týsdagur 11. desember 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144
TÍÐINDI
FLEIRI UPPSKOT UM
ÁRSINS FØROYING
Sosialurin fer nú aftur at
kjósa »Ársins Føroying«, sum
verður avdúkaður í nýggjárs
blaðnum 28. desember.
Vit heita í hesum døgum
á lesarar um at koma við
uppskotum. Vit hava higartil
fingið fleiri uppskot, og í dag
prenta vit grundgevingarnar
fyri tveimum teirra.
Sendið okkum tykkara
uppskot um, hvør skal vera
Ársins Føroyingur 2018 til
arsins@sosialurin.fo
Øssur Berghamar:
»Mælt verður til, at ársins
føroyingur 2018 verður Øssur
Berghamar.
Grundgevingin botnar í
ótroyttiligari lívsgevandi ídni
Øssurs. Við uppbyggjandi
og lívsjáttandi vitjanum hjá
mangan uppgivnum og sjúk
um fólkum, hevur Øssur rík
að mangt hjarta við sínari
blídligu og altíð Guðsjáttandi
medferð.
Teir føroyingar, sum Øss
ur hevur ríkað við vælsignilsi
eru fleiri túsund í tali, og havi
eg kent hansara hjálpsemi og
vinsælu orð á egnum kroppi,
tá eg var á sjúkralegu í DK.
Øssur ger dagliga eitt
uppsøkjandi arbeiði fyri at
røkka hesum sjúku fólkum
fyri síðani at hitta tey á máli
við troystandi orðum.«
Elin Hentze
»Ársins føroyingur eigur at
vera Elin Hentze, stigtakari
til
Facebook-síðuna
Fjøl
broyttari Bústaðarmøguleik
ar í Føroyum.
Á hesi kjaksíðu er fyri
fyrstu ferð eydnast at fáa ein
breitt, hóvsamt og skilagott
kjak um Føroya eymasta og
álvarsama trupulleika, íbúð
artrupulleikan, sum rakar
stórar partar av føroyska
samfelagnum. Eitt kjak, sum
hevur sett sinnini í kók, men
sum eisini hevur verið upp
byggjandi, og ikki minst fyri
fyrstu ferð nakrantí hevur
givið vanligum føroyingum
møguleika at kjaksta, lufta
sína ónøgd og koma við
meiningum og uppskotum
um loysnir. Tað er eingin ivi
um, at eftir hondini áralnga
kjakið hevur opna eygu
politikaranna fyri hesum
álvarsama trupulleika, sum
í mong ár bara hevur verið
tómt tos og eingin ítøkilig
stig eru tikin.
Nýggi bústaðarpakkin hjá
samgonguni er eitt ítøkjuligt
úrslit av kjakinum, men bert
eitt lítið fet á leiðini. Tað er
langt á mál enn, áðrenn vit
fáa ein vælskipaðan bústað
armarknað at loysa av wild-
west leigubústaðarmarkn
aðin, vit hava havt í alt ov
mong ár. Tì er tað tað neyðut
við enn meira fokus og kjaki,
og her er Facebook-síðan eitt
amboð, ið ikki slepst uttan
um.
Elin Hentze hevur tik
ið stig til síðuna, og hevur
ótroyttiliga
fylgt
kjaki
num upp, og vil heilt víst
syrgja fyri, at kjakið um ein
veruligan samfelagstrupul
leika ikki doyr.
»Hey, eg haldi, at Elin
Hentze
hevur
uppiborið
heiðurin sum ársins føroy
ingur fyri hennara áhald
andi arbeiði í Búgva og
Fjølbroyttari bústaðarmøgu
leikar í Føroyum. Hon hevur
megnað at halda lív neyðuga
kjakinum, altíð eru hennara
innlegg vælgrundaði og sak
lig.
Eg skjóti Elin Hentze upp.
Hon hevur ótroyttiliga í
longri tíð sett ljóskastaran
á íbúðarneyðina í Føroyum.
Hon hevur, serliga umvegis
sín “grasrótabólk” á Face
book, megnað at rópt al
mennu Føroyar upp, t. v. s.
kommunu- og landsmyndug
leikan, so at teir nú av álvara
byrja at ressast, og fyrihalda
seg til eitt akutt bústaðar
problem.
Hon hevur tikið stig til at
varpa ljós á stóra trupulleik
an við manglandi bústøðum
í Føroyum.
