Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen - Seinasti túrurin hjá frysti­línuskipinum Ågot er ein av teimum heilt frægu undir Føroyum. Hetta var bæði ein skjót­ ur og góður túrur. Tað sigur reiðarin, Eyð­ stein Poulsen. Hann vísir á, at teir byrjaðu vestur úr Myki­ nesi, og síðan fluttu teir seg spakuliga suður eftir, og síðan hava teir tað mesta av túrinum fiskað vest­an fyri Suðuroynna. - Fiskiskapurin hevur verið góður, síðan túrurin byrjaði, og tað vísir seg eisini, at línuskip í seinastu­ni hava fingið fisk at kalla allastaðni um land­grunnin, sigur reið­ar­in. Broyttist knappliga Spurdur, nær henda broyt­ing við fiski­skapi­ num er íkomin, sigur Eyð­stein Poulsen, at fiski­skap­urin er broyttur ógvu­liga knappliga. - Søgan sigur okkum eisini, at soleiðis plagar tað at vera, tá fiskurin kemur aftur. Tað var síðst í sep­tem­ ber, at teir gjørdu Ågot kláran aftur til línu­fiski­ skap, og hesaferð fóru teir á Ryggin at royna, men hetta eydnaðist einki serligt. - Tá oktobermánaði kom, broyttist fiski­skap­ ur­in inni á land­grunni­ num knappliga. Eyðstein Poulsen sigur, at áðrenn Ågot hevði verið inni og landað í seinnu helvt av oktober, høvdu onnur línuskip longu tá fingið ein túr inni á landgrunninum. - Vit vóru kanska ein túr ov seinir. Reiðarin sigur, at tá trol­bátar í vár fingu nógvan tosk norðan fyri, var væntandi, at fiskurin eisini fór at taka línu, sum heystið leið. - Tað vísti seg eisini, at tað rættiliga tørnaði til hjá útróðrarbátunum í heyst, og hetta hendi kanska eftir einari viku. Hann vísir á, at útróðr­ ar­bátar byrjaðu at fáa eini 10.000-15.000 pund við lutfalsliga fáum stamp­um. Stutt eftir vísti tað seg eisini, at línu­skip­ ini byrjaðu at fáa fult av fiski. Eitt gott ár Men, hvussu er so reið­ arin nøgdur við árið hjá Ågot? - Vit byrjaðu á Flemish Kap fyrst í hesum ári­ num, her fiskiskapurin var góður, og vit gjørdu tveir túrar. Eyðstein Poulsen vísir á, at umframt at hava fiskað á ytru leiðunum í ár, var Ågot eins og undan­farnu árini eisini í Grøn­landi og innhandlaði fisk. - Men, í ár royndist hetta samstarv ikki so væl, tí avtalan helt ikki ætlaðu tíðina út. Eftir inn­handling í Grønlandi, komu skip og manning heim, og síðan hevur Ågot fiskað undir Føroyum. Reiðarin heldur ikki, at teir kunnu kæra seg um árið, soleiðis sum tað nú lagaði seg. Trupult at spáa Hinvegin heldur Eyðstein Poul­sen, at tað er ógvu­ liga trupult at spáa um framtíðina. - Tað eru tríggjar vikur eftir til ársbyrjan, og tað eru nógvir brikkar, sum skulu fella upp á pláss, áðrenn eg kann siga nakað um útlitini fram­ eftir. Reiðarin vísir á, at teir, sum standa aftan fyri Ågot, í løtuni ikki vita, hvar teir flóta. - Vit kenna ikki ordi­ liga fyritreytirnar við kvotu­ni á Flemish Kap, her vit annars hava fisk­ að seinastu árini. Her hava ymiskar røddir verið frammi, og vit hava eina hóming av, hvør ætlan­in er, tó at vit ikki hava fingið tað endaliga at vita. Eyðstein Poulsen sigur, at aftur í ár bendir mangt á, at talan enn einaferð verður um olympiskan fiski­skap á Flemish Kap. - Tá verður tað, eins og neyðugt eisini hevur verið hini árini, at fara av­stað í ótíð. Hini árini hevur Ågot loyst í Klaksvík 2. jóla­ kvøld fyri at verða klárir á Flemish Kap, tá veiðan byrjar. Tað er púra galið Spurdur, hvussu hann metir støðuna á føroyska land­grunninum, vísir reiðar­in á, at seinasta polit­iska útspælið er, at 10 prosent skulu takast av fiski­døgunum á land­ grunni­num. - Vit hava verið ógvu­ liga skeptiskir hesa sein­ astu tíðina, nú tað eisini frættist, at óbrúktir dagar møguliga skulu dragast inn. Eyðstein Poulsen vísir á, at soleiðis, sum teir hava tillagað sítt virk­ semi við Ågot, hevur tað verið soleiðis, at teir hava fiskað nógv á ytru leiðum, meðan min­ni fiskur hevur verið inni á landgrunninum, og sum áður nevnt hava teir eisini verið til inn­handl­ ing í Grønlandi. - Tí, hevði tað eisini verið púra galið og órættvíst ímóti okkum, um vit mistu óbrúkt­ar fiski­dagar á land­grunni­ num. Hann sigur, at tað eru ógvuliga nógvar óvissur í luftini hjá fiskiflotanum í løtuni, og hann heldur, at tað er eitt óneyðugt irriterings-moment, at alt hendir í tólvta tíma, og at tú sum fiskimaður ongan­tíð veitst, hvat ligg­ ur fyri framman. Tað er væl unt Reiðarin sigur, at vegna skip og manning er hann ógvuliga takksamur fyri, at hesin seinasti túrurin hjá Ågot fyri jól eydnaðist so væl. - Hetta er manningini væl unt, og hetta er gott fyri samfelagið, sigur Eyð­stein Poulsen. Fiskimaðurin veit ikki hvat er fyri framman - Fiskiskipavinnan veit ikki, um hon er keypt ella seld, og tað órógvar ómetaligt, tá so stórar og týðandi avgerðir verða tiknar í tólvta tíma, sigur línuskipareiðarin, Eyðstein Poulsen, sum eisini fegnast um góða túrin, sum Ågot hevur gjørt - Vegna skip og manning eri eg ógvuliga takksamur fyri, at hesin seinasti túrurin fyri jól eydnaðist so væl. Hetta er manningini væl unt, og hetta er gott fyri samfelagið, sigur Eyðstein Poulsen - Tað eru tríggjar vikur eftir til ársbyrjan, og tað eru nógvir brikkar, sum skulu fella upp á pláss, áðrenn eg kann siga nakað um útlitini frameftir, sigur Eyðstein Poulsen, línuskipareiðari