týsdagur 11. desember 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Ein hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og
hjálp, tá okkara kæra mamma, vermamma,
omma, langomma og olduromma
JENSIA SVABO THOMASEN
f.29.10.19 d. 02.11.18,
andaðist og fór til gravar.
Takk til Ingu Poulsen Dam prest, takk til
kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Takk til Dánial, Didde og Dinu fyri tann
serliga dám tit settu á dagin við yndisligum
sangi og spæli.
Takk til tykkum á Miðstovu fyri umsorgan,
røkt og hjálpsemi.
Takk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til
við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til
meinigheitshúsið.
Takk, øll tit sum fylgdu mammu til hennara
seinasta hvíldarstað her á fold.
Hjartans tøkk øll somul, við ynski um eini
gleðilig jól.
Familjunar vegna
Vígdis, Sólrun og Virgar við familjum
TØKK
Av heilum hjarta takka vit øllum, ið sýndu
samkenslu, nú kæri maður, pápi, abbi,
langabbi og verpápi okkara
Joen Jacob Frantz Jacobsen
- Jóan Jákup á Langanesi
f. 18. juli 1930 - d. 16. november 2018
andaðist og varð jarðaður.
Takk til øll sum vóru um okkum við troyst,
nærveru og umsorgan. Sjáldan kennist
hjálpin fjálgari enn dagar sum hesar, táið
feigdin hevur gjørt um seg. Takk til tykkara,
sum stukku inn á gólvið ella gjørdu vart
við tykkum á annan hátt á ymsum miðlum
og ein stór takk til øll tykkum, sum hjálptu
til við at baka til ervið, ið var so sera væl
fyriskipað av Skótahúsinum og Sjócafé´ini
jarðarferðardagin.
Føroyska heilsuverkinum og Roðanum takka
vit hjartaliga, og meðan lívsins siglingsferð
hansara smátt um smátt gekk at evstu
mørkum jarðar, finst hjálpin og umsorganin
ikki betri. Tað hevur verið sálarbót at uppliva,
at hesir geirarnir í samfelagi okkara eru so
einastandandi dugandi í menniskjansligari
handfaring, í torførum støðum hjá teimum,
sum sita næst, táið farið verður um markið
ímillum lív og deyða.
Sóknarprestur okkara, Meinhard Bjartalíð,
var hjálpsamur og nærverandi sum altíð. Takk
fyri tín lut, Meinhard, táið kistan varð borin
út frá Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Fyri
góðu orðini og klaverspælið og góðu løtuna í
Glyvra kirkju hetta kvøldið og áðrenn kistan
fór um gravarmúlan í heimbygd hansara dagin
eftir. Takk til kirkjutænarar, sangaratoymið í
kirkjuni og Dupultkvartettina í Ebenezer, sum
setti sín serliga dám á løtuna í kirkjuni.
Takk til øll tykkum, sum sendu blómur og
kransar og sendu gávukvøður til Ellisheimið.
Ikki minst gongur tøkkin til øll tykkum
mongu, úr øllum heraðshornum landsins, sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað
á foldum.
Familjunar vegna
Arnbjørg
TØKK
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá ið kæri maður mín
Magnus Poulsen
f. 12. september 1934 – d. 19. august 2018
andaðist og fór til gravar.
Eisini skal ljóða ein stór tøkk til starvsfólkið á
Umlættingarheiminum, Landssjúkrahúsinum
og á Tjarnagarði, sum vóru um Magnus ta
seinastu tíðina.
Takk til prest og kirkjutænarar, og takk til
tykkara, sum fylgdu Magnusi til hansara
seinasta hvíldarstað á hesum foldum.
Famlijunnar vegna
Ragnhild.
Tøkk
Í samband við at elskaða kona, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara andaðist,
vilja vit hjartaliga takka øllum, sum sýndu
umsorgan, troyst, samkenslu og hjálpsemi hesa
seinastu tíðina.
Ruth Johannesen
f. 26. apríl 1944 – d. 9. september 2018
Tøkk til tykkum øll, sum vóru
um Ruth meðan hon var sjúk.
Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til
í samband við jarðarferð og ervið.
Tøkk fyri góð og troystarrík orð, umframt vakran
sang. Ein serlig tøkk til sangkórið í Ebenezer.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu Ruth til hennara
síðsta hvíldarstað.
Kærar heilsanir
Mortan við familju
Lesið
-so eru tit við!
-har
tað hendir