týsdagur 11. desember 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144
FØROYA VIKTIGASTA
KOKKASTARV
STARVS-
LÝSING
1.500 lesandi og 250 starvsfólk hava sína dagligu gongd á Glasi.
Undirvísing og læring er okkara fremsta endamál og uppgáva.
Fyri at læring skal eydnast skulu vit hava orku. Andalig føði
krevur góða føðslu. Tað er her, tú kemur inn í myndina.
Vit vilja veita næmingum og starvsfólki vælsmakkandi, heilsugóðan
og føðslurættan kost fyri sámiligar prísir. Vit søknast eftir
einum dugnaligum, kreativum og framskygdum køksleiðara ella
høvuðskokki, Tú ert útbúgvin kokkur, økonoma, føðslufrøðingur
ella líknandi, og tú megnar at gera kantinuna til ein hornastein í
málsetninginum at skapa eitt framúr læringsumhvørvi.
Er hetta tú? Les meira um starvið á glasir.fo
Umsóknarfreistin er
17. desember 2018
Umsókn skal sendast til
starv@glasir.fo ella til:
Glasir
Postrúm 218
Janusargøta 3
FO-110 Tórshavn
FØROYA VIKTIGASTA
KOKKASTARV
STARVS-
TARVS-

Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn
Vit sóknast eftir løgfrøðingi at byrja 1.
februar 2019 ella eftir nærri avtalu.
Um okkum
Føroya Kærustovnur er skrivstova
hjá níggju kærunevndum, umframt
Høvuðsbarnaverndarnevndini og
Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði
fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og
viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsøkið er breitt, so møguleiki verður fyri
at royna seg á ymsum økjum.
Um teg
• Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv,
cand. jur.
• Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og
loysir uppgávurnar við góðum huga og
nærlægni.
• Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og
ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á
stendur.
• Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.
Vit bjóða
• Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi
starv.
• Góðar møguleikar fyri fakligari menning,
har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og
starvsfelagirnir eru dugnaligir.
• Spennandi avbjóðingar, har tú ert við
til at taka stórar, týdningarmiklar og
stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
• Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut
í mun til at tryggja rættartrygdina hjá
einstaka borgarunum.
• Løn sambært sáttmálanum millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelag Føroya.
Meiri at vita
Tú kanst fáa meira at vita um Føroya
Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar,
ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard,
stjóra á tlf. 280585.
Umsóknir
Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til
Føroya Kærustovn
Postrúm 45
110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
7. januar 2019. Møguligt er eisini at senda
umsóknina til fks@fks.fo
Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni. Stovnurin
fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- familju- og heilsumálum, Skatta- og
avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Studna, Kærunevndina í Lendismálum,
Vinnukærunevndina, Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina
hjá Barsilsskipanini og Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini. Harumframt er
Kærustovnurin skrivstova hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini.
Á stovninum starvast í løtuni 11 fólk, stjórin, seks løgfrøðingar og fýra skrivstovufólk.
FØROYA KÆRUSTOVNUR
Undir Hornabakka
Postsmoga 45
Fo-110 Tórshavn
Tel:+298 320 585
fks@fks.fo
www.fks.fo