fíggjar­mála­ ráð­ið, sum varar av TAKS og setur karmarnar fyri, hvussu nógv eftirlit mann vil hava í Føroyum. Eyðun Mørkøre hevur roynt at gjørt vart við trupul­leikan har. - Eg havi javnan sagt, at TAKS hevur tørv á at styrkja eftirlitið. Bæði í mun til skatt og í mun til toll- og narkoeftirlitið. Men tað hevur ikki vunn­ ið frama, sigur hann. Talan er ikki um eitt ynski um eina rúgvu av eyka tollarum, men bara eini trý fólk, tí hesi kundu gjørt stóran mun, sambært TAKS-stjóra­ num. - Tað er heldur ikki mein­ingin, at vit skulu standa og lúra á hvørjum horni. Tað skal bara vera forsvarligt, sigur Eyðun Mørkøre, og leggur aftrat, at TAKS arbeiðir við at skipa eftirlitið øðrvísi við so­kallaðum intelligentum eftir­liti, sum snýr seg um eitt størri fyri­reik­ingar­ arbeiði, har mann fer meira málrættað eftir mis­tonkt­um smuglarum. pature@sosialurin.fo TAKS YNSKIR STØRRI JÁTTAN: Vaksandi ferðafólkatalið ger tað lættari at smugla Ferðafólkatalið til Føroya er alsamt vaksandi, men tolleftirlitið er tað sama, sum tað hevur verið í fleiri ár. Hetta gevur rúsevnissmuglarum størri rásarúm