Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144 TÍÐINDI Árni Gregersen Ein grunnur, Novo Nord­ isk-grunn­ur­in, hevur boðið føroyska heilsu­ verki­num, at grunn­ur­in vil byggja eina dia­betis­ miðstøð i Før­oy­um. Tilboðið er ein partur av einum samlaðum til­boði, sum grunnurin hevur latið Danmark og Grøn­landi. Føroyski myndug­ lei­k­in á økinum, hevur takkað nei til tilboðið. Í einum brævi til grunnin í november takkar heilsu­ málaráðið vegna Føroyar nei til tilboðið um eina diabetismiðstøð. Føroyska heilsuverkið fekk hetta tilboðið í juni á einum fundi, har heilsu­ verkið boðaði frá, at tey fóru at kanna baklandið fyri at vita um hetta hevur áhuga í Føroyum. Men nú vísir tað seg, at heilsuverkið, meira ella minni av sínum ein­ tingum hevur sagt nei takk til tilboðið. Sam­bært fakfólki og Diabetis­felag­ num, so eru tey heldur ikki eftirspurd um hvat tey halda um tilboðið. Aksel V. Johannesne, løgmaður, sigur, at polit­ iska baklandið heldur ikki hevur viðgjørt málið. Er umrøtt nú Løgmaður sigur, at málið als ikki hevur fingið nakra politiska viðgerð. -Vit umrøddu tað á lands­stýrisfundi, nú eftir at tað er komið alment fram, at heilsumálaráðið hevur takkað nei, men so vítt eg havi skilt á lands­ stýriskvinnuni við heilsu­ málum, so er hetta ikki eitt endaligt nei takk, tí farið verður nú undir at kanna málið víðari, sigur Aksel V. Johannesen. Novo Nordisk-grunn­ urin hevur annars sett seks miljardir av til at byggja á leið 30 slíkar dia­ betis­miðstøðir í Danmark og eina í Grønlandi. Grønland hevur sagt ja takk og tí verður ein slík mið­støð bygd í Nuuk. Fakkunnleikin í Føroyum harmast um, at málið hevur fingið so kaldliga móttøku í Før­ oy­um. Jens Andreassen, ser­ lækni í diabetis, segði við útvarpið, at hann var við á fundinum við Novo Nordisk-grunnin í juni. Hann helt tað var ein góður fudnur, har heilsu­ vekrið boðaði frá, at tey fóru at tosa við baklandið um málið og at tey so skuldu venda aftur. -Eg roknaði sjálvandi við, at tey fóru at koma aftur til mín og spyrja meg, hvat eg helt, men tað hava tey ikki gjørt og eg havi ikki hoyrt eitt orð um málið síðani, segði hann. Eisini Maibritt Skorða­ dal, sum er forkvinna í Diabetisfelagnum, undr­ ast yvir onki at hava hoyrt. -Felagið hevur ikki hoyrt nakað um málið og vit eru ikki eftirspurd, sigur hon, sum umframt at vera for­kvin­na í Dia­ betis­felag­num, eisini granskar á dia­betis­øki­ num. Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Sirið Sten­berg, Tjóðveldi, sigur, at hon ikki heilt skilir, at so nóg hóvasták verður gjørt burturúr málinum nú. -Vit hava sent eitt svar, men tað er onki endaligt svar. Sjálvandi fær eitt slíkt tilboð eina seriøsa við­gerð. Har eru fleiri prinsipiellir spurningar, sum vit mugu taka støðu til áðrenn vit svara enda­ liga, sigur hon. Hon sigur eisini, at tey sjálvandi fara at tosa við fakliga og politiska bak­ landið um, hvussu tey skulu fyrihalda seg til til­ boðið. -Er hetta nakað sum er gott fyri okkum og diabetisjúkligar í Føryum, so siga vit ja, men er tað ikki, so siga vit nei takk, sigur Sirið Stenberg, lands­stýriskvinna. Arbeiða víðari við málinum um eina diabetismiðstøð Eitt tilboð frá Novo Nordisk- grunninum um eina diabetis­ mið­støð hevur fingið fakfólk og politikarar at undrast Jens Andreassen, serlækni í diabetis, vísir á, at hann als ikki er spurdur um nakað eftir fundin í juni Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at tey als ikki hava givið endaligt svar um diabetismiðstøðina Aksel V. Joihannesen, løgmaður, sigur at málið var umrøtt á landsstýrisfundi eftir at tað va rkomið alment fram Tað er heilsuverkið, sum fekk eitt tilboð frá Novo Nordisk grunninum