Hon
hevur
stovnað
ein bólk á Facebook "Fjøl
broyttari bústaðarmøguleik
ar í Føroyum". Har eru 7.350
limir nú.
Hon hevur eisini tikið
stig til at gera felagsskapin
"Búgva", sum viðger sama
evni og er ein sera aktivur
felagsskapur.
Hon hevur verið sera
áhaldandi hóast nógva mót
støðu og ger alt fyri, at tónin
ikki fer út um mark, sum
man ofta sær á Facebook.
Tað er eitt bragd, haldi eg.
Við at velja hana til árs
ins føroying, varpa tit somu
leiðis ljós á trupulleikan við
tørvandi bústøðum.
Ársins Føroyingur 2018: Í dag
prenta vit grundgevingarnar fyri
tveimum av uppskotunum til Ársins
Føroying 2018: Øssur Berghamar og
Elin Hentze
Skjótt verður tað møguligt
hjá føroyingum at varðveita
sín danska ríkisborgararætt,
uttan mun til um tey flyta til
eitt annað land og gerast rík
isborgarar har.
Hesum boðaði løgmaður
frá í gjár. Á sama hátt er
viðútlendingum, sum búgva
í Føroyum. Teir verða nú ikki
noyddir at siga sín uppruna
liga ríkisborgararætt frá sær
fyri at gerast danskir ríkis
borgarar.
Ríkislógartilmælið, sum
skal dagføra lógina um rík
isborgararætt, hevur varð
viðgjørt í Løgtinginum í gjár.
– Tað eru nógv ár síðan, at
vit hoyrdu fyrstu røddirnar,
ið vildu hava møguleikan fyri
dupultum ríkisborgararætti.
Fyri flest fólk er fyrsti ríkis
borgararætturin ein týðandi
partur
av
samleikanum,
sum tú treyðugt vil siga frá
sær, hóast tú hevur búð og
fest røtur og kennir teg sum
part av einum øðrum landi,
og sum tú eisini vil fáa ríkis
borgararætt í. Eg eri tí sann
førdur um, at hetta er eitt
týdningarmikið fet rætta
vegin. Hetta fer at muna væl
hjá føroyingum uttanlands
og útlendingum í Føroyum,
sum
í
gerandisdegnum
merkja fleiri avbjóðingar, tá
ið tey seta búgv, sigur Aksel
V. Johannesen, løgmaður.
Ríkismyndugleikarnir
hava gjørt vart við, at lógin
um danskan ríkisborgarar
ætt eigur at vera eins í øllum
ríkinum. Tað ber ikki til at
hava tríggjar ymiskar lógir
um danskan ríkisborgara
rætt í ríkinum.
Tað er ilt at meta um,
hvussu nógv fólk, búsitandi
í Føroyum, kundu brúkt hesa
skipan. Í Manntalinum frá
2011, sæst, at tað vóru 1.439
persónar, sum svaraðu, at tey
høvdu annað móðurmál enn
føroyskt og danskt. Hetta
kann vera ein ábending um,
at tað óivað eru nógv fólk í
Føroyum, sum kunnu hugs
ast at brúka hendan møg
uleika, um dupultur ríkis
borgaraskapur eisini verður
møguligur í Føroyum.
Nú fer at bera til at hava dupult ríkisborgararætt
Um lógina:
»Lov om indfødsret«, sum
er galdandi í Føroyum, er
ikki broytt síðani 2014.
Síðani tá er lógin broytt
sjey ferð í Danmark. Millum
annað er ein broyting gjørd,
sum loyvir dupultum ríkis
borgararætti. Tað er serliga
hendan broytingin, sum
fleiri hava biðið um at fáa
sett í gildi fyri Føroyar.
FAKTA:
– Við uppbyggjandi og lívsjáttandi vitjanum hjá mangan upp
givnum og sjúkum fólkum, hevur Øssur ríkað mangt hjarta
við sínari blídligu og altíð Guðsjáttandi medferð, verður sagt í
grundgeving fyri at velja Øssur Berghamar til Ársins Føroying
2018
– Elin Hentze hevur tikið stig til síðuna »Fjølbroyttari bústað
armøguleikar í Føroyum«, og hevur ótroyttiliga fylgt kjakinum
upp, og vil heilt víst syrgja fyri, at kjakið um ein veruligan
samfelagstrupulleika ikki doyr, verður millum annað sagt í
grundgevingunum at velja Elina Hentze til Ársins Føroying 2018