Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Tað verður ongin semja millum fiskivinnuna og landsstýrismannin við fiskivinnumálum, um fiskidagarnar fyri kom­ andi ár. Í lógini um fyrisiting av sjófeingi stendur annars, at farið verður undir eina kvotaskipan í sambandi við veiðuna eftir botnfiski undir Før­ oyum, men tað eydn­aðist ikki at fáa setgt kvota­ skipanin í verk fyri 2018 og tað verður hon so heldur ikki fyri 2019. Hetta hevur við sær, at vit framvegis hava fiski­dagaskipanina, sum hevur verið í gildi síðani níti-árini. Skipanin er gjørd soleiðis, at hvørt fiskifar við loyvi at fiska undir Føroyum, hevur so ella so nógvar fiskidagar til hendan fiskiskapin. Tað eru ymiskar reguler­ingar av fiski­døg­ unum, alt eftir um skipini royna á uttaru leiðunum, har til ber at fáa tveir fiskidagar fyri ein og so fram­vegis. Nýggja lógin sigur, at í staðin fyri fiskidagar skulu kvotur ásetast, men tað verður broytt fyri komandi ár, so tá verð­ur fiskidagaskipanin varð­ veitt. Visjónin Í sambandi við ásetingina av fiskidøgunum fyri kom­andi ár heuvr Hav­ stovan gjørt eitt til­mæli, meðan lands­stýris­mað­ur­ in sjálvur hevur gjørt eitt annað til­mæli sam­an við sínum em­bætis­fólkum. Havstovan heldur, at fiskidagarnir eiga at skerjast við 30 prosentum í mun til í ár, men hon sigur eisini, at teir óbrúktu fiskidgarnir – í ár verða teir helst millum 30 og 40 prosent av øllum fiski­døgunum – eisini skulu takast úr skipanini. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur lagt eitt upp­skot fyri eftir­ met­ing­ar­nevndina, har mælt verður til, at fiski­ daga­talið generelt verður skert við 10 prosentum, men at onki verður gjørt við teir óbrúktu dagarnar. Á teimum fundum sum hava verið í eftir­ met­ingarnevndini, hava fleiri eftirlýst, hvussu lands­stýrið sær fyri sær, at botnfiskaflotin undir Før­oyum fer at síggja út kom­andi 10 árini. Fleiri halda seg ikki hava fingið nakað bein­ leiðis svar uppá hendan spurningin og finnast at mangland visjónum ítøkiliga um, hvussu flotin skal sígja út við skift­andi kvotum kom­ andi árini. Á fundum í eftir­met­ ingarnevndini eru tað eisini fleiri sum halda, at tað ikki er rætt bert at skerja allar fiskidagar. Hesi siga, at tað sum oftast er ymiskt hvussu stovnarnir undir Før­ oyum eru fyri og tí gevur tað ikki meining at skerja allar fiskidagar eins nógv. Burðardygt Upprunaliga var skipanin við fiskidøgum sett í gildi fyri at tryggja at veiðan á landgrunninum var burðar­dygg. Hetta hevur síðani mangan verið ein part­ur av kjakinum um fiski­ vinnuna. Tá ið lógin um fyri­ siting av sjófeingi var løgd fram, segði lands­ stýris­maðurin við fiski­ vinnumálum, at hann hevði valt at fara frá fiskidagaskipanini til kvotur, fyri at geraz fiski­ skapin meira burðar­ dyggan. Hann ásannaði, at hetta kundi gerast við góðum eftirliti. Trýst á lands­ stýrismanninum Ongir fiskidagar eru ásett­ir enn fyri 2019. Nakrir fundir hava verið, men tað vísir seg at vera rættuliga langt mill­ um partarnar. Havstovan mælir til ein ógvusligan niður­ skurð, tí Havstovan heldur, at veiðitrýstið á stovn­ar­nar undir Før­oy­ um er ov hart. Fiskivinnan hinu­ megin heldur ikki, tað er skilagott at skerja dagar­ nar, nú meira fiskur er at fáa undir Føroyum, samanborið við seinastu mongu árini. Onkur í eftir­met­ingar­ bólkinum er tó sinnaður at skerja okkurt, men ikki alt yvir ein kamb. -Tað gevur púra onga meining at skerja fiski­ dagarnar nú, tá ið fiskur er aftur at fáa undir Føroyum, sigur for­ maðurin í Fiski­manna­ felagnum, Jan Højgaard. Eisini formaðurin í Skipara- og Naviga­tør­ felagnum, Annfinnur Garða­líð, heldur, at nú eiga skip og bátar at sleppa at veiða í 2019 við teim­um døgum tey hava. -So vit halda ikki, at fiskidagatalið skal skerjast, segði Annfinnur Garða­líð við Kringvarpið. Vit hava roynt at fingið fatur á lands­stýris­ manninum við fiski­ vinnu­málum, men tað er ikki eydnast til hetta blaðið. Frá keldum í politisku skipanini skilja vit tó, at helst verða fiskidagarnir skerdir eitt sindur, men minni enn 10 prosent, sum landsstýrismaðurin upprunaliga mælti til. Fiskidagarnir minni skerdir enn upp­runa­ liga var ætlað Onki uppskot um talið av fiskidøgum er enn komið í tingið, men helst verður skerjingin av døgum ógvuliga lítil Høgni Hoydal, landsstýrismaður, má velja ímillum tilmælið frá Havstovuni og so eina vinnu, sum ikki vil hava broytingar í talinum Havstovan mælir til stóran niðurskurð í døgunum - heili 30 prosent umfram teir óbrúktu dagarnar Stríð stendur um fiskidagarnar. Ongin semja er at vinna. Skipini halda, at tey eiga at sleppa at brúka fiskidagarnar, nú nakað er at fáa